hósdagur 30. mars 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
26
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
U
m fótbóltur bleiv spæld
ur á pappírinum, so
vóru bara lið úr bestu
deildini eftir, tá fyrsta
umfar í kappingini um Løgmans
steypið er spælt sunnudagin. Luta
kastið gjørdi, at øll liðini úr lægru
deildunum møta liðum úr bestu
deildini. Bara í tveimum førum
møtast tvey lið úr Effo-deildini.
Tey eru EB/Streymur – Skála og
07 Vestur – NSÍ.
Í summum førum er munurin
so stórur, at tað er meiri ein spurn
ingur um hvussu nógv favoritt
urin vinnur. Í øðrum førum lúrir
møguleikin fyri óvæntaða úrslit
inum.
1/8-finalurnar verða spældar
leygardagin 1. og sunnudagin 2.
apríl. Síðani verður nýtt lutakast
til fjórðingsfinalurnar, sum verða
spældar 13. apríl. Hálvfinalur verða
spældar 10. og 25. mai. Sjálv steypa
finalan um Løgmanssteypið verð
ur spæld 26. august á Tórsvølli.
Størsti dysturin hjá
argjamonnum
AB-TB/FCS/ROYN:
J. HENDRIK ELLEFSEN
Sunnudagin klokkan 15
Fyri argjamenn er talan um ein
asta møguleikan, at gera um seg
millum tey bestu í landinum.
Eftir niðurflytingina í fjør, so er
bara uppflyting á skránni í ár. Tí
er steypakappingin einasti møgu
leikin, at royna seg móti teimum
sterkastu í Føroyum.
AB hevur ikki fingið eina ynski
byrjan upp á kappingarárið, tí liðið
hevur spælt javnt móti teimum
næstbestu hjá bæði B36 og NSÍ.
Móstøðuliðið er fyribils odda
liðið í Effo-deildini, TB/FCS/Royn.
Eftir tvey umfør hevur nýggja fe
lagsliðið í Suðuroynni fult stigatal.
Tað er eitt positivt rák um nýggja
felagsliðið, sum er ein lítil favoritt
ur undan dystinum sunnudagin.
Tá tað er sagt, so hava argjamenn
fleiri spælarar í hópinum, sum
hava drúgvar royndir í bestu
deildini. Hetta verður væntandi
ein tættur dystur, har einki er giv
ið frammanundan. Tó hevur fe
lagsliðið munin á argjamonnum á
pappírinum – men tað verður ikki
nakar stórsigur.
Sosialurin tippar: 2
Súni aftur móti Víkingi
B68-VÍKINGUR: DAGFINN FORNÁ
Sunnudagin klokkan 15
Í 2015 vann Súni Olsen steypakapp
ingina við Víkingi. Árið eftir skifti
hann til KÍ og skoraði avgerandi
brotssparkið, tá Løgmanssteypið
eftir fýra ár í Víkinga-húsinum,
fór til Klaksvíkar.
Nú er Súni Olsen venjari hjá
B68, sum í fyrsta umfari í steypa
kappingini skal spæla móti Víkingi.
Tað var torført at meta um ein
favoritt til steypafinaluna í fjør,
men í ár er Víkingur stórfavorittur
at senda Súna Olsen úr kappingini
um Løgmanssteypið.
Víkingur hevur fingið ein góða
byrjan upp á kappingarárið við fýra
stigum í tveimum teimum fyrstu
umførunum í Effo-deildini, meðan
felagið vann Stórsteypadystin.
B68 er aftur í næstbestu deildini,
men tú situr næstan við eini kenslu
av, at spæligleðin er komin aftur.
Toftamenn vunnu ongan dyst
farna kappingarár og fóru úr
steypakappingini móti Giza Hoy
vík. Nú hevur liðið vunnið tveir
teir fyrstu dystirnar í 1.deild, og út
lit eru fyri fleiri dystum við tofta
monnum omaná. Vert er at hava
í huga, at B68 í fjør fekk stig móti
Víkingi á Toftum.
Tó er hetta langt frá nokk, til at
steðga Víkingi í steypakappingini.
Sosialurin tippar: 2
Ongin favorittur
EB/STREYMUR-SKÁLA:
PETUR REINERT
Sunnudagin klokkan 15.00
Her er talan um tvey feløg, sum
samstarva á kvinnusíðuni. Tey
eru áleið í somu støðu, tá hugsað
verður um málsetningi hjá besta
liðnum.
Her ber illa til at peika á ein
favoritt. Skála er nokk betri á
pappírinum, men sundalagsmenn
hava heimavøll og søguliga góðar
royndir í steypakappingini. Skála
hevur fyrimunin av, at liðið hevur
spælt eitt fult kappingarár í bestu
deildini, meðan EB/Streymur er
uppflytari.
Bæði liðini hava víst í fyrstu um
førunum, at tey eru væl fyri í verju
partinum. Skála hevur ikki latið
mál inn móti KÍ og HB, meðan EB/
Streymur fekk óvæntað stig móti
NSÍ í Runavík.
Tað kundi bent á ein málfátækan
dyst millum tvey lið, sum eru áleið
javnt sterk. Sundalagsmenn vístu
tó veikleikar í Fuglafirði í øðrum
umfari í Effo-deildini, so Skála fær
munin.
Sosialurin tippar: 2
B36 vánaligt steypalið
B36-B71: EILER RASMUSSEN
Leygardagin klokkan 15
Tað verður ikki í árstalsdystinum í
Gundadali, at B36 verður steðgað í
FÓTBÓLTUR Um vikuskiftið verður fyrsta umfar í kappingini um
Løgmanssteypið. Í fleiri førum eru greiðir favorittar, meðan talan
í tveimum førum er um uppgerðir millum lið í bestu deildini
Fyrsta umfar:
Trygvi Mortensen skal saman við 07 Vestur taka móti barndómsfelagnum NSÍ
VEGURIN TIL
LØGMANSSTEY