Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Hoyringsfreistin til uppskotið um fiskivinnunýskipanina er farin og tað, ið er komið fram higartil, er í stóran mun ein endurtøka av somu argumentum. Stóra takið hjá samgonguni tykist nú at verða síni egnu. Summir samgongulimir byrja at hokna í knøunum. SÓLVIT NOLSE T að sær alt meira sannlíkt út, at broytingar mugu gerast í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, um uppskotinum skal verða lív lagað. Hoyringsskrivini, ið komu inn, eru sera atfinningarsom, sam­stundis sum at samgongan nú hevur limir innanhýsis, sum ikki taka undir við uppskotinum, sum tað liggur nú. Síðan uppskotið bleiv lagt fram fyri góðum fýra vikum síðan, hev­ur eitt drúgt kjak verið, sum nú tykist at mala eitt sindur í klingur og verða ein endurtøka av teim somu sjónarmiðunum. Tað kann verða møtumikið at lurta eftir, men samstundis eitt gott høvi at draga eitt sindur samanum. Tað eru fyrst og fremst tríggir tættir í uppskotinum, sum hava elvt til drúgt og hvat orðaskifti: Kappingarreglurnar, økiskvotur og útluting av loyvum. Hvat hendir nú? Tað er sjálvandi torført at spáa um framtíðina, men út frá tí, ið verður sagt alment, so eru at­ finningarsomu røddirnar móti uppskotinum nógv fleiri enn tær, sum stuðla uppskotinum. Tí er lætt at koma til eina skjóta niðurstøðu, sum sigur, at uppskotið má broyt­ ast fyri at hava nakran livandi kjans at koma ígjøgnum Løgtingið. Trupulleikin við tí niðurstøðuni er tó, at tær atfinningarsomu rødd­irnar hava vit hoyrt leingi og tað eru so at siga tær somu, sum nú aftur finnast at uppskotinum. Fyrst og fremst vinnuligir aktørar, ið fara at missa ein part av sínum kvotum ella rættindum. Fleiri ferðir hevur verið víst á, at tað fer at hava ringar avleiðingar við sær um endamálið einans er at fáa fleiri inn í vinnuna, uttan at nóg stór atlit til verandi aktørar. Tað er eitt politiskt ynski um at økja um møguleikarnar og atgongdina í vinnuna og tað skal gerast við at minka um teir núverandi, so pláss verður fyri onkrum nýggjum, siga reiðaríir og feløg. At mótstøða er móti uppskot­ SAMGONGAN MÁ STÝRA SÍNUM EGNU SOSIALURIN 39 FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 Hanna Jensen setur nú stór spurnartekin við tættir í uppskotinum FISKIVINNUNÝSKIPANIN Orðaskiftið um útlutingina er tað, ið hevur frammi longst. Leingi hava vit hoyrt um mótstøðuna um eina marknaðargrundaða skipan, men trupulleikin hevur verið, at eingin hevur reiðiliga vita júst hvussu skipanin kemur at síggja nú. Ikki fyrrenn nú. Tað, ið samgongan ætlar er ein samansett loysn av uppboðssølu, ið tekur atlit til søgulig rættindir eisini. Orðarætt stendur soleiðis: § 10. Landsstýrismanninum verður heimilað á uppboði at bjóða út rættin at veiða ta nøgd: 1) av heildarkvotuni av toski í føroyskum sjógvi, ið fer upp um 10.000 tons, 2) av heildarkvotuni av hýsu í føroyskum sjógvi, ið fer upp um 5.000 tons, 3) av heildarkvotuni av upsa í føroyskum sjógvi, ið fer upp um 40.000 tons, Stk. 2. Landsstýrismanninum verð­ ur heimilað á uppboði at bjóða út rætt­in at veiða: 1) 20 % av føroysku heildar­ kvotuni av norðhavssild, umframt føroyska lutin av heildarkvotuni, sum samlaða heildarkvotan hjá strandarlondunum er økt lutfalsliga í mun til 31. desember 2007, frádrigið umbýti av kvotum við onnur lond, 2) 20 % av føroysku heildar­ kvot­uni av makreli, umframt før­oyska lutin av heildarkvotuni, sum samlaða heildarkvotan hjá strandarlondunum er økt lut­fals­ liga í mun til 31. desember 2007, frá­drigið umbýti av kvotum við onnur lond, 3) 20% av føroysku heildar­ Samgongan sigur í uppskotinum um nýskipan, at ynski er at forða fyri eini miðsavnan av fiski­vinnuni, til tess at fáa eina fjøl­broyttari kapping í og fyri at forða fyri, at ognarskapurin verður savnaður á fáum hondum. Fyri at forða fyri hesum, er ætlanin at feløg ella persónar í mesta lagi kunnu eiga millum 15-35% av ávísum fiskasløgum. Harumframt kunnu einstøk feløg ella einstakir persónir í mesta lagi hava ræði á tilsamans 12% av samlaðu veiðirættindunum í før­ oyskum og altjóða sjógvi. Tað eru longu fleiri, sum eru á ella omanfyri ásettu mørkini, men fyri fyrst verða tey ikki tvungin at minka um sítt virksemi. Tó sleppa tey ikki at bjóða á einum uppboði, um hetta hev­ur við sær, at teirra samlaði partur veksur. Tað eru longu kappingarreglur í galdandi lóggávu, ið forða fyri, at ein fyritøka gerst ov stór. Sama ger seg eisini galdandi, at fleiri fyritøkur eru ov stórar í mun til loyvda markið, men tær vórðu longu ov stórar tá ið lógin kom í 2007. Samtykt var, at tær skuldu ikki missa rættindir, men skuldu heldur ikki vaksa meir. Avgerandi munurin er tó uppboðssølan, ið ikki er partur av galdandi lóggávu. Við tíðini fer tað at hava avleið­ingar fyri tey reiðaríir, ið eru oman fyri ásetta markið. Í 2016 vórðu tað bert tríggjar fyritøkur, ið fingu tillutað loyvir til fiskiskap í Barentshavinum. Tað er til skipini Gadus, Sjúrðarberg, Akraberg og Enniberg. Hesi skulu ikki lata inn teirra loyvir, men samstundis sleppa tey ikki at bjóða uppá tilfeingi, um tað hevur við sær, at tey fara uppum loyvda markið. Dømi um fiskiskap í Barents­ havinum: Miðal av heildarkvotuni árini 2007 til 2016 av botnfiski í norskum og russiskum sjógvi og í fiskiverndarøkinum við Svalbard var 22.362 tons. Heildarkvotan í 2016 var 30.686 tons, sostatt kundu 8.324 tons verið boðin út í 2016. Hetta hevur við sær, at um onk­ ur ognar sær tey 8.324 tons­ini, so minka hini trý feløgini lut­falsliga og fáa ein minnið lut av kvotunum í Barentshavinum. At feløg ikki skulu verða ov stór, eru tey flestu samd um. Ella, fyri at brúka orðini hjá Høgna Hoydal, at feløg ikki skulu verða so stór, at tað gongur útyvir fólkaræði. Tað tykist tó lítil semja verða um hvussu stórar fyritøkurnar eiga at sleppa at verða. Johnny í Grótinum, ið var for­ maður í nýskipanarbólkinnum, segði, at kappingarreglurnar í uppskotinum hjá samgonguni líkast einum polit­ iskum ynski, heldur enn einum ynski, ið er grundað í búskaparfrøði ella hvat er best fyri vinnuna. Kappingarreglur Útlutingin av loyvum