hósdagur 30. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
8
upp á tvær vikur. Vit gjørdu tvær
samrøður um dagin og kliptu send
ingina um náttina. Vit arbeiddu alt
døgnið, tí vit ynsktu at prógva, at
tíðindadeildin kundi gera slíkar
sendingar, uttan at tað tók ov
nógva arbeiðsmegi frá Dag&Viku,
minnist Jan Lamhauge aftur á.
Minuttir til tímar
Tað var eisini ein praktiskt orsøk til,
at tíðindadeildin í Kringvarpinum
ynskti at gera longri sendingar.
Tá aktuell mál skuldi lýsast,
sótu journalistarnir nevniliga
mangan eftir við kensluna av, at
teir tríggir ella fýra minuttirnir,
ið eitt Dag&Viku innslag vardi, var
alt ov stutt til at veita eina ordiliga
lýsing av størri málum.
– Sendingin um Skálafjarðar
tunnilin varð gjørd, tí vit høvdu
eitt innslag til Dag & Viku, ið var alt
ov langt. Vit sóu, at tað var gott og
relevant, men tað egnaði seg bara
ikki til Dag&Viku. Tað sama var við
Anitu, og til fyrru Eik-sendingar
fekk eg nærum 10.000 síður av
tilfari um bankan. Hvussu skal
man kóka fleiri ringbind av tilfari
niður til 3-4 minuttir innsløg, spyr
Jan Lamhauge.
Fyrru Eik-sendingar endaðu í
staðin við at gerast til fleiri doku
mentarsendingar, og í staðin fyri at
fáa 3-4 minuttir innsløg í Dag&Viku
um gamla Eik, so kundu føroyingar
fáa innlit í málið gjøgnum tvær
sendingar, ið vóru nærum tríggjar
tímar tilsamans.
Og tað er júst ynskið at geva
hyggjarunum betri innlit í stórmál,
ið er ein av grundgevingunum at
gera dokumentarsendingar um
aktuell mál.
– Tað botnar í, at tað er ein søga,
ið krevur meira tíð. Vit ynskja at
gera hyggjaran klókari. Tað er
avmarkað, hvussu nógv hyggjarin
verður upplýstur við 3-4 minuttum
innsløgum. Eg haldi, at tað er gott
fyri hyggjaran, at hann soleiðis fær
alla heildina við. At alt er samlað á
einum stað. Skattamálið kann tykj
ast torskilt, men nú kann hyggjarin
seta 45 minuttir av fyri at fáa alla
heildina, sigur Jan Lamhauge.
Havi gjørt feilir
Í framleiðsluni av umleið 13 send
ingum er tað ikki óvæntað, at tað eru
onkrar støður, har journalisturin
heldur, at hann kundi gjørt okk
urt betri. Millum annað vísir
hann á, at hann gjørdi ein feil í
fyrstu dokumentarsendingini
Brandfellurnar, ið Fjølmiðlanevnd
in eisini fanst at, tó at hann ikki
tekur allan kritikkin til sín.
– Sendingin fekk øgiliga harðan
kritikk frá Fjølmiðlanevndini, og
taki eg ikki undir við meira enn
fimm prosent av tí kritikkinum.
Men eg gjørdi ein feil, tá eg segði
nakað, ið var langt út um mark,
greiðir Jan Lamhauge frá.
Kritikkurin móti fyrstu send
ingini hevur tó ført við sær, at
toymið, ið ger sendingar, er vorðið
størri.
– Eftirlitspartinum ikki var
nóg sterkur tá. Kanska var tað tí,
at vit ongar royndir høvdu við
slíkum sendingum. Men síðan
hava vit fingið fleiri eygu inn, ið
eftirhyggja sendingina og halda
eftirlit við allari tilgongdini. Til
síðstu sendingina vóru tað átta
fólk, ið hugdu eftir sendingini,
áðrenn hon varð víst alment, sigur
Jan Lamhauge.
Jan Lamhauge viðgongur tó, at
tað altíð er okkurt, ið kundi verði
gjørt betri.
– Tað er so við næstan øllum
sendingum. Man arbeiðir døgnið
runt fyri at gera tær klárar, og
endar arbeiðið ikki, fyrr enn man
hevur trýst á send. Og so angrar
man okkurt aftaná. Men man má
bara góðtaka, at man hevur fýra
vikur at gera alt klárt, og so læra at
liva við úrslitinum. Tað er tó aldrin
hent, at ein sending er send, uttan
at hon er klár, sigur Jan Lamhauge.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
Ger støðuna verri
hjá journalistum
Tað vakti ans sunnumorgunin,
tá Øssur Winthereig, ið telist
millum royndastu journalistum
í Føroyum, og hevur eina vikuliga
sending í Kringvarpinum,
umvegis Facebook fanst at
sendingini um Skattamálið.
