hósdagur 30. mars 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
27
royndini at koma í eina steypafin
alu aftur. Tað er tó ein sannroynd,
at B36 ikki hevur vunnið Løgmans
steypið síðani 2006, og ikki verið í
finaluni síðani 2008. Har í millum
er trý greið FM-heiti.
Fyri mótstøðuliðið er talan um
at koma úr Gundadali við skinn
inum á nøsini. B71 er ikki tað, sum
tað eina ferð var. Liðið er endað í
2.deild, eftir niðurflyting úr 1.deild
í fjør. Liðið hevur fingið spælandi
venjara í Símin Hansen, men í stór
an mun er talan um ungar spælarar
úr nærumhvørvinum á Sandoynni.
B36 er stórfavorittur og tað er
ein vandi fyri, at talan verður um
sorl. Spurningurin er tó um B36
hevur nakra ambitión um tað.
Heldur er ambitiónin at bjóða seg
fram í steypakappingini aftur.
Sosialurin tippar: 1
Trygvi móti
barndómsfelagnum
07 VESTUR-NSÍ: LARS MULLER
Sunnudagin klokkan 16
Hetta er onnur av tveimum upp
gerðum, sum hava lið í Effo-deildini
báðumegin miðstrikuna. Hetta er
eisini Trygvi Mortensen móti venj
aranum, ið tók starvið hjá honum í
barndómsfelagnum í NSÍ.
Anders Gerber og vespurnar úr
Runavík er á pappírinum favorittar,
men NSÍ hevur ikki staðið seg væl
higartil í landskappingini. Eitt stig
er tað blivið til, meðan 07 Vestur
einki stig hevur fingið.
Navnframir spælarar eru komn
ir til í Sørvági og vónin er, at felagið
fær fótin fyri seg í bestu deildini.
Í sá máta er steypakappingin í ár
bara bonus. NSÍ hevur hinvegin
nógv at prógva.
Sosialurin tippar: 2
Javnaldrar møtast
í Gundadali
HB-MB: BJARKI DANIELSEN
Sunnudagin klokkan 15
Miðvingar hava verið í miðdepl
inum í føroyskum fótbólti, eftir
at felagið valdi at skjóta mótval
evni upp til forsetavalið hjá Fót
bóltssambandinum. Liðið hevur
tó trupult við at liva upp til bestu
løturnar í løtuni, tí liðið er í dag at
finna í 3. deild. MB fær heldur onga
náði frá HB.
– Steypakappingin er skjótasti
vegur til Evropa, so eg kann ikki
ímynda mær annað, enn at vit
stilla við sterkastu uppstilling. Um
man fer inn við tí fyri eyga, at hesin
dysturin er ókeypis, so tekur man
feil, sigur Sigfríður Clementsen.
HB er mest vinnandi felagið
í Føroyum. Bæði tá talan er um
FM-heiti og steypasigrar. Men eins
og grannarnir úr B36, so standa
liðini í Gundadali seg ikki væl í
steypakappingini. HB hevur ikki
vunnið Løgmanssteypið síðani
2004. Tvær ferðir hevur liðið verið
í finlauni, men tapt báðar ferðir.
Sosialurin tippar: 1
Vegurin til Evropa
ÍF-GIZA HOYVÍK: RÚNI GAARDBO
Sunnudagin klokkan 16
ÍF hevur í nøkur ár verið í onga
mannalandi í landskappingini. Í ár
hvílir ábyrgdin á nýggjum herðum
og tað er óvist hvussu sterkt liðið
er. Kappingin er hørð um at koma
út í Evropa, og tey eru fá, ið meta ÍF
hava ein møguleika at koma í Evr
opa gjøgnum landskappingina, ið
krevur eitt fjórða pláss.
Tá er eitt pláss í steypafinlauni
meiri sannlíkt.
Mótstøðuliðið í steypakapp
ingini er Giza Hoyvík, sum bleiv
nummar fýra í 1. deild farna kapp
ingarár. Liðið er nógv broyt til í ár,
og fáir spælarar ganga aftur. Giza
Hoyvík vann í fjør á B68 í steypa
kappingini og tapti tepurt fyri
Skála.
Sosialurin tippar: 1
KÍ stórfavorittur
UNDRIÐ-KÍ: RANSIN DJURHUUS
Leygardagin klokkan 18
KÍ hevur nokk ongantíð verið
størri favorittur í Gundadali enn
hesaferð. Mótstøðuliðið er Undrið,
sum spælir í 3.deild. Hóast Jógvan
Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík,
átti lut í stovningini av felagnum,
so er ivasamt um KÍ vísur nakra
náði. Talan hevur verið um, at dyst
urin skuldi spælast í Klaksvík, men
soleiðis verður ikki.
Undrið hevur til tíðir havt
góða undirtøku, men í løtuni hev
ur felagið tað torført. Arbeitt hev
ur verið við at finna felagnum
ein heimstað, men enn er Undrið
nakað rótleyst. Hetta er so ein
kærkomin møguleiki at bjóða seg
fram á føroyska fótbóltspallinum
og vísa, at felagið er til.
Sosialurin tippar: 2
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
11 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
AB-TB/FCS/Royn
B68-Víkingur
EB/Streymur-Skála
B36-B71
07 Vestur-NSÍ
HB-MB
ÍF-Giza Hoyvík
Undrið-KÍ
SOSIALURIN TIPPAR
KÍ vann í fjør finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Súni Olsen skoraði avgerandi brotssparkið
PIÐ