Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1978: Politiskur blaðstjóri á 14. Sep »Nú í summarfrítíðini eru nakr­ar broytingar hendar í blað­stjórnini á 14. September. Leivur Hansen, sum hevur ver­ið fyribilsblaðstjóri síðani Ól­avur Michelsen andaðist 1. mai, er nú settur sum á­byrgd­ ar­blað­stjóri. Men hann er ikki eins­a­mallur, tí Fjúrt­andi hevur eisini fingið ein pol­it­ isk­an blaðstjór. Tað er Heðin M. Klein, løgtingsmaður, sum skal halda skil á pol­itikk­i­num í málgagni Tjóð­veld­is­floks­ ins. Lærarar settir »Skúlastjórnin boðar frá, at Jógv­an Asbjørn Skaale og Sól­bjørn Mortensen eru sett­ ir sum lærarar við kommu­nu­ skúl­an í Havn 1. august 1978. Projektera nú flogvøll á Tvøroyri SOSIALURIN 1999 1999: – Í løtuni liva suðuroyingar sum triðja floks føroyingar. Og nú er tað eitt fólkakrav í Suðuroynni, at ferðasambandið norðureftir batnar S osialurin skrivaði soleiðis 23. juni í 1999: »Páll Vang, bý­ráðs­for­mað­ ur á Tvøroyri er ein av teimum, sum mangan hava víst á, hvussu týdn­ ing­ar­mik­ið ferðasambandið er fyri menn­ing­ina av Suðuroynni. Men Tvøroyrar Býráð ger meiri enn bara at vísa á tørvin. Tey vísa eisini á loysnir. Tí í løtuni er Landsbyggifelagið í ferð við at leggja síðstu hond á eitt pro­jekt um ein flogvøll á Tvøroyri. Tað er nakað síðani, at Tvør­oyr­ar Bý­ráð samtykti at biðja Lands­byggi­ fel­agið kanna, um tað bar til at gera flogvøll í Tvøroyrar Komm­unu. Og um so var at tað bar til, skuldi fel­ag­ið eisini gera eina meting av, hvussu nógv ein slíkur flogvøllur fór at kosta. Arbeiðið er nú komið so mikið á­leiðis, at síðsta hond verður lagt á tað nú, og um stutta tíð verður úrs­ lit­ið hjá Landsbyggifelagnum hand­ að Tvør­oyrar Býráð. Páll Vang sigur, at Lands­byggi­ fel­ag­ið er komið eftir, at tað ber væl til at gera flogvøll í Kommununi. Landsbyggifelagið arbeiðir við tveim­um ymsum loysnum, men báð­ir hesir flogvøllirnir eru í Froð­ ba, nið­an fyri tyrlupallin og inneftir í­móti Tvøroyri. Páll Vang sigur, at hann veit ikki, hvussu langir hesir báðir flog­vøll­ir­ nir eru. – Men tað er greitt, at talan er um vøll­ir til minni flogfør og fyrr hev­ ur verið nevnt, at teir helst fóru at liggja um 600-800 metrar. 3. floks føroyingar Páll Vang sigur, at hetta arbeiðið verð­ur ikki gjørt, tí at kommunan sjálv ætl­ar at at gera flogvøll á Tvør­ oyri. – Vit gera ongan flogvøll. Men ætl­an­in við hesum tiltakinum er at hjálpa Landsstýrinum á­vegis at loysa ein sera átrokandi sam­ ferðslu­trup­ul­leika. – Ætlanin er at handa Lands­ stýrinum projektið og kostn­að­ar­ met­ing­ina. – So stendur tað til Landsstýrið at fara víðari við málinum, sigur bý­ ráðs­for­maðurin á Tvøroyri. Hann sigur, at býráðið tekur hetta ó­vanliga stigið, tí tað ásannar, at sam­ferðslan til og úr Suðuroynni er so út av lagi vánalig, at tað er ein álv­arsligur bági fyri menningina av oynni. – Vit halda, at góðir sam­ferðsl­ u­møgu­leikar eru fortreytin fyri