hósdagur 30. mars 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
20
FLOKSTING
– At selja fiskirættindi á uppboði er ikki
ein fyrimunur fyri samfelagsbúskapin, tí
vandin er, at vit fara at fáa nógvar smáar,
»kjallarafyritøkur«. Men tað tænir ikki
samfelagnum, tí tað, vit hava brúk fyri, eru
nakrar fáar, men sterkar fyritøkur, heldur Bogi
Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að verður ikki til frama
fyri føroyska samfe
lagsbúskapin, at fiski
rættindi verða seld á
uppboði.
Tað staðfesti Bogi Jacobsen,
stjóri á Varðanum Pelagic, á flok
stingi hjá Tjóðveldi.
Hann var gestarøðari á floks
tinginum og hann gjørdi greitt,
at eftir hansara tykki er tað bara
eitt, sum telur, og tað er, at vit fáa
so nógv sum gjørligt burtur úr
hvørjum einasta kilo av fiski, vit
draga úr havinum.
Og hann sigur, at einasti máti
at fáa tað uppá, er, at vit hava
nakrar fáar, men krútsterkar
fyritøkur, sum hava ráð til at gera
tær neyðugu íløgurnar í tey mest
framkomnu skipini, tað mest
framkomnu útgerðina, tað mest
framkomnu arbeiðsgongdina og
tað mest framkomnu hagreiðing
ina á landi.
Og hann sigur eisini, at tað
eru bara tær sterku fyritøkurnar,
sum hava mátt og megi til at
taka kappingina upp á altjóða
marknaðinum. Og hann staðfestir,
at tað er nettupp á altjóða markn
aðinum, at føroyingar skulu taka
kappingina upp, heldur enn vit at
kappast sínamillum, sum hann
eisini vísir á í aðrari grein her á
síðunum.
Og hann sigur, at ein fyrimunur
afturat við at hava fyritøkurnar
eru stórar og sterkar, er, at so hava
tær eisini ráð til at gera íløgur í
arbeiðspláss á landi
Hann sigur, at í løtuni arbeiða
tey á Varðanum Pelagic við at gera
eitt virki á Tvøroyri, sum skal gera
surimi, ella fars úr svartkjafti.
– Tað er ein langtíðaríløga, tí
vit hava ikki roknað við avlopi
á virkinum hesi næstu trý árini.
Men einasta orsøk til at vit kortini
kunnu fara undir eina íløgu sum
hesa, hóast tað onki kastar av sær
hesi fyrstu árini, er, at vit hava
fíggjarligu styrkina til tað, sigur
hann.
Ikki peiling av tí
Og Bogi Jacosen heldur ikki, at tað
er rætta leiðin at selja fiskirættindi
á uppboði.
Endamálið við tí er, at so nógv
sum gjørligt, skulu fáa høvi til at
bjóða seg fram í fiskivinnuni.
– Men hví er tað so avgerandi
at øll skulu sleppa framat
fiskivinnuni, spyr hann.
Hann sigur, at avleiðingin av
tí verður, at vit fara at fáa nógvar
fyritøkur, sum ikki eru fíggjarliga
sterkar, har tað, vit hava brúk fyri,
er tvørtur ímóti, at vit hava nakrar
fáar, sterkar fyritøkur, sum hava
møguleika at kappast á altjóða
marknaðinum.
– Ongin skal trúgva tí, at ein
uppboðssøla fer at trýsta prísin
á fiskirættindum upp, sigur Bogi
Jacobsen.
Hann staðfestir at skulu vit
fáa tað bestu góðskuna, krevur
tað eisini, at vit hava tey bestu og
mest framkomnu skipini og tey
bestu virkini.
Uppsjóvarfiskur er ikki egnaður
at selja á uppboði, tí góðskan á
fiskinum er alt avgerandi fyri
prísin. Men vit hava ikki peiling av,
hvussu góður fiskurin er, fyrrenn
hann er fiskaður.
Góðskan á fiskinum veldst
sjálvandi fyri ein stóran part um
árstíðina. Men tað eru eisini nógv
viðurskifti, vit onga ávirkan hava
á, eitt nú støddina, hvussu feitur
hann er, hvussu treystur hann er,
og annað.
Øll hesi viðurskifti eru ógvuliga
avgerandi fyri prísin, men hetta
eru viðurskifti, vit einki kunnu
vita um, fyrrenn fiskurin er fisk
aður og kannaður.
– Vit kunnu eisini koma í ta
støðu, at vit koma í illveður á veg
heim at avreiða, so at fiskurin fer
í knús og so fæst ikki prísur fyri
hann.
Hann veit eitt ítøkiligt dømi um
eitt norskt uppsjóvarskip, sum,
var á veg inn við eini last, har tey
høvdu avtalað ein prís upp á átta
milliónir fyri lastina.
Men á veg inn komu teir í ill
veður og fiskurin fór í knús í í
lastini, so tá ið avtornaði fingu teir
ikki meiri enn hálvaaðru millión
fyri lastina.
– Hvør kann bjóða ein rættvísan
prís upp á eina vøru, hann púra
onki veit um, spyr Bogi Jacobsen.
– Hvussu nógv hevði Poul
Michelsen bjóðað upp á ein platt av
pylsum, har hann ikki hevði ánilsi
av góðskuni, spurdi hann fyri at
nevna eitt líknandi dømi, spurdi
hann eisini fyri at nevna eitt dømi,
hann heldur, kann líkjast eini
uppboðssølu av fiskirættindum.
Og tað hann sipar til, at umframt
at vera landsstýrismaður, er Poul
Michelsen eisini heilsølumaður.
Stjórin á Varðanum Pelagic er
vísur í, at av tí at sama, at støðan
verður so óviss, fara nógv av teim
um, sum kundu havt hug at roynt
seg, ikki at fáa fígging til tey mest
framkomnu skipini, sum eru
dýr, men sum hinvegin eru alt
avgerandi fyri góðskuna, og so
statt fyri at fáa tann besta prísin.
Hann stúrir fyri, at verður upp
sjóvarfiskurin seldur á uppboði,
verður avleiðingin, at vit fara at fáa
fleiri smærri »kjallarafyritøkur«
við skipum, sum ikki eru tey mest
framkomnu og góðskan sostatt
ikki verður tann besta.
– Er tað hetta, sum er tað besta
fyri føroyska samfelagið? spurdi
Bogi Jacobsen tjóðveldisfólk á
flokstinginum.
Hann segði, at hann visti ítøki
lig dømi um føroyskan yvirmann
við útlendskum skipi, sum longu
hevði fingið boð frá reiðaranum
um, at fara føroyingar at selja
fiskirættindi á uppboði, skal hann
flyta heim til Føroya og fáa eitt skip
frá reiðaranum, so at hann kann
bjóða upp á eina føroyska kvotu.
Mótstríðandi
Bogi Jacobsen vísir eisini til ali
vinnuna.
– Hví er alivinnan øðrvísi enn
fiskivinnan? Vit hava trý alivirki
og øll tosað um, hesa fantastisku
sólsøga, føroysk alivinna er
Men tá ið tað kemur til fiski
vinnuna, má tað undir ongum um
støðum vera so, at vit skulu hava
krútsterkar fyritøkur, tí í fiski
vinnuna skal alt liðast sundur.
»Ongin skal trúgva
tí, at ein uppboðssøla
fer at trýsta prísin á
fiskirættindum upp«
VIT SKULU HAVA
OG STERK VIRKI Í