Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 – Eg kann ikki seta meg afturá at bíða eftir uppgávum. Eg má út gera vart við meg, og eg má stundum eisini finna upp tiltøk sjálv. Tað kemur líkasum eingin inn og bjargar mær, eg má hanga í allatíðina, og tað heldur meg vakna og virkna. Og tað hevur borið til hjá mær at fáa tað at hanga saman fíggjarliga og eg hevði 12 fólk undir mær, men eg fekk alsamt størri hug at fara til Danmarkar at royna at fáa eina yrkisleið sum tónleikari. Eg hugsaði, at eg kundi altíð koma heimaftur at arbeiða, um tað ikki riggaði. Tað endaði við, at eg tók kjans­in og fór at vita, hvussu langt eg kundi røkka. Síðani tá hevur Linda Andrews ar­ beitt við sangi og tón­leiki. – Tað hendi tað, sum hend­ir. Lívið hend­ir. Eg havi verið her í 21 ár nú, og hóast tað ong­an­tíð hevur ver­ið eitt til­ vitað val, at eg skuldi verða ver­andi í Danmark í so nógv ár, er tað blivið til tað. Eg havi havt møguleika at liva av tónleiki her í Danmark, og tað kundi eg neyvan á sama hátt í Før­ oy­um. – Tað eru nógvir møgu­ leik­ar innan tónleikavinnuna í Danmark, og eg havi eisini fingið mínar møguleikar. Tingini hava bara koyrt, og eg havi nóg mikið at gera. Eg eri líkasum bara farin við lívinum og tónleikinum og havi tikið tað, sum tað er komið. Eg havi tikið ein dag í senn og ikki lagt so lang­ ar ætlanir um nakað, og so ganga árini, sigur Linda Andrews. Hon hevur heldur ikki tik­ið nakað val um, hvussu tað verður við bústaðnum í fram­tíðini. – Eg hugsi javnan um at flyta heimaftur til Føroya at búgva, men tað gerst kanska verri og verri at reali­sera tað, tí nú kann eg als ikki ímynda mær at gera nakað annað enn tónleik, og møgu­leikarnir fyri tí eru av­mark­aðir í Føroyum. – Hóast eg havi búð øll hesi árini í Danmark, haldi eg ikki, at eg eri fult integrerað í tað danska samfelagið. Eg livi eitt sindur í mínari egnu verð og havi funnið sam­an við fólki, sum liva á sama hátt sum eg. Føroyar liggja sera djúpt í mær. Eg og Før­oyar eru eitt sindur sum tann ómøguligi kærleikin, har mann elskar onkran, men tað ikki ber til at vera saman. – Eg havi familju í Føroy­ um, og mær dámar sera væl at fara heima at vitja ella hava konsertir. Eg royni at fáa tað besta burtur úr báðum verðum, sigur Linda Andrews, sum eisini upplivir, at meiri álvarsamar tankar um útisetatilveruna banka upp á viðhvørt. – Beiggi mín doyði í no­ vember, og so konfron­ter­aði deyðin meg mitt í tí heila. Eg fór at hugsa, hvar eg skal jarðast, tá ið tann dagurin kemur. Eg hugsi, at sjálvandi skal eg jarðast í Føroyum, men dóttir mín býr her í Danmark, og so kann eg fara at ivast og blíva eitt sindur kedd av støðuni. – Eg hevði sangin »Í búri« við á einari útgávu hjá mær, og tað er ein sangur, sum eg kann relatera til. Eg eri ein fríur fuglur, men kortini havi eg ein ferðil av, at eg eri í einum búri, tí eg eri ikki í tí umhvørvi, sum eg eri skapt til at vera í, og hvat gera mann so. Eg havi stóran kærleika til mítt heimland, og eg vóni, at eg kann koma heimaftur einaferð, sigur Linda Andrews. Trívist við óvissu Linda Andrews býr í Valby í danska høvuðsstaðnum, og har hevur hon sína tilveru saman við dóttrini Celeste, sum er blivin 17 ára gomul, og saman við