hósdagur 30. mars 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
12
12
TEMA Grøðing
Sterkasta bønin
er eitt suff
DANJAL AV RANA
A
rmgarð Arge hevur
seinastu 30 árini havt
sendingar um átrúnað
og lívsviðurskifti. Hesi
árini hevur hon havt mong fólk í
studio, sum hava greitt frá, hvussu
tey eru grødd. Sjálvt er hon ikki í
iva.
– Eg haldi tað ber til. Eg ivist
ikki í, at undur henda enn í dag,
sigur Armgarð Arge.
Hon sigur, at hennara gestir
hava altíð greitt frá hendingunum
mong ár seinni. Onkrar hava fest
seg meiri enn aðrar, men allar hava
verið áhugaverdar. Hon vísir á,
sum nógv onnur eisini hava sagt,
at tað vísir seg ofta, at tað ikki altíð
er neyðugt at hava eina trúgv.
Sjálv óttast hon kortini, at fólk
eru farin at brúka Gud sum eina
automat.
– Vit seta tað nærmast fram
sum eitt krav, at nú skal Gud
grøða okkum, gera eitt undur fyri
okkum. Gud er nærmast vorðin
ein sirkusklovnur, og vit skulu
vísa okkara undur fram. Tað
haldi eg ikki er rætti holdningurin.
Hvussu ofta biðja vit um, at Gud
skal broyta okkara sinni, at gera
okkum til eitt betri menniskja,
spyr Armgarð Arge.
Lívið er eitt puslispæl, sum
aldrin liggur sum tað skal, syngur
Kári P í sanginum Villar Víddir.
Eitt, sum veruliga kann órógva
bitarnar í puslispælinum er júst
sjúkan, og hon rakar okkum øll í
størri ella minni mun. Armgarð
Arge spyr, um vit kanska hugsa so
nógv um sjúkuna, at vit gloyma,
at Gud eisini er til staðar, tá vit
eru sjúk.
– Sjálvandi skulu vit berjast
móti sjúkuni við øllum vit hava.
Sjálvandi er fyrsta bønin, at eg
skal gerast frísk. Men hví biðja
vit ikki “Verið Vilji Tín?” Tað kann
vera, at vit kunnu læra Gud betur
at kenna gjøgnum sjúkuna, sigur
hon.
Minst til Gud teir
góðu dagar
– Tá alt gongur gott, hava vit lyndi
til at gloyma Gud, vit gloyma at
takka Honum. Kortini, tá okkurt
gongur galið eru vit skjót at seta
ákærur fram móti honum. Hví
vardi hann ikki? Hvar er Gud nú?
Eg haldi vit mugu minnast til, at
vit kunnu brúka Gud sum sparr
ingspartnara gjøgnum alt lívið,
ikki einans, tá á stendur, sigur
Armgarð Arge.
Armgarð Arge sigur, at hon
er eitt sindur skeptisk til grøð
ingarmøti og at fólk tysja fram til
almenna forbøn.
– Eg óttist, at onkur dettur
niður ímillum. Fólk vera sera
eksponerað og øll síggja, um tú
ikki verður frískur. Tá er eisini
skjótt, at man byrjar at hugsa,
um tað var mær, tað var okkurt
galið við. Hví bleiv eg ikki grødd,
men grannin bleiv frískur, sigur
Armgarð Arge.
Sjálvandi gleðist hon um øll,
sum verða grødd, um tað er á
grøðingarmøtum í eini fullsettari
ítróttarhøll, á sjúkrahúsinum, tá
onkur biður fyri tær, ella heima
hjá tær sjálvum.
– Vit mugu minnast til, at tín
egna bøn eisini hevur kraft. Tú
kanst eisini blíva grødd heima
hjá tær sjálvari, í køkinum. Nýggja
Testamenti lærir okkum jú, at
eingin millummaður er longur, at
vit hava beinleiðis atgongd til Gud,
sigur hon.
– Kanska gera vit tað ov torført
sjálvi. Kanska halda vit, at so nógv
skal til. Men sterkasta kristna
bønin er eitt suff ella stutta bønin
“Hjálp,” sigur Armgarð Arge.
Júst hendan persónliga bønin
er nakað, sum Armgarð Arge sjálv
leggur stóran dent á.
– Vit eru so upptikin av at
reka sjúkuna burtur, men hvar
er blivið av friðinum og kvirruni?
Einki varir ævigt, ei heldur hendan
sjúkan. Vit hoyra eisini um nógv,
sum finna Gud í myrkrinum, beint
áðrenn dimmalætting, sigur hon.
Tað er ein ávís hjálp at finna
júst í tí at seta orð á tína plágu.
– Tað er sum tá børn hava
marruna. Tá tú fært tey at greiða
frá, hvat tey hava droymt, er
tað sum at tað ræðuliga verður
avmystifiserað, og so óttast tey
ikki longur. Summi okkara ganga
við svárum trupulleikum og tung
um byrðum, men siga ongum frá.
So fær tað rúm at veksa og gerst
til stress. Lat okkum heldur seta
orð á, tað verið seg í bøn ella á
annan hátt, og leita, ikki bara eftir
grøðingini ella gávuni, men eisini
eftir honum, sum gevur okkum
gávuna, sigur Armgarð Arge.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
– Vit mugu ikki gloyma, at Gud eisini hoyrir okkara egnu bønir í køkinum. Gud
má ikki gerast ein sirkusklovnur, sum vit krevja grøðing frá, sigur Armgarð Arge
Í 30 ár hava fólk greitt
Armgarð Arge frá, hvat
er hent teimum. Eg ivist
ikki í, at undur henda
í dag, sigur hon