Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 19 19 inum úr vinnuni og annars millum fólk er sín sak. Serliga partar úr vinnuni er hoyringspartar og verða beinleiðis ávirkaðir av broytingum í lógini. Tí vil teirra sjónarmið eisini hoyrast og møguliga verða við at broyta innihald og orðingar í lógini. Tað hevur Høgni Hoydal meir enn einaferð sagt, at hann vil leggja seg eftir at lurta teim hoyringspørtum, ið senda hoyring inn og har tað gevur meining, vil landsstýrismaðurin gera tillaginar um tað krevst. Størri trupulleikin er tann polit­ iska mótstøðan. Andstøðan er ímóti uppskotinum. Fólkaflokkurin hevur lagt sítt egna uppskot fram og Sambandsflokkurin ætlar eisini at leggja sítt egna fram. Tað er tó ikki meir enn væntað. Størri trupulleikin hjá samgonguni er, at hon hevur sínar egnu at drag­ ast við. Tað hevur leingi ljóða, at tað eru nøkur tingfólk úr sam­ gonguni, ið eru ímóti nýskipanar­ uppskotinum, men einki ítøkligt hevur verið at frætta alment. Nú hava tvey tingfólk tó alment sagt seg hava stór ivamál um uppskotið. Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn siga seg ivast stórliga í úlutingini av loyvum og ætlaðu kappingarreglurnar. Jónleif Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, sigur eisini, at hann ivast í um økis­ kvoturnar og kappingar­reglurnar tæna sínum endamáli í verandi líki. Umframt tey trý eru tað onnur, ið ikki hava tikið endaliga støðu til uppskotið. Tí má samgongan veruliga arbeiða hart fyri at fáa sínar egnu rekkir at stuðla upp­ skotinum, tá tað kemur fyri. Tí tað er lítið at ivast í, at sam­gong­ an hevur torført við at halda fram, um uppskotið um fiski­ vinnunýskipanina ikki fer ígjøg­ num. Samanumtikið er tað sannlíkt, at Høgni Hoydal má gera broyt­ ingar og tillaga uppskotið um fiski­vinnunýskipanina, áðrenn tað endaliga verður lagt fyri tingið. Til alt annað er mótstøðan ov stór. Hvussu nógv hann kann strekkja seg, er óvist. Um upp­skotið broytist ov nógv og sokallaði bulurin í uppskotinum verður broyttur, hvussu nógv hevur Høgni Hoydal tá vunnið? Samgongan vann jú valið uppá tær broytingar, ið hon skuldi fremja og hetta er høvuðsparturin av broytingunum. Tí er tað avgerandi fyri samgonguleiðararnar, at tað mesta av teirra ætlanum er við í endaliga uppskotinum. Uppskotið hjá samgonguni hevur verið fyri sera hørðum atfinningum Bjarni Hammer metir millum annað, at uppskotið kann gera av við fiskivinnuna á landi Jónleif Johannesen metir ikki, at til dømis økiskvotur ikki liva upp til sítt endamál kvot­uni av svartkjafti, umframt føroyska lutin av heildarkvotuni, sum samlaða heildarkvotan hjá strandarlondunum er økt lut­ falsliga í mun til 31. desember 2007, frádrigið umbýti av kvotum við onnur lond. Stk. 3. Landsstýrismanninum verð­ur heimilað á uppboði at bjóða út rættin at veiða ta nøgd: 1) av botnfiski í norskum og russ­iskum sjógvi og í fiski­verndar­ økinum við Svalbard, ið fer upp um miðal av føroysku heildar­kvot­ unum, gjørt upp á hvørjum ári fyri seinastu 10 árini, 2) av føroysku heildarkvotuni av botnfiski í Eysturgrønlandi, ið fer upp um miðal av føroysku heildar­ kvotunum, gjørt upp á hvørjum ári fyri seinastu 