Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 13 Farið út á sjúkrahúsini DANJAL AV RANA H eini Reinert sigur, at sjálvandi eru fólk frælsi at leita sær hjálp og ugga, har tey sjálvi vilja, og tey eru fræls at nýta sín pening, sum tey vilja. Men, ger hann greitt, okkurt av tí er ikki annað enn svindul. – Tað gerst ikki ein trupulleiki, fyrr enn fólk forsaka vanliga viðgerð, tí tey heldur leita sær til ein grøðara. Tá fólk ikki vilja geva barninum heilivág, tí at Gud skal grøða barnið, tá er tað álvarsamt, sigur hann. Heini Reinert er ikki í iva um, at søgurnar hjá Hans Berntsen um, at bein vaksa út, eru fupp. – Tú kanst fara á youtube og síggja videobrot um, hvussu hetta verður gjørt. Eg haldi, at fólk skulu spyrja seg sjálvi, hvussu nógv fólk veruliga munnu ganga runt við beinum av ymiskari longd, uttan at vita av tí. Tað eru heilt víst fólk, sum hava bein av ymiskari longd, men sjáldan er tað ein trupulleiki. Og um tað var, so hevði tú vitað tað, sigur Heini Reinert, sum heldur, at hetta er harmleyst, men líka fult immoralskt. – Serliga, um peningurin er inni í myndini, tí sum oftast rindar tú fyri sokallaðu viðgerðina, antin beinleiðis ella óbeinleiðis, sigur hann. Gudloysingar trúgva ikki upp á Gud og tí er Heini Rein­ert sannførdur um, at allar grøð­ing­ arnar hava aðrar frágreiðingar. Ein vanlig frágreiðin er sonevnda placebo-effektin. Hon sigur í stutt­ um, at tú kanst lumpa heilan til at halda, at tú fært tað betri av ávísum heilivági ella til dømis for­bøn. – Placebo-effektin hevur tó ávísar avmarkingar. Tað kann vera, at tú fært tað betri í sinninum, um tú keypir nakrar humørsteinar ella at høvuðpínan forsvinnur, men placebo-effektin kann ikki grøða álvarsamar sjúkur, sum til dømis krabbamein, sigur Heini Reinert. Heini Reinert sigur, at eitt ella annað stað, so er hetta alt skaðiligt. – Sjálvt tað, sum er harmleyst, men líka fult skeivt, er við til at geva legitimitet til stórsvindlararnar, sum siga, at teir kunnu grøða fólk frá krabbameini og sukursjúku, álvarsomum sjúkum, sum fólk kunnu doyggja av, um tey ikki fáa rætta viðgerð. Tað er farligt, um fólk velja at trúgva, at Gud skal grøða tey, heldur enn leita sær læknaliga hjálp, sigur hann. Heini Reinert gleðist tó um, at fólk hava fingið tað betri, um tey hava tað, eftir forbøn. – Gav eg mær meiri far um tað, so hevði eg tó kravt meiri prógv, áðrenn eg trúði, at talan var um andaliga grøðing. Eg má fáa meiri prógv enn bara eina søgu. So kann tað vera, at tey fingu tað betri orsaka av placebo-effektini. Tað kann vera onkur onnur frá­greið­ ing, men alt í alt, so hevði mær tørva betri prógv enn eina søgu her og har, sigur hann. Heini Reinert hevur eina áheitan á tey, sum siga seg kunna grøða sjúk. – Um teir veruliga kunna tað, teir siga, hví fara teir so ikki út á sjúkrahúsini, og hví fáa teir ikki limir at veksa út, heldur enn bara at forleingja bein, sigur Heini Reinert, gudloysingur. DANJAL@SOSIALURIN.FO Um teir veruliga kunna tað, teir siga, hví fara teir so ikki út á sjúkrahúsini, og hví fáa teir ikki limir at veksa út, heldur enn bara at forleingja bein, sigur Heini Reinert, gudloysingur