Spurdur um kritikkin sigur
Øssur Winthereig, at hann skal
uppfatast sum ein fakligur
kritikkur, ið hevur til endamáls
at verja trúvirðið hjá føroyskum
journalistikki.
– Eg gjørdi tað, tí eg haldi
har hava verið feilir í onkrum
av sendingunum, og tað ávirk
aði ikki bara trúvirðið hjá tí
sendingini, men trúvirðið hjá
føroyska miðlaheiminum, greiðir
Øssur Winthereig frá.
Royndi journalisturin er
av tí fatan, at slíkir feilir ikki
bara skaða trúvirði hjá Kring
varpinum, men hjá øllum før
oyskum journalistum, og tí var
neyðugt at siga frá.
– Tað vil eg ikki hava sitandi
á mær sum journalistur, og vil tí
siga hart, at her mugu vit steðga
fyri at fáa støðuna hjá føroyskum
journlistikki upp á eitt slíkt støði,
at fólk taka tað í álvara.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur
fyri Javnaðarflokkin, sum um
vikuskiftið endaði í orðadrátti
við Jan Lamhauge um sendinga
Skattamálið II, ið varð send í
sjónvarpinum í síðstu viku, er
ósamdur við Jan Lamhauge,
tá journalisturin metir, at
fólkatingslimurin kundi bara
havt ringt til hansara, um hann
føldi seg snýttan.
– Hetta er ikki eitt privat mál
millum meg og Jan Lamhauge.
Tað er eitt alment mál. Um ein
almennur stovnur manipulerar,
so er tað eitt alment mál, og
ikki eitt mál millum meg og Jan
Lamhauge, sigur fólkatings
limurin og leggur afturat.
– Eg haldi eisini tað vera
løgið, at tá man loyvir sær
at viðmerkja nakað, ið hesin
almenni stovnurin ger, so fær
man eitt slíkt svar, ið hann gav.
Tað virkar sum, at um nakar
váðar sær at kritisera okkurt hjá
stovninum, so skulu vit sanniliga
hølva viðkomandi av. Tað haldi
eg vera ódámligt.
Er ikki eitt privat mál
– Lat meg fyrst siga, at mín
kritikkur er reint fakligur.
Kritiskur journalistikkur er
neyðugur, og her hevur Jan
Lamhauge givið eitt stórt íkast
við sínum eyðsýndu gravara
evnum. Men, sum eg plagi at siga,
so goymir devulin seg í detaljuni,
og detaljan kann koppa allari
rúgvuni, so trúvirðið og harvið
legitimiteturin hvørvur.
Tað sigur Brynhild Thomsen,
journalistur í Kringvarpinum, tá
hon verður spurd um hví hon um
vikuskiftið fanst at viðgerðina av
skattamálinum á Facebook.
Brynhild Thomsen metir, at
journalistar hava vald, men við
tí fylgir eisini ábyrgd.
– Vit hava vald, og vit hava
ábyrgd og vit skulu vera fair. Mín
kritikkur var í hesum førinum
spesifikkur og vendur móti
viðferðini, sum stjórin á Taks
hevur fingið, sum ikki er etiskt
í lagi, sigur Brynhild Thomsen.
At enda eftirlýsir Brynhild
Thomsen eisini, at KVF vísir, at
sjálvkritikkur finst í stovninum.
– Grundin til, at eg fór al
ment út, hongur saman við,
at eg ikki vil, at tey, sum vilja
KVF og Public Service til lívs,
skulu kunna siga, at eingin
sjálvkritikkur finst, heldur ikki,
tá øll duga at síggja, at farið er út
um mark. Sjálvkritikkur ger KVF
sterkari, ikki veikari, og tí skulu
vit vera meira gávumild við at
viðurkenna mistøk, ikki minst
alment.
Sjálvkritikkur ger
KvF sterkari
– Man arbeiðir døgnið runt fyri at gera tær klárar, og endar
arbeiðið fyrst, tá man hevur trýst á send. Og so angrar man
okkurt aftaná. Men man má bara góðtaka, at man hevur fýra
vikur at gera alt klárt, og so læra at liva við úrslitinum
Mynd: Álvur Haraldsen