Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør er tín yndissangari? – Tað fái eg ikki rættiliga svara, tí eg lurti eftir sera nógvum sangarum og havi ymiskar yndissangarar til ymiska tíð. Eg kann tó nevna, at tá ið eg var 6 ára gomul fekk eg eina plátu við Lena Zavaroni úr Skotlandi, og hon hevur onkursvegna fylgt mær øll árini síðani. Um fólk lurta eftir henni, so hoyra tey kanska, hvussu eg havi fingið mín sangstíl. Hvør er tín yndislutur? - Sjeikurin og dóttirin vildu sagt, at teldan er mín yndislutur. Tað er ikki so løgið, tí eg brúki telduna nógv í mínum arbeiði, og tað fara nógvir tímar frammanfyri henni. Eyðun Klakstein – Við hvørt kennist tað, sum eg eri mitt í luftini. Songkvinnan Linda Andrews arbeiðir sum tón­leikari í Danmark, har hon hevur búð seinastu 21 árini, og tilveran sum yrkis­ tónleikari kann verða av­ bjóðandi og óviss. – Tú skalt hava lyndi og hug til at liva eina listarliga tilveru, tí hon er nakað heilt serligt. Eg veit ongantíð, hvørja inntøku eg havi í kom­andi tíðum, ella hvørjar uppgávurnar verða, men eg eri von við at liva soleiðis, og higar­til hevur tað altíð gingð á ein ella annan hátt, sigur hon. Linda Andrews, sum mill­ um stóru fjøldina í Danmark og Føroyum er kend fyri at vinna donsku X Factor kapp­ingina í 2009, hevur sein­astu tvey áratíggjuni verið sera virkin sum song­ kvinna. Hon framførir sum solistur til stór og smá til­ tøk, hon syngur kór og ger kórútsetingar, og hon hevur stundum uppgávur sum dirigentur. Høvini at fram­føra tónleik eru sera ymisk – alt frá konsertum og privat­um framførslum til firma­veitslur, brúdleyp og føðingar­dagar. – Eg brenni fyri sangi og tónleiki, og eg vil fram um alt annað fáast við tónleik. So má tilveran annars tillagast eftir tí, hóast tað til tíðir kann verða krevjandi, og eg má hava ís í búkinum, sigur Linda Andrews. Flutti til Danmarkar Linda Andrews er úr Havn, men hevur helmingin av sín­ um lívi búð í Danmark. Tað var, tá ið hon tók 10. flokk á eftirskúla í Mariager, at hon fyrstu ferð fór at hugsa um at flyta til Dan­ markar. – Tá fekk eg eyg­ uni upp fyri, at tað ber til at liva av tón­ leiki. Sanglærarin og kór­leiðarin hjá okk­um høvdu tón­leik sum ar­ beiði, og eg fór at hugsa um at velja tón­leikin sum meira enn bert eitt hobby, sum tað annars var heima í Før­ oy­um, sigur Linda Andrews. Eftir eftir­ skúl­an fór Linda heim­aft­ur til Før­oya og tók handils­út­búgv­ing. Hon ar­beiddi sum leiðari í Bónus, og treivst í grundini væl. – Eg hevði eitt gott arbeiði við góðari løn, – Tú skalt hava lyndi og hug til at liva eina listarliga tilveru, tí hon er nakað heilt serligt. Eg veit ongantíð, hvørja inntøku eg havi í komandi tíðum, ella hvørjar uppgávurnar verða, men eg eri von við at liva soleiðis, og higartil hevur tað altíð gingð á ein ella annan hátt, sigur Linda Andrews, sum livir av sangi og tónleiki í Danmark EG HAVI ONGAN PLAN B