cubanska sjeiki sínum. – Tað kann vera avbjóð­ andi at liva av tónleiki, men tað passar í grundini væl til mítt lyndi. Eg hevði kvalst at verið í føstum starvi við føstum uppgávum. Eg tími nógv betur eitt kreativt arbeiði við tónleiki, hóast vansin við tí er, at eg sjáldan veit, hvussu komandi tíðin sær út við inntøkum og upp­ gávum, sigur Linda Andrews. – Eg kann ikki seta meg afturá at bíða eftir upp­ gávum. Eg má út gera vart við meg, og eg má stundum eisini finna upp tiltøk sjálv. Tað kemur líkasum eingin inn og bjargar mær, eg má hanga í allatíðina, og tað heldur meg vakna og virkna. Og tað hevur borið til hjá mær at fáa tað at hanga sam­ an fíggjarliga. Linda Andrews er avgjørd um, at sangur og tónleikur skal verða hennara yrki. – Eg havi bert eina plan, og tað er plan a. Eg havi ong­ an plan b. Hetta skal rigga, og eg skal klára at for­syrgja mær og dóttrini – og ferd­ igt. Eg havi ongan trygg­ leika undir mær og ynski held­ur ikki at hava til dømis ar­beiðsloysistrygging, tí so havi eg okkurt at falla aft­ urá, og tað ynski eg ikki. Eg vil halda meg í gongd og hava ís í búkinum, tá ið tað stendur eitt sindur onkuntíð, sigur hon. Eitt er tann fíggjarliga avbjóðingin við einum yrki, sum er merkt av skiftandi og óvissum umstøðum. Eitt annað er tað tónlistarliga arbeiðið og avbjóðingin. – Eg geri av og á status av tí, sum eg fáist við, og hugsi væl um mína støðu. So leingi, sum eg kenni á mær, at hetta er tað, sum eg ynski at gera og brenni fyri, haldi eg fram við tí. Tað skal vera hugaligt og spennandi, og um tað ikki verður tað, so má eg taka avleiðingarnar av tí og gevast. Men sum tað hevur verið hesi árini, og sum eg havi tað í løtuni, so er eingin ivi um, at eg vil hetta í framtíðini eisini, sigur Linda Andrews. X Factor fortíðin Um hon vil tað ella ikki, verð­ ur Linda Andrews fram­vegis knýtt at X Factor kapp­ingini, sum hon vann í 2009. X Factor var ein spenn­ andi tíð, og tað sær gott út á mínum cv, at eg vann kapp­ ingina. X Factor er partur av mínari fortíð, eg eri stolt av sigrinum, og tað er ein part­ ur av mær sum sangara. Eg renni ikki undan X Factor, tí tað er ein stór hending í mínari karrieru, og tá ið fólk javnan biða meg syngja vinn­ arasangin frá X Factor, geri eg tað gleðiliga, tí tað er ein góður sangur, sum eg kann standa inn fyri, sigur Linda Andrews. Hon seldi 40.000 eintøk av stakfløguni Det Bedste Til Sidst, og tað fekk hon dupult-platin fyri. Slíka sølu mann neyvan nakar annar føroyingar hava havt. – X Factor er ikki bara ein sangkapping, tað er eisini eitt sirkus og show, og fyri meg snúði tað seg ongantíð um at blíva kend ella koma fram. Tað hevur ongantíð verið mítt dreiv, og tað verður tað heldur ikki. Um eg kundi liva av at sita einsamøll og ar­ beiða við tónleiki, uttan at nakar visti av tí, so hevði eg gjørt tað, men skalt tú liva av tónleiki, mást tú eisini stíga fram og gera vart við teg. Linda Andrews stríddist í fleiri ár við eina keðiliga kenslu, tá ið hon stóð á palli. – Tey, sum kenna meg, vita, hvussu tungt tað plagdi at vera hjá mær at fara á pall­in at framføra. Um eg be­stemmaði, hevði eg staðið aftan fyri keyboardspælaran og sungið, men sum solistur mást tú standa fremst á pall­inum