hósdagur 30. mars 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
23
ini er útflutningurin til Bretlands
tó minkaður, tí toskastovnurin er
so illa fyri. Bretski marknaðurin er
kortini framvegis millum størstu
útflutningsmarknaðirnar hjá Før
oyum.
Tá Bretland fer úr ES, verður
handilssáttmálin millum Føroyar
og ES ikki longur grundarlagið
undir handilsviðurskiftunum við
Bretland. Sama er galdandi fyri
heilsufrøðiliga sáttmálan við ES
um framleiðslu av fiskavørum.
Hóast vit ikki vita, hvussu Bret
land fer at skipa síni handilsviður
skifti við umheimin, er umráðandi
at fáa formligu viðurskiftini í eina
fasta legu. Hetta er millum høvuðs
málini í Brexit-fyrireikingunum,
sum vit løgdu lunnar undir jóan
søkumorgun í fjør, og sum vit hava
arbeitt við síðani.
Samstarv um fiskiveiðu
Føroyar eru týðandi leikari í sam
ráðingum um tilfeingið í Norður
atlantshavi. Í teimum samráðing
unum eru nógv færri viðkomandi
samstarvspartar samanborið við
millumtjóða handilssamstarv.
Longu nú vísa bretar øktan
áhuga fyri føroyskari fiskivinnu
umsiting. Umboð fyri bretska
fiskimálaráðið koma eftir ætlan
til Føroya í vár at kunna seg um,
hvussu vit hava skipað okkum á
fiskiveiðiøkinum.
At Bretland fer at umsita egna
fiskivinnu, fer at ávirka føroysk
áhugamál á fleiri økjum. Okkara
fiskiveiðiavtala við ES snýr seg um
sínámillum kvotabýti og atgongd
at fiska í sjóøkinum hjá hvørjum
øðrum. Føroysk skip veiða í stóran
mun í bretskum og írskum øki, tá
tey royna í ES sjógvi.
Eftir Brexit fer fiskiveiðiavtalan
við ES ikki longur at fevna um
bretskt sjóøki. Tí er eitt annað
høvuðsmál í Brexit fyrireikingun
um at gera avtalu við Bretland og
ES um fiskiveiðu.
Eitt nýtt strandarland
Harafturat fer Bretland at vera
ein týðandi partur í strandar
landasamráðingunum, serliga
í samráðingunum um býtið av
makrelinum og svartkjaftinum.
Brexit fer at broyta dynamikkin
í samráðingunum munandi, tí ein
stórur leikari afturat kemur til
samráðingarborðið – og tað mugu
vit verða fyrireikað til.
Útbúgving
Nógvir føroyingar lesa í Bretlandi.
Tá Bretland fer úr ES verður tørvur
á avtalum, sum tryggja føroyskum
lesandi góða atgongd til bretskt
universitet. Í dag hava føroysk les
andi eftir avtalum millum Føroyar
og ávikavist Ongland og Skotland
atgongd til teirra universitet sum
ES borgarar.
Avtalurnar eru knýttar at rætt
indum hjá ES-borgarum. Tí verða
treytirnar fyri føroysk lesandi í
fyrstu atløgu helst ávirkaðar av
avtaluni millum ES og Bretland
um útliman.
Gransking
Føroyar hava atlimaskap í gransk
ingarsamstarvinum hjá ES.
Bretskir granskarar og gransking
arstovnar eru millum mest týðandi
samstarvspartarnar hjá føroysk
um granskarum, sum hava fingið
stuðul úr granskingarsamstarvin
um. Eins og innan øll onnur øki er
óvist, hvussu framtíðin hjá Bret
landi fer at vera í granskingarsam
starvinum. Tí fylgja vit eisini væl
við gongdini á hesum øki.
Føroyar til reiðar
Mikudagin setti bretska stjórnin,
sum kunnugt, grein 50 í Lissabon
sáttmálanum í verk.
Brexit er harvið ikki longur bara
eitt hugtak, men ein ætlan. Tor
greiða, drúgva leiðin hjá Bretlandi
úr ES eftir 45 ár sum limaland er
byrjað. Fyri framman eru fløktar
samráðingar millum London og
Brússel, og London og restina av
heiminum.
Landsstýrið brynjar seg til
nýggja veruleikan. Okkara lutur
skal ikki liggja eftir at tryggja før
oysk áhugamál í kjalarvørrinum
av Brexit. Tí bæði Bretland og ES
fara framhaldandi at verða millum
okkara mest týðandi samstarvsfe
lagar.
Tað eri eg sannførdur um, nú
óvissar, men sanniliga eisini spenn
andi tíðir eru fyri framman.
Størsti parturin av
útflutninginum til
Bretlands er toskur
og aldur laksur
• Í 2016 stóð toskur fyri einum
triðingi av útflutningsvirðinum
og aldur laksur fyri næstan 40%.
• Hini størru fiskasløgini eru hýsa
(9%), svartkalvi (3%) og upsi (2%).
• Góð 3% av samlaða
innflutningsvirðinum er úr
Bretlandi. Talan er serliga um
mat, drykkjuvørur, tubbak og
bilar, umframt kemisk evni og
bindingar til framleiðslu.
Brexitbólkurin hevur til endamáls at fylgja
gongdini og greina hvørjar avleiðingar Brexit
fær fyri Føroyar og virka fyri føroyskum
áhugamálum í Brexit-tilgongdini
• Elin Mortensen, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, forkvinna
• Durita L. Jóansdóttir, Løgmansskrivstovan
• Ingibjørg Thomsen, Fiskimálaráðið
• Egon Joensen, Fíggjarmálaráðið
• Jóannes Vitalis Hansen, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
• Áki Johansen, sendimaður í London.
• Kate Sanderson, sendikvinna í Brússel.
• Elisabeth F. Rasmussen, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, skrivari.