hósdagur 30. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
16
HJÚNASKILNAÐUR OG BØRN
BARBARA HOLM
T
að eru eingi hagtøl fyri,
hvussu nógv børn liva
sum skilnaðarbørn, men
í og við at hjúnaskilnað
artalið hevur ligið um 80 tey sein
astu árini, er lítið at ivast í, at hetta
merkist aftur í samfelagnum.
Í 2016 er tó ein stór broyting at
síggja. Einans 45 hjúnaskilnaðir eru
í skipanini hjá Ríkisumboðnum, og
tað er umleið ein hálvering í mun
til undanfarin ár. Hetta talið er ikki
heilt eftirfarandi, tí tað eru nøkur,
sum verða skild gjøgnum rættar
skipanina á hvørjum árið. Men tey
eru altíð minni enn 10, upplýsa tey
hjá Ríkisumboðnum, og sostatt
broytir hetta ikki gongdina mun
andi.
Fjølbroytta familjumynstrið
krevur, at hugsað verður um,
hvørja avleiðingar val og frával
hava fyri børnini. Mangan hava
syrgiligar søgur um skilnaðarbørn
verið at lisið í føroyskum miðlum,
og eingin ivi er um, at ein skilnaður
er ein hørð tíð fyri tær familjur,
sum tað hendir fyri. Men kortini
er ein nýggj svensk kanning,
sum vísir, at tað ber væl til at
fáa børnini at trívast og hava ein
gevandi ungdóm, hóast foreldrini
eru farin hvør til sítt.
Svenska CHESS – sum stendur
fyri Center for Health Equity
Studies, hevur gjørt fleiri stórar
kanningar millum børn í 10-18 ára
aldri, og tær vísa, at skiftandi bú
stað hjá báðum foreldrum er tað
besta.
Í mong ár hevur kjakast verið
um, hvat best er fyri skilnaðarbørn,
tá ið umræður búgving. Í Danmark
hevur nógv verið skrivað um, at 7-7
ætlanin (7 dagar hjá mammu, og 7
dagar hjá pápa) er tann ringasta, tí
tað er sum at hava eitt dupult lív.
Kanningarnar hjá CHESS taka
ikki støðu til, júst hvør bústaðar
ætlan er tann besta, men tey vísa
á, at tað at skifta millum bæði for
eldrini er tað besta.
– Teir trupulleikar, sum stand
ast av at flyta millum tvey heim,
tykjast undirornaðir í mun til teir
fyrimunir børnini fáa av, at hava
dagligt samband við bæði foreldr
ini, sigur Malin Bergstrøm, sálar
frøðingur og granskari handan
verkætlanirnar, við forskning.se
Víðari staðfestir hon, at tað er
ein ræðsla fyri at skifta bústað
og tað serstakliga hjá barnasálar
frøðingur, tí meint verður, at tað
kann skapa stóra strongd og rót
loysi hjá børnunum.
– Í øllum kanningunum vit hava
gjørt vísa úrslitini, at børn, sum
búgva skiftivís hjá báðum for
eldrum, tykjast munandi minni
strongd enn tey, sum ikki flyta í
millum. Tað er enntá so, at tey hava
góð vinarsambond, sigur hon.
Malin Bergstrøm og hinir
granskararnir hava samanborið
børn, sum liva í kjarnufamiljum við
tey, sum búgva hjá báðum foreldr
um skiftivís, og so tey, sum mest
búgva hjá tí eina foreldrinum, og
tey, sum bert búgva hjá tí eina for
eldrinum.
Kjarnufamiljurnar vinna
Kanningarnar vísa, at børn í
kjarnufamiljum eru best fyri, tá
ið umræður heilsu og annars al
menna støðu. Hetta seinni sipar
til tað, sum er mest relevant fyri
barnið í gerandisdegnum. Til dømis
hvussu barnið sær seg sjálvan,
hvussu sambandið er við foreldrini
og hvussu skilið er í skúlanum og
við vinfólkum. Heilsan metir um
bæði kropsliga og sálarliga heilsu.
Kanningarnar vísa, at børn í
kjarnufamiljur eru best fyri heilsu
liga, meðan tey, sum búgva hjá báð
um foreldrum
skiftivís
eru
beint í hølunum.
Tey børn, sum liva mest
hjá tí eina foreldrinum, eru nakað
aftanfyri reint heilsuliga, og tey,
sum bert liva hjá tí eina foreldrin
um eru ringast fyri.
Til dømis hava 16 prosent av
gentunum í kjarnufamiljum svøvn
trupulleikar, meðan 18 prosent er
talið fyri gentur, sum búgva skifti
vís hjá báðum foreldrum. Talið er
21 prosent hjá teimum, sum búgva
mest hjá tí eina foreldrinum, með
an tað er 23 prosent hjá teimum,
sum búgva bert hjá eina foreldr
inum.
Í heila tikið vísir kanningin, at
skilnaðardreingir serliga hava tað
betur, um teir búgva skiftivís hjá
báðum foreldrunum.
– Eg haldi børn eru væl før fyri
at umstilla seg. Um barnið livur í
ein
a r i
familju,
har foreldr
ini eru nøgd við
sítt lív og tað ikki eru stór
ir kensluligir trupulleikar, sum til
dømis at eina foreldri er rýmt, so
haldi eg barnið góðtekur at flyta í
millum. Tað, sum merkir børn er,
um eina foreldri hvørvur uttan at
man veit hví. Ella um konfliktir eru
í familjuni, sigur Malin Bergstrøm
við forskning.se
Hon og hennara toymi staðfesta
at enda í teirra kanning , at tað er
ikki einans bústaðarviðurskiftini,
sum gera av, hvussu børnini eru
fyri. Eisini er tað umráðandi, um
foreldrini eru nærverandi og stuðl
andi fyri barninum, og um tey hava
stýr á sínum egna lívið, sigur hon.
KELDA: FORSKNING.SE
Familjusamansetingarnar eru nógvar í tali nú vit skriva 2017. Fyri
kanska 50 árum síðani var kjarnufamiljan at kalla tann einasti
familjuformurin, sum varð at síggja. Í dag er støðan munandi
øðrvísi. Ein tann størsta broytingin er, at nógv børn í Føroyum
liva sum skilnaðarbørn, har foreldrini eru farin hvør til sítt.
Svenskir
granskarar síggja
mun á børnunum
16 prosent av gentunum í kjarnufamiljum
hava svøvntrupulleikar, meðan 18 prosent er
talið fyri gentur, sum búgva skiftivís hjá báðum
foreldrum. Talið er 21 prosent hjá teimum, sum
búgva mest hjá tí eina foreldrinum, meðan
tað er 23 prosent hjá teimum, sum
búgva bert hjá eina foreldrinum.
TALIÐ AV HJÚNASKILNA
MINKAÐ MUNANDI
Færri skiljast: