hósdagur 30. mars 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
28
Óli Jacobsen
Kaj í Bartalstovu:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
1. partur
H
esa ferð hava vit hitt
tann 92 ára gamla Kaj
í Bartalstovu í Syðru
gøtu. Sum flestu før
oyskir menn í hansara aldri hevur
hann verið nógv á sjónum, serliga
við trolara. Hann metir seg at hava
krossað Kappan í Grønlandi 200
ferðir! Væl dugur hann at greiða
frá eins og hann minnist væl til.
Í hesum fyrsta partinum greiðir
hann frá sínum foreldrum. og um
lívið tá ið hann vaks til.
Kaj er ættaður úr Bartalstovu,
eini av gomlu stovunum í Syðru
gøtu.
Pápi Kaj var Hans f. Jacobsen,
abbin var Elias, og langabbin var
tann kendi Skúla Jógvan, sum
var millum teir fyrstu lærararnar
í Føroyum og tann fyrsti í Gøtu.
Skúla Jógvan
Jógvan var frá 1839 lærari í Syðru
gøtu og eftir nýggju skúlaskip
anini í 1845 eisini ferðalærari í
Norðragøtu og Leirvík. Jógvan
hevði møguliga gingið í skúla hjá
presti á Nesi. Hann hevði fingið
prógv frá prósti fyri kunnleika og
dugnaskap at vera lærari, og um
hann stendur, at hann arbeiddi
“efter sine Evner med de ham be
troede Børn”. Men vítt var at fara
um hjá honum, og eingi skúlahús
vóru, so hann náddi bert “læsning
og Religion.”
Hóast hann fekk 45 ríkisdálarar
í løn og var best lønti ferðalærarin
metti hann, at hetta var ov lítið til
eitt húski við trimum børnum.
Hann hevði heldur ikki stundir
at rógva út ella at gera annað lønt
arbeiði.
Hann fekk eisini eitt gerði frá
Syðrugøtufólki, sum framvegis
verður kallað fyri Skúlagerðið.
Men Jógvan gavst kortini sum
lærari og fekk sær handil. Hann
handlaði fyri Bech & Sønner i
Klaksvík.
Ein sonur hansara Joen Jacob
Jacobsen varð føddur í Syðrugøtu í
1850. Hann fekk læraraprógv í 1872
og varð lærari í Haldórsvík. Fleiri
lærarar eru annars í hesi ættini.
Kaj: Um Bartalstovuættina
Pápi keypti sær navnið í Bartal
stovu í 1947.
Gøtu Anton í Havn var ein
pápabeiggi. Hann var føddur í 1881,
var fyrst sjómaður, men gjørdist
“reservepolibetjent og arrestfor
valter” í Havn frá 1922-1950. Hann
doyði í 1959. Kona hansara var Ma
lena Horn úr Oyndarfirði.
Ein dóttir var Elgerda, sum í
mong ár var kend sum skúlastjóri
á Tvøroyri.
Ein sonur Anton, Poul Martin
Kristian, kallaður Massi, doyði við
donskum skipi undir krígnum.
Aftaná kríggið kom urnan til Før
oya og varð sett í grøvins hjá for
eldrunum. Finska kona og dóttir
komu eisini at hvíla her.
Matilda, dóttir Anton, var gift
við dananum Anders Nør Jensen.
Hann hevði ein áhugaverdan leik
lut í fólkaatkvøðuni í 1946. Saman
við fyrrverandi amtmanninum,
Ringberg, var hann av donsku
stjórnini sendur til Føroya at
lodda dýpið hjá føroyingum
til fólkaatkvøðuna. Tað verður
kanska komið aftur til hesa søgu.
Peter Mohr Dam, sum tá var
løgmaður, skrivaði í minningar
orðum um Anton:
Hann var ein av landsins góðu
synum. Gøtu Anton byrjaði sítt
lívsstarv sum flestu aðrir føroying
ar á sjónum 14 ára gamal. Og hann
kom at roynast sum ein av okkara
undangongumonnum. Arbeiðs
semi og røkisskapur saman við
áræði og myndugleika eyðkendu
hann.
Hann lærdi til skipara og sam
an við brøðrum sínum keypti
hann skipið Ortario. Væl bar til.
