hósdagur 30. mars 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
17
BARBARA HOLM
Hjúnaskilnaður hevur sjálvsagt sera stóra
ávirkan á børnini í familjuni, eins og tað rakar
tey vaksnu í og rundan um familjur eisini.
Men ein nýggj kanning, sum kann lesast
aðrastaðni á síðuni vísir, at hjúnaskilnaður
hevur sera lítla ávirkan á børn, um foreldini
bæði spæla ein eins stóran leiklut í lívinum
hjá børnunum.
Tað eru nógvar orsøkir, til at tað kann
vera so, heldur Kathrina Lindenskov Holm.
Hennara royndir á økinum eru, at megna for
eldrini at einast, so skulu børnini nokk koma
heilskapað burturúr einum hjúnaskilnaði.
– Vit mugu býta upplivingina í tveir partar.
Eitt er fyrsta tíðin eftir hjúnaskilnaðin, og
hitt er restin av framtíðini sum familja, sigur
Kathrina Lindenskov Holm.
Tí í byrjanini vilja øll børn reagera hart upp
á tann broytta veruleikan.
Fyrsta tíðin eftir skilnaðin
Kathrina Lindenskov Holm er sannførd um,
at børn altíð fara at hava tað trupult fyrstu
tíðina, tá ið foreldrini í kjarnufamiljuni fara
hvør til sítt.
– Tað er givið, at í byrjanini reagera børn.
Summi gerast útfarandi, meðan onnur fjala
seg inni í sær sjálvum, vísir sálarfrøðingur á.
Tann tíðin er merkt av ótta fyri, hvat lívið
nú er.
– Tí er umráðandi, at foreldrini gera
burturúr at forklára børnunum, at tey kunnu
framvegis hava sítt lív, ganga í skúla, hava
vinir og so framvegis. Tey hava tørv á at vita,
júst hvat fer at henda, tí børn eru ógvuliga
kontakt hugsandi, sigur Kathrina Lindenskov
Holm.
Ein annar spurningur, sum viðkemur
fyrstu tíðini eftir skilnað er, hvussu
samfelagið og foreldrini rúma reaktiónunum
hjá børnunum.
– Tey mugu fáa pláss at reagera og at vera
merkt av støðuni. Summar børn tola, at man
biður tey bara góðtaka, at nú er lívið broytt
soleiðis. Men onnur uppliva tað ógvuliga
særandi og ótrygt. Tí er umráðandi, at man
rúmar teimum kenslunum, sum børnini hava,
sigur Kathrina Lindenskov Holm og vísir á, at
børn eru eins ymisk og foreldur.
– Sjálvandi er tað ymiskt, hvussu
hjúnaskilaður ávirkar børn, eisini í byrjanini.
Tí eins og vit vaksnu hava børn ymiskar per
sónligheitir og reagera tí alt eftir, hvussu
tey eru sum menniskju, sigur Kathrina
Lindenskov Holm.
Restin av lívinum
Tá ið fyrsta reaktiónin hevur lagt seg, og
nýggi mátin at liva saman sum familja er
vorðin dagligdagur, so er støðan ein onnur.
Og tá Kathrina Lindenskov Holm skal lýsa
sínar royndir á økinum hesum viðvíkjandi,
tekur hon undir við tí kanning, sum er prent
að aðra staðni her á síðuni.
– Tá ið lívið skal fáast á rættkjøl aftur,
er sjálvandi nógv best fyri barnið, at hava
eins nógv samband við bæði foreldini, sigur
Kathrina Lindenskov Holm.
Her ræður um, at tey vaksnu framvegis
taka ábyrgd av samveruni við barnið, og ikki
lata vavið av sambandinum við eina foreldri
vera upp til barnið at gera av.
– Vit síggja onkuntíð, at til dømis pápin
sigur við barnið “tú skalt bara ringja, tá tú
vilt koma til babba”. Tað er alt í lagið, men
tað er umráðandi, at tað er pápin, sum eigur
høvuðsábyrgdina av at halda samband
við barnið og ikki øvugt, sigur Kathrina
Lindenskov Holm.
Aftur her er umráðandi at gera greitt, at
børn eru ymisk og tí reagera sera ymiskt. Tann
mest avgerandi faktorurin í, um familjan lærir
at liva saman upp á tann nýggja mátan er, at
foreldrini leggja stríðsøksirnar.
– Um foreldrini duga at samstarva, so
eru mínar royndir, at børnini eisini læra og
góðtaka nýggja lívsstílin. Tað er munandi
verri, tá ið barnið skal uppliva klandur ella
ringt huglag millum foreldrini, staðfestir sál
arfrøðingur.
Klandur hendir í øllum
samfelagsløgum
Vit hoyra mangan um klandur og stríð millum
fráskyld, tá ið umræður alt at kalla alt, sum
hevur við samstarvið at gera.
– Tað er eingin ivi um, at vit síggja
illa fungerandi fráskyld fólk í øllum
samfelagløgum. Tað er ikki nakað, sum er
avmarkað til einans ein samfelagsbólk, sigur
Kathrina Lindenskov Holm.
Og avleiðingarnar av hesum eru mang
an, at børnini eru tapararnir í síðsta enda.
Kanningin, sum er at síggja aðrastaðni á
síðuni vísir, at granskarar síggja mun á
børnum, tá ið umræður alt frá samband við
vinfólk, ímynd av sær sjálvum og hvussu
relatiónin er við foreldrini.
– Kanningar vísa, at børn hjá støkum
uppihaldarum eru ringast fyri sosialt. Men
tað eru sanniliga eisini nógv børn hjá hesum,
sum eru óalmindeliga vælfungerandi. Og
samstundis eru fleiri børn í kjarnufamiljum,
sum ikki eru so vælfungerandi. Tað mest
umráðandi eru tey ella tann vaksni í familjuni,
og hvussu hesi megna at menna og uppala
børnini, sigur Kathrina Lindenskov Holm.
Pápafelagið
fingið
luft undir
veingirnar
Fyrr í mánaðinum varð
Pápafelagið stovnað.
Felagið hevur til
endamáls at varpa ljós
á rættindi hjá pápum í
Føroyum. Stigtakarar
til felagið upplýsa fyri
Vikuskiftis Sosialinum,
at tað eru 200 limir í
felagnum higartil.
Kathrina Lindenskov
Holm, sálarfrøðingur
vísir í hesum sambandi
á, at tá ið ein pápi, sum
ikki hevur samband
við barnið, ætlar sær
inn í lívið hjá barninum
aftur, so er umráðandi,
at fara stillisliga fram.
– Man má geva
barninum loyvi at skapa
tilknýti til pápan, og tað
kann taka tíð. Men tað
er eitt tíðarskeið, sum
man má geva barninum.
Annars kann tað vera
ógvuliga órógvandi fyri
barnið, sigur Kathrina
Lindenskov Holm.
Samstarvið
millum foreldini
stóran týdning
eftir hjúnaskilnað
Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur:
– Børn mistrívast ofta, um tað er ósemja millum foreldrini. Eru foreldrini
virðilig og góð við hvørt annað eftir skilnaðin, so hevur hjúnaskilnaður eina
heilt aðra ávirkan á børn, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur.
ÐUM
Hjúnaskilnaðir í tali
2013 77
2014 83
2015 78
2016 48 (Talið er ikki endaligt og
er frá Ríkisumboðnum)
Hagstovan: Hjúnaskilnaður seinastu árini