10 árini, 3) og føroysku heildarkvotuni av toski í NAFO skipanarøkinum 3M¸ ið fer upp um miðal av føroysku heildarkvotunum, gjørt upp á hvørjum ári fyri seinastu 10 árini, 4) av øðrum veiðirættindum, sum Føroyar hava ræði á, ið fara uppum miðal av føroysku heildar­ kvot­uni, gjørt upp á hvørjum ári fyri seinastu 10 árini. Tað hava fleiri viðmerkt júst henda partin. Millum annað tí heildarkvoturnar á botnfiskinum eru settar eftir einum tíðarskeiði, tá botnfiskiskapurin hevur verið søguliga lágur. Hetta fer at hava við sær, at tá fiskiskapurin kemur aftur á beint, tá verður ein stórur partur seldur á uppboði. Onnur stór atfinning hevur verið, at hóast tað ikki stendur í uppskotinum, so vil henda upp­ seting hava við sær, at verandi reiðaríir fara at minka í eini upp­ boðs­sølu. Orsøkin er, at heildar­ kvotan verður sett eftir einum tíggju ára skeiði aftureftir og tað fer á uppboð, ið fer uppum miðal av heildarkvotuni seinstu tíggju árini. Dømi í uppskotinum hjá samgonguni sigur soleiðis: Miðal av heildarkvotuni árini 2007 til 2016 av botnfiski í norskum og russiskum sjógvi og í fiskiverndarøkinum við Svalbard var 22.362 tons. Heildarkvotan í 2016 var 30.686 tons, sostatt kundu 8.324 tons verið boðin út í 2016. Trupulleikin í hesum, sum Reiðarafelagið eisini hevur víst á, er, at tá kvoturnar so minka, sum tær gera av og á, fer heildarkvotan at minka og harvið eisini tann parturin, ið verður lutaður út eftir søguligum rættindum. Um tað nú gongur illa í nøkur ár, so minkar heildarkvotan, men um tað síðani broytist til tað betra, so fer ein lutflasliga stórur partur á uppboðssølu. m Landstýrismanninum í fiskvinnu­ málum er heimilað at bjóða út kvotir til økir í landinum, ið eru í vanda fyri vaksandi arbeiðs­loyvi, fallandi fólkatali og einum óhep­ num demografiskum býti. Ætlanin er, at fleiri økir í land­in­um skulu fáa størri lut í fiski­ríki­døminum og at fleiri økir í landinum fáa møguleika at menna eina fiskivinnu á staðnum. Økini skulu eisini verða somikið stór, at kapping kemur í útbjóðingina. Her er tó einki fastlagt, men lands­ stýrismanninum er heimilað at bjóða hetta út. Økiskvotur hava verið fyri stór­ um atfinningum nógva staðni frá. Millum annað segði Jó­han Christian­ sen, borgarstjóri í Eystur­komm­unu, at hetta var við til at minka um verandi aktørar, tí hetta tók frá teimum fyri at koyra tað út til onnur økir. Jóannes Jacobsen, búskapar­ frøðingur, segði við KVF, at eftir hansara tykki gav ein økiskvota lítla meining, tí tað var einki garanti fyri, at besti prísur fekst fyri eina økiskvotu tá so lítil kapp­ing fór at verða um tær og tað var eisini ivi um best virðisøkingin fekst fyri hesar økiskvotur. Eitt annað, ið fleiri eisini hava víst á, er, at tey økir, ið møguliga fáa ein framíhjárætt nú, eru tey økir í landinum, ið fyrr hava verið ídnast at selja kvotir. Av tí sama eru tað fleiri økir í landinum, sum í dag onga kvotu hava. Hesin trupulleikin uppstóð tá loyvir blivu gjørd umsetilig í 1990unum og fleiri valdu at selja síni loyvir. Hetta hevði við sær eina ávísa miðsavnan, tí ofta løgdu keyparar nýkeyptu loyvini saman við ver­andi loyvum, ið teir áttu. Økiskvotur