Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 10 TEMA TEMA Grøðing ANNIKA KUNOY IM H júnini Paula Ólavsdótt­ ir og Albin Johannesen eru úr Klaksvík, og saman eiga tey trý børn. Paula var ógvuliga sjúk meðan hon gekk við øllum børn­ um sínum. Viðgongutíðin var ræðulig – Tað var eitt stríð at fáa dagin at hanga saman, sigur Albin Jo­ hannesen, um tíðina kona hansara Paula gekk við yngsta soni teirra. – Hon spýði illa allan dagin og náttina við, hon arbeiddi ikki og lá í songini tað mesta av tíðini. Tað var sera hart fyri familjuna, sigur hann. Eini fýra mánaðir fyri termin fóru Paula og Albin á møti í Solo Deo Gloria í Klaksvík. Á møtinum verður bjóðað til forbøn, og prædikumaðurin Preben Hansen biður tá fyri teimum. Tey greiða frá, at Preben, í með­ an hann biður, peikar á búkin á Paulu og sigur “nú letur tú mammu tína fáa frið!” og síðani sigur hann við Albin, “Hann fer at siga við teg, ‘babba, kom út og sparka bólt’”. Tey fara síðani heim, og næsta morgunin loypur Paula út á vesið sum vant, tá hon vaknar, men hon var bilsin, tá onki kemur upp. Hon spýði ikki aftur eftir ta forbønina, greiðir hon frá. Eftir hetta Paula greiðir frá, at um páskirnar 2013 situr hon heima og lurtar eftir prædiku, tí hon ikki orkar út á møti. Talan snúði seg um Nóa, sum bygdi eina ørk á einum fjalli, hóast fólkið helt hann vera øran. Talað varð um, at Gud gevur okkum øll­ um lyfti um, at hóast tað, sum vit stríðast við tykist torført í løtuni, so er tað eitt “eftir hetta”. Paula sigur tá við Albin, at fáa tey ein son, so mugu tey kalla hann Nóa, tí tað má verða eitt “eft­ir hetta”. Albin leggur afturat, at tað bleiv ein setningur, sum tey brúktu, tá tað kendist møtimikið í viðgongutíðini. Hvussu møtimikið tað tó veruliga fór at verða, vistu tey ikki tá. Náttina til fríggjadag 10. mai 2013 fekk Paula verkir, og hon átti ein vælskaptan son stutt eftir, at tey komu inn á føðistovuna. Tey ringja heim til Klaksvíkar við gleði­boðum um, at nú er lítli beigg­in komin. Kramparnir byrja Albin greiðir frá, at tey byrjaðu tá at síggja smáar ristingar á hondini á lítla beiggjanum, og tí verður blóðsukurið mált. Seinnapartin fer hann tó at ristast illa, og tá tekur ein sjúkrasystir barnið út og ringir eftir læknanum – síðani varð lítli beiggin lagdur í kuvøsu, og fekk fleiri afturvendandi herðindi og krampaði ofta allan hendan fríggjadagin. Ímeðan hetta hendir, koma foreldrini hjá Paulu og tey eldru børnini á vitjan. Tey sleppa at síggja lítla beiggjan, og foreldrini greiða teimum frá, hví tey ikki sleppa at halda honum, og hví hann hevur hesar ymisku slang­ urnar klistraðar at lítla kropp­ in­um. Hetta var sera tørført hjá systkinum at skilja, og tey vóru hørm um lítla beiggjan, sum tey høvdu glett seg til at halda. Fríggjadagin skannar læknin nýføðingin við ultraljóði, sum vísur hevisli, men hann fær onga diagnosu tá. Læknin gav lítla barninum heilivág, sum skuldi fáa hann at sovna, tí sovnaði hann, so kundi hevilsi leggja seg. Hetta riggaði ikki, og heilin bleiv við at vera hovin. Tímarnir gingu, og leygar­morgunin kom læknin til Paulu og Albin, og segði teimum at lítli beiggin er ein kúllur, hann svev­ur ikki sum hann skal og medi­sinið riggar ikki, greiðir Albin Jo­hannesen frá. Leygardagin tók læknin eina CT skanning av heilanum, og sá tá at vinstra hálvan var sera hovin. Á vinstru heilahálvu var ein homogenur massi– øll hálvan av fylt av massanum, og hetta var ein blóðproppur. Seinni um seinnapartin, tá Albin gongur á gongini á føðideildini kemur ein sjúkrasystur eftir honum, og sigur honum at kona hansara hevur brúk fyri sær. Hann fer tá inn til Paulu, sum situr inni hjá soni teirra. – Tá var tað versnað hjá honum, tí hann hevði fingið ov nógvan heilivág. Hann var givin at anda, og var blivin púra bláur, sigur Paula Ólavsdóttir. Ring eftir presti – Tá hevði læknin longu snakkað við ríkissjúkrahúsið, og vit fingu at vita, at vit skuldu fáa pass til vega og gera okkum klár at fara til Danmarkar. Vit fingu eisini at vita, at um barnið skuldi doypast, so skuldu vit ringja til prest við tað sama, sigur Albin Johannesen. – Vit vóru ikki so von við forbøn og grøðing, áðrenn vit upplivdu tað sjálvi, siga hjúnini Paula Ólavsdóttir og Albin Jóhannesen, sum upplivdu grøðing í tveimum umførum, eftir at biðið varð fyri teimum. Fyrstu ferð varð biðið fyri Paulu, sum var óvanliga sjúk alla viðgongutíðina og síðani fyri lítla nýføðinginum Nóa, sum var føddur við blóðtøppi í heilanum. Gud grøddi Nóa: VAR FØDDUR VIÐ BLÓÐPROPPI Í HEILANUM CT skanningin vísur eina cerebrala apopleksi, sum er ein heilabløðing/blóðtøppur í vinstru heilahálvu