hósdagur 30. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
22
Tíðargrein
Poul Michelsen
Landsstýrismaður í vinnumálum
S
jálvur fór eg mín fasta
gongutúr í Havnini henda
summarmorgun. Men
tankarnir vóru – eins og
hjá teimum flestu – ikki har teir
plaga. Hvørjar verða avleiðingar
nar fyri Evropa? Hvørjar verða
avleiðingarnar fyri føroyska sam
felagið? Hvussu verða kvoturnar
býttar, nú vit fáa eitt strandarland
afturat? Hvussu tryggja vit, at før
oyskar fyritøkur sleppa undan
handilsforðingum, tá tær selja til
Bretlands? Hvat við mongu føroy
ingunum, sum lesa ella ætla sær
at lesa í Bretlandi? Fara skotar at
góðtaka úrslitið? Og norðurírar?
Fer Bretland at átaka sær ein størri
trygdarpolitiskan leiklut í Norð
uratlantshavi? Hvussu fer tað at
ávirka okkum?
Stórpolitisk rembing
Hetta var ikki longur tankaspæl.
Hetta vóru ítøkiligir spurningar, ið
krevja svar. Komin aftur í Tinganes,
avráddi eg saman við løgmanni og
hinum landsstýrisfólkunum at
seta ein Brexitbólk.
Saman við sendistovunum í
London og Brússel greinar Brexit-
bólkurin avleiðingarnar, og arbeiðir
fyri føroyskum áhugamálum, nú
Bretland fer úr ES.
Tí Brexit er millum heilt stóru
heimspolitisku hendingarnar í
okkara tíð. Valdsjavnvágin millum
londini í Norðuratlantshavi fer at
broytast.
Enn vita vit ikki hvussu. Men
vit vita, at flest øll heimsins lond
liggja framvið í London at tryggja
haldgóðar sáttmálar um útflutning
og handil, útbúgving, gransking
o.s.fr.. Viðurskifti, sum ES framm
anundan hevur umsitið.
Landsstýrið til verka
Føroyar standa valla ovast á inn
anhýsis innbjóðingarlistanum hjá
bretsku stjórnini. Tí er umráðandi,
at vit troyta allar møguleikar, og
ávirka á røttum stað, so Føroyar
fáa so gagnlig viðurskifti, sum gjør
ligt við Bretland.
Stutt eftir, at úrslitið av fólka
atkvøðuni varð greitt, sendi
landsstýrið skriv til bretska hand
ilsmálaráðharran og fiskimálaráð
harran. Vit vístu á tætta sambandið
millum londini, og tørvin á at skipa
eitt framtíðar samstarv.
Føroysk embætisfólk hava verið
á fundi við ovastu samráðingar
fólkini hjá ES. Vit hava hitt bretsk
ar myndugleikar, og umboð fyri
Brexit-bólkarnar í grannalondun
um. Í næstum verður fyrsti fundur
á stjórnarstigi.
Ein bretsk tingnevnd kemur til
Føroyar í vár; eitt gott høvi at skifta
orð um hesi viðurskifti. Eisini hava
skotskir myndugleikar víst áhuga,
serliga fyri formligu viðurskiftun
um millum Føroyar og ES.
Vit fylgja væl við, hvussu okkara
grannalond skipa seg, og hvørjar
tankar tey gera sær um Brexit. Tí
havi eg avrátt við starvsbrøður
mínar í Íslandi og Grønlandi at fara
undir eitt skipað samstarv.
Sterk bond við
Bretland og ES
Føroyar og Bretland hava sterk
søgulig bond. Kortini hevur form
liga samstarvið verið rættiliga av
markað í eitt longri áramál. Ein or
søk er, at Bretland hevur latið ES
sínar heimildir at umsita fiskivinnu
og handil, sum eru høvuðssúlurnar
undir føroyska búskapinum. Nú
bretar aftur fáa ræði á hesum, og
øðrum, heimildum, mugu vit skipa
nýggj formlig samstørv við Bret
land.
Og verandi sáttmálar við ES
skulu helst eisini endurskoðast.
Tí Brexit snýr seg ikki bara um
viðurskiftini við Bretland. Brexit
snýr seg sanniliga eisini um at
tryggja framtíðar viðurskiftini hjá
Føroyum við ES. Vit halda tí fram
við ætlanunum hjá landsstýrinum
at nútímansgera og styrkja sam
starvið við ES.
EFTA møguleikin
Landsstýrið kannar møguleikan
fyri limaskapi í handilsfelagsskap
inum EFTA. Vit hava tí lagt okk
um í geyma, at møguleikin fyri, at
Bretland gerst limur í EFTA er til
staðar. Brexit kann tí kveikja nýtt
lív og enn størri týdning í felags
skapin, sum vit ágrýtin royna at
vinna okkum limaskap í.
Samhandilin
við Bretland
Í nógv ár var Bretland tættasti
handilsfelagin hjá Føroyum. Fyri
fáum árum síðani vóru Føroyar
triðstørsti fiskavøruútflytarin til
bretska marknaðin. Seinastu 10 ár
Vit minnast øll hvøkkin, tá úrslitið á fólkaatkvøðuni um bretskan ES-limaskap VARÐ
greitt tíðliga jóansøkumorgun í fjør. Heimurin stóð í andaleypi. Pundið var í fríum falli.
Og forsætisráðharrin í einum av heimsins best skipaðu fólkaræðum, sum bara eitt ár
frammanundan hevði vunnið ein knúsandi sigur, legði frá sær uttan avloysara.
Brexit
og Føroyar