Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 11 Tá ringt verður eftir presti at koma at bráðdoypa eitt barn, so er tað tí, at líkindi eru fyri, at barnið ikki kemur undan við lív­ inum. Albin greiðir frá, at næst kuvøsuni liggur klárt at leggja lítla nýføðingin í respirator. Meðan hann hyggur at kuvøsuni steðgar lítli sonur hansara aftur at anda og verður kølbláur. Tá rennur Albin út á gongina, tí hann orkar ikki meir. Tað verður ringt eftir presti, og mamma Paulu ringir eisini til Preben Hansen, sum bað fyri Paulu, í viðgongutíðini. – Á gongini tekur ein sjúkra­ systur í meg, gevur mær eitt fast klemm og sigur, “pápar kunnu gott gráta!”. Men eg orkaði ikki eingongd tað, sigur Albin Johannesen. Preben Hansen kom við tað sama, og tey fóru at biðja saman. Síðani kom sjúkrahúspresturin eisini at doypa barnið. Presturin spyr, um foreldrini hava valt navn, og tey vistu bæði at navið skuldi verða Nóa, tí tey vildu hava eitt “eftir hetta”. Mirakulið Nóa Síðani sluppu tey inn til Nóa. Tríggjar sjúkrasystrar komu við. Ein teirra var ábyrgdarhavandi, men hinar báðar høvdu spurt, um tær kundu vera við til løtuna. Tá tey komu inn, lá lítla barnið og skimaðist og hugdi. Tey sungu sálmin eftir Kingo “Rita navn Títt mær í hjarta”, og síðani doypti prest­ur lítla Nóa. Eftir at Nóa varð doyptur, leggur Preben Hansen hond sína á beinið á Nóa og biður fyri honum, greiðir Albin Johannesen frá. – Eg minnist ikki hvat hann segði, men vit grótu øll. Alt angist, øll ivan og alt tað vemmiliga var burtur eina løtu. Eg veit ikki hvat hendi, men Guds friður fylti rúmið, sigur Albin Johannesen. Nóa fekk tá herðindi enn einaferð í nøkur sekund. Ein av sjúkra­systrunum kýndi honum um beinið, og síðani steðgaði krampin. Hendan leygardagin um nátturðatíð varð Nóa grøddur, og hann hevur ongantíð krampað síðani, greiðir Paula frá. Í klaksvík sótu foreldur Paulu heima og bíðaðu eftir boðum um, at nú skuldu tey til Danmarkar. Avtalan var at møta sjúkrabilinum í Kollafirði og geva teimum passini og viðføri har. Hesi boðini komu ongantíð, greiðir Albin frá, tí nú var danmarksferðin avlýst. Fingu son sín aftur Sunnudagin – dagin eftir undrið – sluppu foreldrini at halda Nóa aftur, fyri fyrstu ferð síðani hann varð føddur náttina til fríggjadag. Tey greiða frá, at tað var ein ólýsandi kensla endiliga at sleppa at halda í lítla barninum, sum fyri bert tímum síðani hevði bart fyri lívinum. Tað gekk skjótt framá hjá Nóa, og seint sunnukvøldið kemur ein sjúkrasystur inn eftir Paulu, tí nú leitaði Nóa og vildi súgva. Hon slapp tá at leggja hann til fyri fyrstu ferð, síðani hon átti hann. – Tær høvdu gjørt lenistólin kláran og Nóa seyg við tað sama. Tá tað byrjaði at ganga gott, so gekk tað gott við fullari ferð, sigur hon. Hann byrjaði at koma seg, virðini sóu betur út og hann ern­ aðist. Tá Paula og Albin høvdu lært fyrstuhjálp til nýføðingar sluppu tey heim við Nóa, bert seks dagar eftir, at hon hevði átt hann. Serfrøðingarnir bilsnir Nóa hevur verið til kanningar – bæði í Føroyum og í Danmark – í fleiri umførum. Millum annað vóru Paula og Albin við Nóa hjá neuropædiskum serfrøðingi, sum kannaði kann, tá hann var fýra máðanir gamal. – Neuropædiski serfrøðingurin var næstan skuffaður, flennir Albin. – Hann segði okkum, at høvdu vit lagt 10 nýføðingar á røð, hevði hann ikki peikað á Nóa sum tann, ið hevði havt blóðpropp í heilanum. Vit hava ikki verið aftur hjá tí serfrøðinginum, tí læknin sá ongan tørv á tí, leggur Paula afturat. Nóa hevur eisini verið í MR skannara á Ríkissjúkrahúsinum undir fullari doyving, og MR skanningin staðfestir, at Nóa hevur havt blóðtøppin. Hendan skanningin er ein gjøllari lýsing í mun til CT skanningina, sum var gjørd tá Nóa var á føðideildini, og við MR skanningini sæst nágreiniligt hvar skaðin er. – Men myndirnar frá MR skann­ ingini samsvara ikki við drongin, sum hann er í dag, sigur Albin Jo­ hannesen. Sama støða er hjá fysiotera­ peut­inum, sum ongar menn­ingar­ trupul­leikar dugur at finna hjá Nóa, greiða tey bæði frá. Vit eru takksom Paula og Albin greiða bæði frá, at tey hava takkað ja til øll tilboð um kanningar, og tær hava allar staðfest tað, sum tey longu vita, tí onki hevur verið, at sett fingur á í menningini hjá Nóa. Tey siga, at hóast sterku upp­ livingina á føðideildini, so stríðast tey eisini við bardagan millum trúnna og vitið. Ivin sníkir seg inn viðhvørt, men síðani forbønina tann leygardagin hava tey ongantíð ivast í, at Gud grøddi son teirra. – Vit vita ikki hví Nóa varð grødd­ur og onnur ikki, men vit taka onki fyri givið longur. Hetta hevur lært okkum at vera eyðmjúk fyri tí lívinum, sum vit hava . Vit hava lært at steðga á, og geva okk­ um stundir og at liva í samfelag við Gud, sigur Albin Johannesen til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Nóa verður fýra ár 19. mai og er í dag ein glaður og vælnøgdur drongur. Serfrøðingarnir finna ongar trupulleikar í menningini hjá Nóa Nóa liggur í kuvøsu á føðideildini á Landssjúkrahúsinum og hevur fingið staðfest blóðpropp í vinstru heilahálvu