menn­ing í oynni men tann for­treyt­ in er ikki til staðar sum er. Og Tvøroyrar Býráð heldur, at flúgv­ing við flogfari er avgjørt ein møgu­leiki, sum eisini er nevndur í sam­gongu­skjalinum. Men hann sigur, at tað er eisini eitt treyta­leyst krav, at tað verður bøtt um sjóvegis sambandið millum Suð­uroynna og Havnina. – Suðuroyingar hava leingi verið við­farnir sum 3. floks føroyingar og tað er nú eitt fólkakrav, at Smyr­ il fer at sigla minst tvær ferðir um dag­in ímillum Havnina og Suð­ur­ oynna hvønn einasta dag í vikuni, alt ár­ið frá næsta ári at rokna. Býráðsformaðurin á Tvøroyri sig­u­r, at hetta fólkakrav er so sterkt í Suðuroynni, at verður tað ikki eft­ irlíkað, kunnu landsins mynd­ug­ leik­ar rokna við, at suðuroyingar fara at seta tiltøk í verk ímóti teim­ um. Hvørji hesi tiltøk kundu verðið, kann hann onki siga um enn. – Men nú er nokk tosað, skriv­að, nokk biðið og nokk »argumenterað«. Hann vísir á, at viðurskiftini inn­ an­oyggja í Suðuroynni er líka langt aft­ur­útsiglt sum sambandið norð­ ur­eftir. – Vegirnir eru gjørdir í fimti- og seksti­árunum og stór strekki eru at kalla ikki rørd síðani uttan tað, at as­falt er lagt á tey. Páll Vang sigur, at so at siga tað einasta sum er hent á sam­ferðslu­ øki­num í Suð­ur­oynni er, at ein túr­ ur er fluttur av Tvøroyri til Vágs. – Men tað er týdningarleyst fyri suð­ur­oyingar. – Tað, vit hava brúk fyri, eru fleiri túrar. So kann tað fyri so vítt gera tað sama, hvar í oynni, skipið sigl­ur, sigur Páll Vang. Ein av teimum roynastu journ­a­l­ist­ u­num í Før­oyum er Árni Gregersen, sum sein­asta hálvttriðja árið hevur ver­ið fastur fús­ur í Miðla­húsinum. Árni hevur journa­list­út­búgv­ing frá Dan­marks Journalisthøjskole frá 1976. Hann hevur starvast á flestu tradi­ti­on­ellu miðlu­num í Føroyum: Dag­blað­num, 14. Sep­tem­ber, Dimma­lætt­ing, Sos­i­al­i­num, Út­ varpi og Sjón­varpi. Hann hevur eis­ini starv­ast í Danmark, á BT og á TV2 Born­holm, og í lestrartíðini var hann á Vendsyssel Tidende í starvs­ venj­ing. Árni hevur skrivað nógv um pol­i­tikk og arbeiðsmarknað, bæði á Christ­i­ans­borg og í Føroyum. Men hev­ur eisini fingist við tað van­liga – og so ikki at gloyma ítrótt­ar­journ­ al­i­stikk­in. Starvsfólk: Árni Gregersen Sosialurin skrivar soleiðis 6. september í 1978: »Vágatingmenninir Haldor Han­sen og Vilhelm Nielsen hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina heingibrúgv yvir um Vest­manna­sund. Í samband við arbeiðið skal eis­ini berghol gerast til Vatns­ oyr­ar. Brúgvin og bergholið verða 1350 metrar hvørt. Vegurin um 5 km. Uppskotsstillararnir siga, at far­leiðin styttist við 7 km.« Heingibrúgv um Vestmannasund – Landsbyggifelagið leggur í hesum døgum seinastu hond á eitt projekt um flogvøll á Tvøroyri. Vit gera hetta fyri at hjálpa landsstýrinum ávegis at loysa ein sera átrokandi samferðslutrupulleika, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri Leivur Hansen Heðín M. Klein