mánadagur 3. apríl 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føðideildin í upploysn:
FRÍSK BØRN
GJØRD SJÚK
– Eingin orkar at arbeiða her, tá man fær slíka viðferð. Um avgerðin stendur við, so rýma ljósmøðurnar.
Meginparturin kannar longu møguleikan at arbeiða aðrastaðni. Vit høvdu ynskt at verið við til at
gjørt verðsins bestu føðideild í Føroyum, men tað heldur stjórin opinbert ikki, at vit skulu vera partur
av. Tað sigur Annika Hoydal, ið finst harðliga at leiðsluni fyri at skapa stríð á føðideildini
FØÐIDEILDIN
Hallur av Rana
Barnakonurnar og børnini
fáa eina verri tænastu, álit
ið á leiðsluna er fokið, rok
er á gongini og vandi er
fyri, at sjúkrahússtjórin við
avgerðini jagstrar allar ljós
møður av landinum.
Tað er dapri boðskapurin
frá Anniku Hoydal, ljós
móðir og forkvinna í Ljós
møðrafelag Føroya, í kjalar
vørrinum av, at leiðslan í
Landssjúkrahúsinum í síðstu
viku avgjørdi at broyta bygn
aðin á Føðideildini.
Johnny
í
Grótinum,
sjúkrahússtjóri
á
Lands
sjúkrahúsinum, hevur boðað
frá, at føðideildin framyvir
verður býtt upp í eina burða
deild og eina barsildeild, har
ljósmøðurnar einans skulu
virka í burðadeildini.
Tað innibar, at frá 1. apríl
2017 broyttist mannagongd
irnar á føðideildina soleiðis,
at ljósmøður ikki longur
hava nakað at gera við
barnakonur og nýføðingar
tveir tímar eftir føðing.
Frísk verða sjúk
Avgerðin er komin óvart
á ljósmøðurnar á einastu
virknu føðideild í Føroyum,
ið seinastu dagarnar hava
mótmælt broytingini. Mill
um teirra er Annika Hoydal,
ið ávarar um, at fakliga út
gangsstøði hjá sjúkrarøktar
frøðingum og ljósmøðrum er
hvørt sítt.
Meðan ljósmøður arbeiða
fyrst og fremst við barna
konum og føðing, ið ikki er
ein sjúka, so arbeiða sjúkra
røktarfrøðingar
fyrst
og
fremst við sjúkrarøkt.
– