Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA H ann verður virdur og fagnaður av summum, og vanvirdur og hartaður av øðrum, men tey eru fá, ið als onga hugs­ an hava um journalistin Jan Lam­ hauge. Valla er tað nakar journalistur í Føroyum, ið er eins nógv um­ stríddur og umtalaður sum kring­ varps­journalisturin, ið seinastu árini er vorðin kendur fyri at gera dokumentarsendingar í Kring­ varpinum. Meðan tey sum finnast at hon­um, og harímillum teljast fyrr­verandi løgmenn, tingfólk, banka­stjórar, vinnulívsfólk, fólka­ tingslimir og vanligir føroyingar, hava lagt hann undir manipulatión og at renna ørindini fyri onnur, verður hann róstur av øðrum, ið meta, at hann torir at seta hvassar spurningar og varpa ljós á ivasamt virksemi hjá teimum máttmiklu í føroyska samfelagnum. Um tær dámar hann ella ikki, so kann tó eingin sýta fyri, at hann við sendingum sum Anita, Brandfellurnar, Tollmálið, Skatta­ málið, Eik sendingarnar, Heðin og Havnin, Stríðið um tey 10 prosentini og Skálafjarðartunnilin hevur latið úr hondum nakrar av mest aktuellu og kritisku send­ing­ unum í nýggjari tíð. Skal tola kritikk At fólk ikki altíð eru samd við ar­ beiðinum, ið Jan Lamhauge ger, er eingin loyna, og tað gongur van­liga heldur ikki leingi frá tí, at ein dokumentarsending hjá Jan Lamhauge og hansara toymi verð­ur sendur í Kringvarpinum, til fyrstu atfinningarnar eru at lesa á net­inum. Tað nívir tó ikki Jan Lamhauge, ið metir, at tað er partur av arbeið­ unum, at fólk finnast at send­ing­ unum. – Sum heild taki eg mær ikki nakað serligt at tílíkum. Eg eri av tí fatan, at eins og politik­arar, bankastjórar og onnur fram­ standandi fólk mugu tola kritikk, so skal eg eisini tola tað. Um fólk finnast at sendingunum og halda meg vera ein dumman hund, so er tað í ordan, sigur Jan Lamhauge. Hóast Jan Lamhauge góðtekur, at fólk kunnu hava neiligar mein­ ingar um hansara sendingar, so við­gongur hann tó, at til tíðir kann kritikkur gerast so mikið harður, at honum tørvar ein steðg. – At vanlig fólk siga, at hatta var ein lorta sending, og at eg eri ein ódugnaligur journalistur, tað skulu tey hava loyvi til. Men við hvørt verður tað ov nógv. Tá kann eg lata vera við at fara á Facebook ein dag. Ikki tí at eg ikki vil síggja kritikkin, men tí eg heldur ynski at halda frí og vera saman við damuni og dóttrini, sigur Jan Lamhauge. Út um mark Tað hava tó verið støður, har Jan Lamhauge metir, at kritikkurin er farin út um sámiligt mark. – Fakligur kritikkur er í ordan, men tað var ikki í ordan, tá ein reið­ari ringdi til Kringvarpið og kravdi, at eg varð sagdur úr starvi, tí eg viðgjørdi gegni hjá einum politikara. Tað var heldur ikki í ordan, at Jørgen Niclasen meldaði okkum fyri nakað, ið passaði, ella at advokaturin hjá honum, ringdi og segði, at vit fóru í fongsul, sigur Jan Lamhauge. Grovasta ágangurin metir Jan Lamhauge tó frá einum ávísum politikara, eftir at hava gjørt fleiri dokumentarsendingar um fiski­ vinnuna. – Áðrenn sendingina ynskti við­ komandi einans at gera samrøðu í beinleiðis sjónvarpi. Tað gjørdi hann okkum greitt í teldu­posti og segði samstundis, at hann ongan trupulleika hevði við Kring­varp­ inum og metti seg altíð vera væl viðfarnan av okkum, greiðir Jan Lamhauge frá. Men eftir at fyrsti parturin varð sendur, so broyttist orðavalið hjá viðkomandi, vísir Jan Lamhauge á. – Í samrøðu við Rás2 dagin eftir, at sendingin varð send, boð­ aði hann frá, at tíðin var komin at avtaka Kringvarpið. Ein slík heil­ um­vending bara tí hann ikki slapp at vera óredigeraður í sendingini, helt eg ikki vera í ordan, sigur Jan Lamhauge. Svaraði ákæruni At Jan Lamhauge sær kritikk sum ein part av arbeiðinum hevur havt við sær, at journalisturin vanliga ikki svarar, tá fólk finnast at send­ ingunum. Men í vikuni tók hann tað óvanliga stigið at svara kritikki, tá – Eins og politikarar, bankastjórar og onnur framstandandi fólk mugu tola kritikk, so skal eg eisini tola tað. Um fólk finnast at sendingunum, og halda meg vera ein dumman hund, so er tað í ordan. Tað sigur journalisturin Jan Lamhauge, ið sum fáur annar kann fáa sinnini hjá føroyingum í kók við sínum kritisku dokumentarsendingum Jan Lamhauge: EG SKAL TOLA KRITIKK Um tveir menn skeldast, um at veggirnir eru hvítir ella svartir í einum rúmi, so er tað ikki nokk bara at greiða frá, hvat teir halda. Tá er tað uppgávan hjá journalistunum at finna út av, hvønn lit veggirnar hava«