Fáur hevur betri lovorð á sær sum
sjómaður og skipari enn hann.
Hann tók eisini bretska skipara
prógv og førdi mong ár bretskar
trolarar og vann sær eisini orð
sum heppin skipari. Seinni kom
hann at føra trolarar hjá Kristian
Evensen, sum búði í Bretlandi.
Gøtu Anton hevði framburðs og
útfarðarhug. Sum útróðarmaður
er Gøtu Anton tiltikin. Á sjónum
mátti hann flóta. Báturin hjá hon
um æt Skurin.
Tá hann í 1922 bleiv politistur
vóru hansara stuttligastu løtur
at sleppa á flot aftaná arbeiðstíð.
Og tað var ikki lítið hann førdi í
land úr Nólsoyarfirði og av øðrum
leiðum. Tað var ein sannur stutt
leiki at síggja hann 75 ára gamlan
koma aftur av útróðri dag um dag
sum um ikki møði rein at honum.
Ein friðarmaður var Gøtu An
ton og ein framúr pápi.
Onnur systkin hjá pápa vóru
Benadikt, Tummas, Fía, Bina,
Elia, sum giftist við Andreas
Petur í Guttastovu í Syðrugøtu
og Sanna. Hon var í Danmark
undir krígnum og bleiv ein kend
meinigheitssjúkrasystir á Tvør
oyri. Tá ið hon legði frá sær kom
hon aftur til Gøtu og bygdi sær
hús.
Nakað um Hans
Pápi var føddur í 1897. Sum allir
dreingir tá í tíðini fór hann til skips
og sigldi síni fyrstu arbeiðsár.
Fimtan ára gamal fór hann í
1912 við Immanuel. Skipari var
Julius í Smyllum. Í 1914 og 1915 var
hann við Livingstone við Gudda á
Dalinum. Síðan róði hann út við
motorbáti í Íslandi til 1919. Tá fór
hann við Silver Belle við Símun
Højgaard. Í 1922 var hann við Carl
ton við Jóan Jakku á Viðareiði. Í
1923 var hann við Phebe við Jákup
Andreas á Mýruni í Syðrugøtu og
var við honum til 1926.
Í 1927-1931 fór hann at sigla við
Jóan Magnus har Niðri, sum var
úr Syðrugøtu. Fyrst var hann við
Irex og síðani við Tvey Systkin.
Reiðari var Absalon Jacobsen,
sum var ættaður av Dunganum
í Syðrugøtu, og sum seinni flutti
yvir á Skála.
Pápi vildi royna nýggjar leiðir.
Í 1932 keypti hann lastbil. Tann
fyrsta bilin átti hann saman við
vinnulívsmanninum Jóan Paula
Gregersen. Ein slíkur bilur varð
fyrst og fremst nýttur at koyra
tøð og torv og annað slíkt. Tað var
nakað avmarkað, hvussu langt tað
kundi koyrast tá. Man kundi koyra
út á Lambareiði og ikki longur út.
Tað kundi heldir ikki koyrast inn
eftir Skálafjørðinum.
Tað kundi koyrast til Fugla
fjarðar og til Leirvíkar eftir tí
gamla leirvíksvegnum.
Vegirnir vóru vánaligir og ofta
vóru nóg hol í vegnum. Javnan
máttu ferðafólkini út at lyfta bilin
úr holunum. Eina ferð spurdi Malj
ar í Norðragøtu,sum kundi vera
so speiskur, “um vit skulu betala
fyri at sleppa við. Vit hava jú borið
bilin til Fuglafjarðar!” Eisini skuldi
farast um hagaportur, sum skuldu
latast upp og aftur. Hetta tók alt
sína tíð.
Fiskavirkið
Í Syðrugøtu vóru menn ógvuliga
framburðshugaðir. Í 1929 stovnaðu
teir Fiskavirkið, sum bygdi eitt nú
tímans turkihús norðuri á Nesi í
Syðrugøtu. Frammanundan varð
fiskurin vaskaður og turkaður í
fjøruni.
Eftirnavnið í Bartalstovu verður av mongum sett í samband
við fótbólt. Men tað er eisini so nógv annað
LANGT LÍV Á SJÓNUM
Kaj í Bartalstovu
Foreldrini hjá Kaj, Hans og Lena