hósdagur 30. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
7
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri
Javnaðarflokkin, um vikuskiftið á
sosialum miðlum og í lesarabrøvum
legði Jan Lamhauge undir at hava
manipulerað í seinnu sendingini
um skattamálið og harvið skatt
trúvirði hjá Kringvarpinum.
Fólkatingslimurin ákærdi
journalistin fyri at hava klipt
sendingina saman soleiðis, at ein
viðmerking, ið Súni Scwartz Jacob
sen hevði havt til eina bókafram
løgu á Hotel Hafnia, bleiv upp
fatað sum svar til eina útsøgn í
sendingini.
Ágangurin um vikuskiftið førdi
eisini við sær, at Kringsvarpsstýrið
varð samlað í ótíð at viðgera málið,
og síðan hava bæði kringvarps—
stjórin, Dia Midjord, og Jan Lam
hauge svarað ákærunum frá fólka
tingsliminum.
Eftir at hava verið í einum al
mennum orðadrátti við fólka
tingslimin er tað tó eitt, ið Jan
Lamhauge í dag undrast yvir.
– Eg eri vísur í, at hann kendi
myndirnar aftur beinanvegin.
Sjúrður Skaale visti væl av, at vit
vóru í Hafnia og filmaðu fram
løguna. Eg hevði enntá tosað við
hann sama dag um málið. Men
tað, sum eg ikki skilji, er at um
hann kendi seg snýttan, tá hann
sá sendingina, hví ringdi hann so
ikki til mín og spurdi meg um hetta.
Hví var neyðugt at skriva fleiri
lesarabrøv um tað, øsa alt upp og
leggja trýst á leiðsluna, spyr Jan
Lamhauge.
Hava eina skyldu
Ein afturvendandi kritikkur, ið
hevur verið hoyrt um Jan Lam
hauge, og serliga sendingar, ið
viðgera Eik banka, hevur verið, at
hann einans er ein ørindadrongur
hjá eina partinum. Tað er tó ein
kritikkur, ið Jan Lamhauge hevur
ringt við at skilja.
– Fólk kunnu siga tað, tey halda,
men tað er ikki rætt. Øll kunnu fara
inn á KVF og hyggja eftir teimum
fyrstu innsløgunum í Skatta
málinum. Tey eru als ikki kritisk
mótvegis Eik ella nøkrum øðrum,
men fingu allir partar høvi at siga
sína hugsan, greiðir Jan Lamhauge
frá.
Hann leggur tó dent á, at hann
sum journalistur hevur eina skyldu
at fyrihalda seg kritiskt til evnir, og
tað gjørdi hann eisini, tá ymiskir
fatanir vóru um málið.
– Um tveir menn skeldast um
veggirnir eru hvítir ella svartir í
einum rúmi, so er tað ikki nokk bara
at greiða frá, hvat teir halda. Tá er
tað uppgávan hjá journalistunum
at finna út av, hvønn lit veggirnar
hava, sigur Jan Lamhauge og legg
ur afturat.
– Um Súni Scwartz Jacobsen og
Jørn Astrup Hansen eru ósamdir
um frádráttin, so er tað uppgávan
hjá journalistinum at hyggja, hvat
stendur í roknskapinum. Hann
skal ikki bara halda mikrofonini,
men kanna, hvat veruleikin er.
Bara í hesum málinum havi eg
tosað við ein hóp av fólki, lisið
óteljandi nógv skjøl og gjørt mítt
egna kanningararbeiði. Eg renni
ikki ørindi fyri onnur, slær Jan
Lamhauge fast.
Fullan stuðul
Tá tað til tíðir kann leika so hart
á ein einstakan journalist, og trýst
verður leikt á hann og onnur frá
øllum hugsandi síðum, er tað týdn
ingarmikið, at journalisturin kann
líta á, at tey yvir honum stuðla
honum.
Hjá journalistinum Jan Lam
hauge er her talan um Liljuna
Weihe, leiðara fyri tíðindadeildina,
og Dia Midjord, stjóra í Kringvarp
inum, og hjá honum er einki ivamál
um, at hann hevur teirra stuðul.
– Vit hava fingið øgiligar nógvar
ákoyringar yvir okkum og hava
verið í rættinum saman. Vit hava
verið dømd og fríkend saman. Vit
hava gjørt einar trettan sendingar
saman. So tað havi eg, annars hevði
eg ikki hildið á við tí arbeiðinum, ið
eg geri, sigur Jan Lamhauge.
Hóast hetta, so vakti tað tó ans
um vikuskiftið, tá Øssur Winth
ereig og Brynhild Thomsen,
millum royndastu journalistar
í Kringvarpinum, funnust at
arbeiðsháttinum í samband við
Skattamálið.
Spurdur um, hvussu tað kendist,
tá tveir av hansara egnu funnust
at honum, er Jan Lamhauge fáorð
aður.
– Eg havi onga viðmerking ann
að enn, at tey eru tveir dugnaligir
journalistar, sigur Jan Lamhauge.
Tóku táttin uppaftur
Tað var annars einki, ið talaði fyri, at
Jan Lamhauge fór at gerast kendur
fyri at gera dokumentarsendingar,
tá hann byrjaði sum journalistur á
tíðindadeildini hjá Kringvarpinum
í september 2011.
Tá var tað nevniliga einans
dokumentardeildin, ið framleiddi
longri sendingar, men býtið var ikki
heilt nøktandi, metti Jan Lamhauge
og onnur á tíðindadeildini.
– Dokumentardeildin fram
leiddi ikki aktuellar sendingar,
men sendingar sum Fólksins rødd,
siðsøguligar sendingar og vanga
myndir av ymiskum persónum,
meðan tíðindadeildin ongar longri
sendingar framleiddi. Tað var
eitt ynski at gera fleiri aktuellar
sendingar, tí einki serligt var gjørt
av slíkum sendingum, síðan Høgna
Hoydal gjørdi bankasendingarnar,
sigur Jan Lamhauge.
Fyrsta royndin at gera eina
longri dokumentarsending við
einum aktuellum evni var Brand
fellurnar, men tað var ikki fyrr
enn eftir sendingina um Skála
fjarðartunnilin, at tíðindadeildin
av álvara setti sær fyri at gera fleiri
sendingar, ið viðgjørdu størri evnir.
– Sjálv sendingin varð gjørd
Framhald á næstu síðu
Jan Lamhauge
Útbúgving: Bachelorur og kandidatur í stjórnmálafrøði
frá Fróðskaparsetur Føroya og bachelorur í religións
vísund frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn
Aldur: 40 ár
Starv: Journalistur í Kringvarpinum síðan 2011
Vit ynskja at
gera hyggjaran
klókari. Tað
er avmarkað,
hvussu nógv
hyggjarin verður
upplýstur við
3-4 minuttum
innsløgum«
– Tá kann eg lata vera við at fara á Facebook
ein dag. Ikki tí, at eg ikki vil síggja kritikkin,
men tí eg heldur ynski at halda frí, og
vera saman við damuni og dóttrini
Mynd: Álvur Haraldsen