og vera í fokus, og tað dámdi mær óvuliga illa. Eg elski at syngja, men eg hataði at standa á palli. Tíbetur vóru nógv fólk, sum stuðlaðu mær og skumpaðu meg fram, og eg eri teimum sera takksom í dag, tí tey gjørdu, at eg vandi meg við at leiklutin sum sangari, og í dag havi eg tað gott á pall­ in­um. Leygarkvøldið 15. apríl fer Linda Andrews at hava kon­ sert á Reinsarínum í Havn. – Eg havi eina nýggja út­gávu á veg, og eg fari at syngja onkrar sangir av tí út­gávuni, og sjálvandi syngi eg onkrar eldri sangir eisini. Tað verður ein konsert, har eg fari at hava fokus á mín inni­liga kærleika til tónleik, og eg havi góðar tónleikarar afturat mær. Vit fara ordiliga at njóta løtuna saman við áhoyrarunum, sigur Linda Andrews. eydun@sosialurin.fo UNDIR FÝRA EYGUM Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Cuba. Sjeikurin hjá mær kemur frá Cuba, og eg vóni, at tað skjótt fer at lata seg gera hjá mær at vitja landið. Hugsa tær at koma frá einum landi, har rútma næstan er tjóðarmálið. Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión? – Eg hevði sum tað fyrsta latið pengar til hjálpararbeiði. Síðani hevði eg restin farið til at keypa mær eini hús ella eina íbúð í Føroyum. Mín dreymur er at eiga mítt egna stað í Føroyum, sum eg altíð kann fara heim til. Brúður og brúðgómur vildu bæði yvirraska við Lindu Linda Andrews verður stund­um biðin um at syngja til brúdleyp, og ofta verður hon spurd um at syngja vinnarasangin frá X Factor, Det Bedste Til Sidst. Soleiðis var eis­ini í fjør, tá ið Linda fekk fyrispurningar frá tveim­um ymiskum fólkum um at syngja sangin til tvey ym­isk brúdleyp – helt hon. – Tað passaði væl, tí brúd­leypini vóru í nánd av hvørjum øðrum, og tað var ein tími millum fram­ førslurnar, greiðir Linda frá. Tá ið dagurin nærkaðist, vísti tað seg, at brúdleypini vóru á sama hotelli, so Linda helt, at tað kundi ikki verða betur. – Vit møttu á hotellinum í góðari tíð at fyrireika okk­ um. Vit høvdu eitt rúm fyri okkum sjálvi, tí vit vóru eitt yvirraskilsi. Tá ið toastmastarin so kom inn til okkum, finna vit út av, at bæði brúðurin og brúðgómurin hava bókað meg sum eitt yvirraskilsi til hin. So har stóðu vit mitt í tí, tað høvdu vit ikki havt illgruna um, sigur Linda. Avgjørt var, at Linda fram­førdi, tá ið brúð­góm­ur­ in helt sína røðu, og so máttu tey greiða frá, at brúð­urin eisini hevði biðið hana koma at syngja sama sang fyri manninum. – Vit gjørdu so eina eyka framførslu eitt sindur seinni á kvøldinum við nøkrum sangum afturat, so alt endaði væl, og brúðar­parið var sera væl nøgt, sigur Linda Andrews. UM LINDU ANDREWS 43 ára gamla Linda Andrews er úr Havn, men hevur seinastu 21 árini búð í Danmark, har hann hon arbeiðir sum tónleikari. 17 ára gamla dóttirin Celeste býr hjá henni. Linda heldur saman við manni, sum er ættaður av Cuba. Millum stóru fjøldina í Danmark og Føroyum er Linda best kend fyri sína luttøku í X Factor kappingini, sum hon vann í 2009. Linda hevur givið fleiri fløgur út, og hon hevur eisini sungið á útgávum hjá nógvum øðrum tónleikarum. Í løtuni arbeiðir Linda við nýggjari útgávu, og 15. apríl hevur hon konsert á Reinsarínum í Havn. Meira kann lesast um konsertina á heimasíðuni hjá Reinsarínum.