hósdagur 30. mars 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
30
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Klares Højgaard,
Hjallavegur 10, 650 Toftir,
fødd tann 22.02.1934, deyð
tann 16.01.2017, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Patursson,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks. nr. 19/2017,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. marts 2017
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f MC Sølan,
Skemmingsgøta 23, 100
Tórshavn, skrás. nr. 3781, sks.
nr. 3-14/2017, verður
einhvør, ið hevur krøv biðin
um, skrivliga at venda sær til
bústjóra, advokat Óli M.
Hansen, Faroe Law, Magnus
Heinasonargøta 10, 100
Tórshavn, innan 4 vikur eftir
at hetta er kunngjørt, og
boða frá hesum krøvum,
uppgjørd við møguligum
rentum á trotadegnum tann
3. mars 2017.
Skjalprógvan fyri krøvunum
og makaskjal av fráboðanini
skulu sendast við.
Tað verður innkallað til
skiftifund fríggjadagin tann
19. mai 2017, kl. 9.30, í
skiftirættunum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn, at
royna fráboðaði krøv og
møgulig onnur krøv. Ein listi
við krøvunum og við
tilmælum bústjórans og
fráboðanum liggja til
eftirskoðan í skiftirættinum 2
vikur innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. mars 2017
Vegna trotabúgvið Sp/f MC Sølan, verður ein
vørugoymsla hervið lýst til sølu.
Talan er um eina goymslu av súkklum,
súkklulutum og súkklu- og motursúkkluútgerð.
Goymslan umfatar m.a.:
• 40 súkklur, her av 36 barnasúkklur;
• dekk til súkklur og scootarar;
• súkklu- og motorsúkkluhjálmar;
• motorsúkkluklæðir;
• eykalutir til súkklur, motorsúkklur og
scootarar.
Bústjórin tilskilar sær rætt til frítt at velja og
vraka millum innkomin boð ella einki at taka.
Eisini tilskilar bústjórin sær rætt til at fara í
samráðingar við tey, sum hava boðið við tí
endamáli, at selja til hægstbjóðandi.
Skrivlig boð skulu vera Óla M. Hansen,
advokati, í hendi í seinasta lagi 10. apríl 2017,
kl. 12.00. Boð kunnu sendast til
Advokatpartafelagið Faroe Law, Postboks 158,
110 Tórshavn, ella til oha@faroelaw.fo
Áhuga kunnu venda sær til Óla M. Hansen,
advokat, á tlf. 669900, fax 359901, ella teldupost
oha@faroelaw.fo
Tak niður
Faroe Law
app’ina her
iPhone Android
Vørug oymsla
til sølu
Sosialurin 341800
www.faroelaw.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Edle Johanne Elsborg
Bjørk, Stoffalág 84, 100
Tórshavn, fødd tann
28.04.1915, deyð tann
27.01.2017, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Erik Arne Bjørk,
verða við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið, Skansavegur
1, 100 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 33/2017, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 9. marts 2017
SETHÚSAOGN
Í VÁGI TIL SØLU
Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin
matr. nr. 74b, Marknoyrarvegur 51, 900 Vágur
við hesum lýst til sølu.
Støðulýsing av sethúsaognini fæst við at venda
sær til skrivstovu okkara.
Prísuppskot: kr. 350.000,-
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85,
110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71,
sigrid@advokatvirkid.fo
www.advokatvirkid.fo
MENTAMÁLARÁÐIÐ
Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá
Glasi í Hoydølum og varðar av økinum
fyri Føroya Landsstýri.
Um stutta tíð flytir skúlin við øllum sínum
virksemi í nýggja bygningin hjá Glasi í
Marknagili.
Eins og flest onnur hevur Menta mála
ráðið vitað hetta leingi, og tí eru longu
komin ymisk hugskot á borðið um, hvat
hesin vakri og søguríki blett urin, henda
perlan mitt í Føroyum, skal brúkast til í
framtíðini. Støða er ikki tikin til spurn
ingin enn.
Áðrenn endalig støða verður tikin, fer
Mentamálaráðið við hesum at lata
almenn og privat fáa høvi at senda inn
uppskot um, hvussu tey kundu hugsað
sær at gagnnýtt økið.
Uppskotini skulu verða ein yvirskipað
lýsing av, hvussu økið verður best brúkt
og kemur flest borgarum at gagni. Fyri
at tryggja, at álvari er handan innkomnu
uppskotini, skal verkætlanarlýsing og
fíggingarleistur fyriliggja.
Uppskotini skulu sendast inn umvegis
teldupost mmr@mmr.fo og verða
Menta málaráðnum í hendi í seinasta lagi
1. august 2017.
Mentamálaráðið tilskilar sær rætt at
brúka burtur úr innkomna tilfarinum, at
seta tað saman á ymiskan hátt, ella at
vraka innkomnu uppskotini.
HOYDALAR
Silvurbrúdleyp
Vit hátíðarhalda dagin í
Verkhúsinum Virkni, Berja
brekka 2, 15. apríl. Opið
hús frá kl. 16. Tað hevði
glett okkum at sæð ætt,
vinir og kenningar. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Sólrun og Álvur Ziska
Gullbrúdleyp
Leygardagin 1. apríl hava hesi bæði verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin saman við familjuni.
Vida og Sørin D. Højgaard
Gullbrúdleyp
Leygardagin 29. apríl
hava vit verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin
í Missiónshúsinum í
Vestmanna frá kl. 17. Tey,
ið ynskja at halda dagin
saman við okkum, verða
biðin um at siga frá á tlf.
228197 ella 251428 innan 12.
apríl. Jona og Rubeck
Gullbrúdleyp
Leygardagin 1. apríl
hava vit verið gift í 50
ár, og verður dagurin
hildin á Panorama,
Hotel Hafnia, ímillum
kl. 15.00 og 19.00. Tað
hevði glett okkum
um familja, vinir og
kenningar komu at hátíðarhalda dagin saman við
okkum.
Jórun og Joen Magnus Lamhauge