hósdagur 30. mars 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. mars 2017
sosialurin 39
3
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1957: Nú fer tað
at verða liðugt
Sum sjáldan hevur fólk fylgt
við víðkanini av strekkium
frá Sparikassanum oman á
Vaglið í Havn.
Hetta arbeiði hevur nú
leingi staðið á og er mestum
liðugt.
Men eftir er at leggja
síðstu hond á verkið, og tað er
m. a. at taka eina lítla herðu
oman av vegnum fram við
ogn Sparikassans.
Hetta verður gjørt við
einum traktori, sum grevur
moldina burtur og hevur tað
gingið skjótt fyri seg.
Útvarpið í 1957
Útvarpsskráin komandi viku:
Í kvøld:
Leygarkvøldsyrkingin, Pól F.
Joensen: Móðurmálið. Meira
um bókadagin
Sunnudagin 10. november:
Kl 9 - Gudstænasta.
Kl 13:30-14:30. Kvøðuljómar
Kl 16-17. Kvøðuljómar
Mánakvøldið 11. november:
Skúlatími.
Tískvølidð 12. november:
Barnasending. Pinoccio
Mikukvøldið 13. november.:
Hvat siga lurtararnir?
Hóskvøldið 14. november.:
Feðgar á ferð
Fríggjakvøldið 15 nov.:
Páll Nolsøe: Um
siglingarsøguna.
Leygarkvøldið 16. nov.:
Goggan spælir
Vit eiga at leingja
flogvøllin til 1600 m
SOSIALURIN 1984
1984: – Tá kunnu vit taka ímóti størri flogførum og av álvara fara undir at útflyta
fiskavørur, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri
S
osialurin skrivaði soleiðis um
flogvallarviðurskifti 23. febr
uar í 1984:
» – Tá tú spyr meg, hvat størsta
ynski mítt erí sambandi við flog
vøllin her í Vágum, so er tað ein
leingjan av vøllinum.
Hetta sigur Finnbogi Niclasen,
flogvallarstjóri, í samrøðu við Sos
ialin. Hann kundi hugsað sær, at
fløgvøllurin varð longdur til 1.600
metrar. Vøllurin er í dag 1.250 metr
ar.
Við longri flogbreyt hevði verið
møguleiki at fingið størri flogvør
hendavegin. Tá hevði borið til at
gjørt meira burtur úr flogfraktini.
her verður serliga hugsað um yms
ar fiskavørur.
Upp á fyrispuring, hvussu nógv
ein slík útbygging fer at kosta, sigur
Finnbogi Niclasen, at tað neyvan
fer at kosta niðan fyri 70 milliónir
krónur.
Sum mannagongdin hevur ver
ið, so rindar staturin hevltina og
landið helvtina.
– So henda útbygging er ikki
størri
projekt
enn,
hvat
eitt
sekundert berghol er.
Finnbogi
Niclasen
heldur
annars fyri, at átroðkandi er at fáa
betri sambad millum flogvøllin og
Streymoynna.
– Skal flogvøllurin liggja her
í Vágoynni í framtíðini, so mugu
vit fáa betri samband millum
Vágoynna og Streymoynna ella við
størrri skipi at flyta ferðafólk og
bilar um Vestmannasund«
Terji Nielsen hevur nógv jørn í eldinum í
Miðlahúsinum. Hóast hann hevur drúgvar
royndir sum journalistur, so fæst hann nú
mest við marknaðaruppgávur og tekur
sær serliga av talgildu lýsingunum. Men
hann er eisini partur av ítróttartoyminum
og fæst nógv við serbløð, sum verða prent
að í Sosialinum og í Vikublaðnum.
Terji kom fyrstu ferð á Sosialin í 1998,
tá sum redaktørur á ungdómsblaðnum
Yngd, sum kom út við Sosialinum.
Hann er útbúgvin lærari frá 1999, og
starvaðist niðri sum lærari á serøkinum
í trý ár. Hann kom aftur á Sosialin í 2004
og var til 2007, tá hann fór á Vikublaðið
og seinni á Dimmalætting. Hann kom
aftur í Miðlahúsið í 2015. Terji og Frida
búgva í Hoyvík og eiga trý børn.
Starvsfólk:
Terji Nielsen
Sosialurin skrivar soleiðis 26.
oktober í 1957:
»Seinasta sunnukvøld var av
fínasta veðri, tá Tjaldrið spaku
liga legði at bryggju í Havn úr
København, men so smátt fór at
drepa, og tað vardi bert eina lítla
løtu, so oysti niður av grimd og
áhaldandi.
Sum vera man royndu ferða
fólk at fáa sær bil heim, tí við
førið mundi vera nóg so tungt at
bera.
Ikki var hugsingur um at fáa
bil. Har vóru bert nakrir heilt
fáir, so tey vóru ikki fá, sum vóru
á kroppi.
Tað eru eini 40 persónsvognar
– taxavognar í Havnini, men tá á
stendur, tá bilar ofta.«
1957: Eingin hýruvongur
at fáa tá Tjaldrið kom
Mynd tikin miðskeiðis í sekstiárunum
Finnbogi Nicalsen,
flogvallarstjóri, hevur
alla umsitingina á
flogvøllinum um hendi.
Har arbeiða í dag 21 fólk.
Samlaða rakstrarætlanin
hjá teimum er 17 mill. kr.
Skráin hjá Sjónvarpsfelagnum í 1984
9
Í 1984 ynsktu tey at leingja
flogvøllin til 1.600 metrar