hósdagur 30. mars 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
15
vit, at tey kristnu hava biðið fyri
teimum sjúku, og tey eru blivin
frísk, greiðir hann frá.
– Eg trúgvi tí heilt víst, at enn
í dag kunnu kristin biða fyri
sjúkum og tey kunnu gerast frísk.
Sami Heilagi Andi, sum virkaði í
lærisveinunum, virkar nú í okkum,
sigur hann.
Tað er tó ein sannroynd, at
meðan vit síggja, at á Jesusar døg
um blivu øll, sum komu til hansara
grødd, so er tað ikki soleiðis í dag,
at øll lbíva grødd. Poli Jacobsen er
ikki bangin fyri at siga, at hann veit
ikki, hví so er.
– Ein orsøk kann vera vantrúgv.
Vit síggja til dømis, at Jesus, tá
hann var í Nazareth, varð avmark
aður. Har stendur, at hann kundi
ongar kraftargerðir gera har, uttan
bert at hann legði hendurnar á
nøkur fá sjúk og grøddi tey, sigur
hann. Kanska kendu tey hann
ov væl, kanska høvdu tey ov lítla
trúgv til, at hann kundi gera nakað.
Mugu vænta svar
Poli Jacobsen heldur at júst vænt
anin um, at nakað kann henda, er
týdningarmikið hjá teimum, sum
koma til forbøn. Í samkomuni
Lívsins Orð í Runavík, eins og í
mongum av fríkirkjunum í Føroy
um, verður regluliga boðið fram til
forbøn í samband við møti.
– Eg trúgvi fult og heilt upp at
Gud er mentur at grøða og at hann
ynskir at grøða. Tí vænti eg eisini,
at okkurt fer at henda, tá eg fari til
forbøn ella tá eg biði fyri fólki. Vit
síggja eisini javnan, at fólk verða
grødd á møtunum hjá okkum,
men eisini, at ikki øll blíva grødd.
Tað er ein góður spurningur, hví so
er, men eg havi einki einfalt svar,
greiðir samkomuleiðarin frá.
Onkur heldur við, at um for
bøn virkar so væl, so burdu grøð
ingarprædikantarnir farið ein túr
út á Landssjúkrahúsið at biðið fyri
teimum sjúku har. So kundi man
samstundis spart eitt sindur av
peningi á fíggjarlógini.
– Tað er tó ikki soleiðis, for
bønin riggar. Mint til dømi við
Jesusi í Nazareth. Tey trúðu ikki,
at hann kundi, og tí legði hann
bara hendurnar á nøkur fá sjúk
og grøddi tey. Onkuntíð ger Gud
nakað, uttan at vit vænta nakað,
men eg haldi, at tað er meiri und
antakið enn regulin, sigur hann.
Poli Jacobsen ivast ikki í, at
okkurt býtt er gjørt í sambandi
við grøðingarmøtir,
– Tað er væl møguligt, at onkur
ikki hava verið so vís og hava
givið ov høgar forvæntningar,
men samstundis, so ivist eg ikki
í, at júst væntanin um, at okkurt
fer at henda, er neyðug. Gleðiboð
skapurin er jú ein boðskapur um
vón um, at Gud vil tær væl, sigur
hann.
Hetta er Guds hjartalag
– Minst til, at Gud ynskir ikki, at
nakar skal liva við sjúku ella í neyð.
Sjúka, neyð og elendigheit er ikki
ein partur av skapanarverkinum.
Tað kom inn í heimin við tí ónda.
Guds hjartalag síggja vit í lívinum
hjá Jesusi, sum gekk um, gjørdi væl
og hjálpti øllum. Nú hevur hann
biðið tey kristnu gera tað sama. Tí
eiga vit eisini at reisa okkum upp
og berjast móti sjúku og neyð og
vænta, at Gud fer at virka gjøgnum
okkum, sigur Poli Jacobsen, sum
eisini heldur, at partur av orsøkini
til, at vit ikki síggja fleiri fólk blíva
frísk, er at samkoman sjálv ikki
hevur størri væntanir til Gud.
– Tað er ein søga um Thomas
Aquinas og Innocent 4., páva.
Thomas Aquinas var á vitjan hjá
pávanum, sum vísti honum alt
ríkidømi, sum kirkjan hevði savnað
saman. “Tíðin er ikki longur, har vit
kunnu siga, silvur og gull havi eg
ikki,” segði pávin og vísti til søguna
í Ápostlasøguni 3, tá Pætur og
Jóhannes møta hinum lamna við
Føgrudyr. “Nei,” svaraði Thomas
Aquinas, “men nú kunnu vit heldur
ikki siga sum lærisveinarnir, “Reis
teg og gakk.” Thomas Aquinas
vildi við hesum siga, at kirkjan
hugsaði ov nógv um tað tímiliga í
mun til tað andaliga, og tað er væl
møguligt, at støðan er hin sama í
dag, sigur Poli Jacobsen.
Hvat skal so til, fyri at
ein kann blíva grøddur?
– Eg plagi at siga, at tvey ting skulu
til. Annað er ein kraft yvir teimum,
sum biðja. Øll kristin hava fingið
boð um at biðja fyri teimum sjúku
og lyftið um, at tey skulu blíva
frísk. Hinvegin, so eru nøkur, sum
hava fingið eina serliga gávu at
biðja fyri sjúkum. Hans Berntsen,
sum var í Føroyum herfyri, er ein
sovorðin. Og sum nevnt omanfyri,
so mugu tey, sum skulu taka ímóti,
hava eina væntan um, at okkurt fer
at henda, sigur Poli Jacobsen.
Grøðingarprædikantar verða
ofta settir í sambandi við peninga
prædikantar, men har er Poli Ja
cobsen eiðasørur. Peningur hevur
einki við grøðing at gera.
– Hetta er ein gáva, sum vit
hava fingið fyri einki, og sum vit
skulu lata fyri einki. Vanliga verður
peningur samlaður inn á møtum,
men tað er sum oftast einans
fyri at dekka ávísar úreiðslur.
Prædikumaðurin skal eisini hava
okkurt at liva av. Men um peningur
og status er drívmegin, so ert tú á
skeivari leið. Tað er einki samband
millum kekkin og grøðingina, tí tú
kanst ikki keypa Guds kraft, sigur
Poli Jacobsen.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
– Eg trúgvi heilt víst, at
enn í dag kunnu kristin
biða fyri sjúkum og tey
kunnu gerast frísk, sigur
Poli Jacobsen, sum gongur
í Lívsins Orð í Saltangará