hósdagur 30. mars 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
21
21
Hví verður smoltið, sum er
klárt at seta í ringarnar, ikki boði
út á almennum uppboði? Ella hví
verður laksurin, sum er klárur at
taka, ikki bjóðaður út á eini al
mennari uppboðssølu?
– Hvør sigur, at tað ikki er
onkur, sum dugir betri at ala laks
enn tey á Bakkafrost, Hiddenfjord
og Marine Harvest?
– Tað er mótstríðandi at eitt
alivirki kann eiga helvtina av
allari aling í Føroyum, men tá
ið tað kemur til fiskivinnuna,
kann ongin eiga meiri enn
12 prosent, heldur stjórin á
uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri.
– Tað er eisini mótstríðandi, at
samstundis sum at semja er um, at
vit hava ov nógv fiskiskip, verður
arbeitt við eini skipan, har úrslitið
verður, at vit fáa enn fleiri skip í
flotan, leggur hann afturat.
Hinvegin heldur hann, at er
veruliga endamálið at spjaða fiski
vinnuna á fleiri hendur, er tað ein
erlig sak.
– Men fyri samfelagið er tað
ikki tað besta, leggur hann afturat.
Stór óvissa
Bogi Jacobsen vísir eisini á, at tað
er ongin sum veit, hvussu stórar
okkara kvotur av uppsjóvarfiski
verða í framtíðini.
Hann vísir á, at næsta ár skal
nýggj avtala gerast um makrelin.
Og hann heldur eisini, at tað er
mótstríðandi, at samstundis sum
at eitt endamál hjá landsstýrinum
við fiskivinnunýskipanini, er,
at vit skulu fylgja lívfrøðiligum
tilmælum, hava vit ásett okkum
sjálvum kvotur av sild og svart
kjafti, sum eru fleiri ferðir størri
enn tey lívfrøðiligur tilmælini.
– Tí er tað ongin ið veit,
hvussu stórar okkara kvotur av
uppsjóvarfiski vera framyvir,
sigur Bogi Jacobsen, men hann
staðfestir, at tað er heilt ósannlíkt,
at tær framhaldandi fara at verða
líka stórar, sum tær eru nú.
Í hesum sambandi vísti Magni
Arge, fólkatingslimur á, at í
sambandi við ætlanina hjá Bret
landi at fara úr ES, hevur hann
nýliga verið við eini sendinevnd
hjá Fólkatinginum í Brússell.
Hann staðfestir, at tá ið Bret
land fer úr ES, fara tey eisini at
gera krav upp á sín part av fiski
kvotunum.
– Ongin hevur hugflog at
hugsa sær til, hvat úrslitið av tí
verður, men embætisfólk í ES
søgdu, at tey vænta rætt og slætt,
at tað verður kríggj um kvoturnar,
segði føroyski fólkatingsmaðurin
frá fundinum í Brússell.
Eisini úrslitið av tí, kann fáa
stóra ávirkan á okkara kvotur av
uppsjóvarfiski, varð staðfest á
flokstinginum hjá Tjóðveldi.
– Fyrr ella seinni skal ein
semja gerast ímillum londini um
tær ymsu uppsjóvarkvoturnar
og tað er ongin sum veit, hvat
føroyski parturin verður. Men tað
er reiðiliga vist, at framyvir fara
okkara kvotur av uppsjóvarfiski
ikki at vera líka stórar, sum tær
eru nú, segði Bogi Jacobsen.
Tískil er tað heldur ongin sum
veit, hvussu tað fer at ávirka
reiðararnar, sum eru, at ætlanin
er at seta mark fyri, hvussu nógv
fiskirættindi, hvør av teimum fær
rætt til.
Vit skulu ikki
drepa hvønn
annan í
kapping
Vit í Føroyum skulu gevast at
kappast ímóti hvørjum øðrum, tí
vit standa øll eftir sum taparar,
sigur Bogi Jacobsen, stjóri í
Varðanum Pelagic á Tvøroyri
ÁKI BERTHOLDSEN
– Vit í Førouyum skulu avgjørt
ikki kappast ímóti hvørjum
øðrum.
Tað var greiði boðskapurin
hjá Boga Jacobsen, stjóranum á
Varðanum Pelagic á Tvøroyri, tá
ið hann var gestarøðari á floks
tinginum hjá Tjóðveldi.
Hann staðfestir, at tað ein
asta, sum hevur týdning fyri
okkum sum samfelag, er at vit
fáa so nógv sum gjørligt burtur
úr hvørjum kilo, vit draga úr
sjónum.
Og tað fáa vit ikki við at
kappast ímóti hvørjum øðrum,
tí tað einasta, vit fáa burtur úr
tí, er, at vit standa øll eftir sum
taparar og tann einasti, sum
vinnur, er útlendski keyparin.
Hjá mongum er kapping
annars loysunarorðið fyri øllum
framburði, men tað manar Bogi
Jacobsen í jørðina, í hvussu so er
í hesum føri.
– Hugsa vit okkum at ein
útlendskur keypari kemur til
Føroya at keypa fisk, kann hann
ferðast frá virki til virki, sum øll
undirbjóða hvørt annað, nevndi
hann sum eitt dømi
Og tá ið keyparin so er farin
av landinum við fiskinum, ganga
allir føroysku framleiðararnir
við gron. Teir flestu ganga við
gron tí at teir ikki fingu ordran,
og tann, ið fekk ordran, gongur
við gron tí at hann varð noyddur
at selja ov bíliga fyri at sleppa av
við fiskin.
Samstarva heldur
enn at kappast
Bogi Jacobsen staðfesti, at tey
á Varðanum Pelagic taka ikki
hini uppsjóvarvirkini í Føroyum
sum kappingarneytar.
– Tað er ikki tað besta fyri
samfelagið, at vit pilka eyg
uni úr hvørjum øðrum í eini
kapping, tí tað er á altjóða mark
naðinum, vit skulu kappast, ikki
innanhýsis í Føroyum, stað
festir hann.
Ístaðin fyri at kappast ímóti
hvørjum øðrum, skulu vit
samstarva fyri at trýsta prísin
upp. Og ein máti at gera tað upp
á, er at vit eru púra opin fyri
hvørjum øðrum um prísirnar.
Hann heldur eisini, at hetta
hevði fingið virkini at ómaka
sær at fingið sum mest burtur
úr fiskinum og tað hevði eisini
ávirkað avreiðingarprísin.
– Eg eri púra vísur í, at tað er
onki virkið ið vil standa eftir sum
tað, ið rindar skipunum tann
vánaligasta avreiðingarprísin,
helt Bogi Jacobsen fyri.
»Onki
virkið ið
vil standa
eftir sum
tað, ið
rindar
skipunum
tann vána
ligasta av
reiðingar
prísin«
NØKUR FÁ
FØROYUM
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður
í fiskivinnumálum,
vinstrumegin, í eldhugaðum
kjaki við Boga Jacobsen,
stjóra á Varðanum Pelagic
á Tvøroyri, um ætlaðu
fiskivinnunýskipanina