Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 GUD KANN OG YNSKIR AT GRØÐA TEMA TEMA Grøðing DANJAL AV RANA E g trúgvi, at Gud grøðir í dag, og eg trúgvi, at Gud vil grøða, at hann ynskir at grøða í dag, sigur Poli Jacobsen, samkomuleiðari í Lívsins Orð í Saltangará. Hjá honum er eingin ivi. Gjøg­num nógv ár sum virkin í samkomulívi hevur hann sæð nógv menniskju blíva grødd eftir forbøn. – Gud grøðir, tí hann elskar menn­iskju. So einfalt er tað. Jesus er opinberingin av Gudi. Við at hyggja at lívi Jesusar síggja vit, hvat Gud vil, hvat hansara hjarta­lag er. Gud ynskir at bjarga menn­iskjum bæði so og so. Hann ynskir at hjálpa, bæði likamliga og mentalt, sigur Poli Jacobsen. Sannføringin hjá samkomuleið­ aranum er sum vera man grundað á Bíbliuna. Hann greiðir frá, at gjøgnum alt lív Jesusar er heilt greitt, at ein stórur partur av hans­ ara tænastu er at grøða tey sjúku. – Fleiri støð í Nýggja Testa­ menti síggja vit smáar saman­ dráttir av, hvat Jesus gjørdi. Trý orð ganga aftur og aftur. Hann lærdi, prædikaði og grøddi øll, sum komu til hansara. Í eini søgu skrivar matteus, at Jesusi tókti hjartaliga synd í fólkinum, og grøddi tey. Einasta fortreytin fyri at fáa hjálp frá Jesusi var, at tú hevði ein tørv, og at tú komst til hansara, greiðir Poli Jacobsen frá. Gud grøðir í dag Eitt er, at Jesus, sonur Guds, kundi grøða menniskju, men er nøkur orsøk at halda, at hetta skal kunna henda tann dag í dag? – Ja, tað haldi eg heilt víst. Vit síggja longu í evangeliunum og ápostlasøguni, at onnur enn Jesus biðja fyri fólki og tey gerast frísk. Jesus sendi lærisveinarnar út at gera tað sama sum hann, at leggja hendurnar á tey sjúku, og tey skuldu blíva frísk, sigur Poli Jacobsen. Tað er nevni­vert at leggja til merkis, at evangel­isturin Lukas, sum eisini skrivaði Ápostla­ søguna, sjálvur var lækni. Mett verður, at okkurt um ein triðingur av tekstinum í Ápostlasøguni er um grøðingar, umframt onnur undur. – Vit síggja eisini, at hetta ikki er avmarkað til upprunaligu lærisveinarnar heldur. Elstu kirkju­fedrarnir siga eisini frá grøð­ingum og allan vegin upp gjøgnum kirkjusøguna síggja Poli Jacobsen: – Guds hjartalag er at gera menniskjum væl. Eg ivist ikki í, at Gud grøðir enn í dag, hóast ikki øll, vit biðja fyri, blíva grødd, sigur Poli Jacobsen, úr samkomuni Lívsins Orð FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39