Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 29 Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá skúlabarnaferðini við Tjaldrinum í 1938 Fyrstu tíðina var eitt stríð mill­ um ymiskar áhugabólkar í bygdini. Hes­um greiðir Jógvan Arge nærri frá í bókini Semjur og Stríð. Her kom pápi eina ferð í klemmu í ein­um stríði millum Fiskavirking og Arb­eiðsmannafelagið og tess for­mann Óla Poulsen, ommu­ beiggja Jógvan. Støðan var tann, at arb­eiðs­ manna­felagið vegna ósemju vildi forða fyri avskiping av fiski fyrst í 1931. Hetta skuldi so standa sína roynd. Stjórnin í Fiskavirkinum læt skipa 20 pakkar av fiski upp í bilin hjá pápa. Tá ið bilurin skuldi fara avstað, skip­aði Óli Poulsen fyri, at mann­ fjøld­in skuldi leggja hond á bilin. Steðg­aði bilurin ikki, skuldu menn­inir leypa upp í lastina og blaka fiskapakkarnar av bilinum. Stjórnin í Fiskavirkinum hevði giv­ið sínum arbeiðsfólki boð um ikki at gera mótstøðu um nakað hendi. Bilurin steðgaði beinanvegin og pápi kom út úr stýrhúsinum við kast­inum til bilin í hondini og bað fjøld­ina lata bilin hava frið, tí hann var hansara ogn. Tveir menn úr mannfjøldini tóku pápa, tá hann skuldi fara upp í lastina, og løgdu hann niður á fiska­pakkarnar, so aðrir máttu koma honum til hjálpar. Tá kom sýslumaðurin uppí. Sum allar aðrar ósemjur kom henda eisini at laga seg. Óli Poul­ sen var ein teirra sum fórst á sjón­ um bardagaárini. Hóast pápi keypti bil í 1932, so var hann kortini av og á til skips. Í 1939 róði hann út í Tovkussak. Hann kom heim tann tiltikna túrin við Niels Finsen, tá teir mundu ging­ið burtur á Kappanum. Tað sum nokk bjargaði støðuni var, at Jústines í Oyndarfirði tók um end­ an á brúnni. Í 1946 var pápi áhaldsin. Hann datt niður av lastbilinum og fekk skaða í hálsin. Síðan tá var hann illa mentur at fara til skips, men hann fór kortini um várið 1948 við Før­oy­inginum við Andreas Winth­ er, kallaður Suðring, sum skipara. Tá var eg eisini við. Eli, beiggi, sum bú­sett­ist í Fuglafirði fór at koyra bil aft­aná pápa. Seiðanótir góvu nógv Pápi var eisini ein av nóta­for­ monn­un­um í Syðrugøtu. Her vóru fýra nótir í bygdini, og pápi var for­mað­ur fyri Ullanótini, sum var tann elsta av teimum. Tað var ofta nógv­ir seiður á Gøtu­vík, og tí kundi nóta­kast geva nógv av sær. Tá ið kastað varð nót, var ivaleyst av seiði og livur til hús­ini, hetta mun­aði eisini væl í hús­ar­hald­in­ um. Fólk komu eis­ini aðrastaðni frá at fáa seið. Eg minn­ist menn koma av Skála, og teir fingu eisini burt­ur av yvirflóðini. Í sjúkrakassanum ein mansaldur Pápi varð valdur í nevndina fyri Gøtu Sjúkrakassa í 1928, og hann varð formaður í 1930. Hetta starv hevði hann til 1973, tá Gøtu sjúkra­kassi varð lagdur saman við sjúkra­kassan fyri Fuglafjarðar lækna­dømi. Her gjørdist hann næst­for­maður. Hann kom tískil at ger­ast sjúkrakassamaður í samfull 55 ár. Hann varð eisini heiðraður av drotningini í 1972 fyri hetta av­ rik. Olaf Rasmussen av Skála skriv­ aði í minningarorðum m.a. “Hans var ein áhugaður sjúkra­kassa­mað­ ur, eg haldi meg ikki gera ov­mik­ið av, tá eg sigi, at hann man hava ver­ið ein av okkara bestu, støðu­ fast­ur, bersøgin, ein álit­is­mað­ur”. Ein av uppgávunum var at ganga í húsini og krevja limagjald til sjúkra­kassan. Samsýningin var 1 kr. pr. lim. Tá ið pápi gavst í nevndini fyri sjúkra­kassan, varð eg vald­ur í hans­ara stað. Eg sat í 25 ár í nevnd­ ini fyri Fuglafjarðar lækna­dømi. Pápi seldi eisini happa­drátt­ar­ seðlar eins og hann hevði ben­sin­ støð í mong ár. Her var sjáldan frið­ ur, men tað var tiltikið, at her fekst altíð bensin, nátt sum dag, tó ikki tá ið tíðindi vóru í útvarpinum! Eisini hevði hann stóran áhuga í fótbólti. Hann var grannskoðari hjá GÍ frá 1957 til 1980, tilsamans í 23 ár. So tað er ikki av ongum at navnið Bartalstova er eitt kent navn í føroyskum fótbólti enn tann dag í dag. Mamma misti pápan, tá ið hon var smágenta Mamma mín var Lena, fødd í 1901. Pápi hennara var Jóhannus Andr­ e­as­sen, á Nesi, mamma hennara var Jóhanna, ættað av Húsum. Hon kom sum ung at tæna í prósta­garð­in­u­m á Nesi, her funnu tey bæði sam­an. Mamma var fødd uppi á Gadd á Nesi í Eysturoynni, har ein stova varð bygd upp í húsini til tey yngru hjún­ini. Húsið á Gadd lá nokk so ein­sam­alt tá í tíðini. Eitt av næstu hús­un­um var próstagarðurin. Tey bæði fingu trý børn. Hini vóru Mia og Jákup, kallaður Jakku. Jákup var tvey ár, mamma var fýra, og Mia var ikki fødd, tá ið pápi teirra í 1905 fór yvir á Bakka­ fjørð­in at rógva út, sum vanligt var tá. Hann gekk burtur har yviri. Teir vóru tveir á báti. Emil, sum var úr Lamba, spurdist heldur ikki aft­ur í aftur. Fóru fyrst til Húsar Mamma teirra var slektað av Hús­ um. Har vóru tey betri fyri. Húsar var ein stórbygd tá í tíðini við nógv­um virksemi og tilflytarum. Han­us, mammubeiggin, og abbin komu út á Nes við báti eftir ommu og børnunum og fluttu tey norð­ur til Húsar. Tey kom mest at búgva hjá ommuni. Omma mín, Jo­ hanna, dugdi sera væl at seyma. Hon plagdi at vera í Klaksvík á Stong­unum, har hon hjálpti til við at seyma klæðir fyri at tjena nøk­ur oyru. Hon lærdi seg eisini at strúka kragatoy. Í nógv ár plagdi hon eisini at strúka prestakragar. Komu loksins til Gøtu Tá ið mamma var eini 13 ára gomul, fór mamma hennara til Gøtu at passa systkinabarn sítt, Reginu, upp. Hon var gift við Benadikt í Bart­al­stovu, pápabeiggja. Og har bleiv mamman for­lov­að og gift við Tummas pápa­beiggja. Mamma giftist við Hans, pápa, sum var beiggja Tumm­as. Tær báðar blivu tískil svig­ar­inn­ur. Tær blivu gamlar. Omma bleiv 100 ár, Mia, sum í mong ár hevði telefonstøðina í Gøtu, bleiv eisini 100 ár, og mamma bleiv 97 ár. Mia misti umframt pápan eis­ini tann fyrra mannin á sjónum. Sof­ us fórst við Immanuel í 1932. Mammubeiggi, Jakku, bleiv so verandi á Húsum hjá mammu­ beiggja sínum. Eg bleiv føddur 26. september 1924. Vit blivu sjey systkin. Hini vóru Thurid, Eli, Jonhild, Karin, Elinborg og Torbjørg. Av teimum eru vit bara tvey, sum liva eftir. Tað eru eg og Torbjørg, sum býr í Danmark. Johanna, omma Kaj, saman við dótrini Katu, manni hennara, Erik Vangberg, soni teirra Tummas, sum fekk eina váta grøv. Frammanfyri Tummas situr systirin Annie. Smádreingirnir eru synir Annie, Flemming og Egon Gøtu Anton var pápabeiggi Kaj. Fyrst var hann trolaraskipari, men gjørdist meira kendur sum politistur í Havn Syðrugøta í 1918, stutt áðrenn Kaj var føddur Gomlu húsini í Bartalstovu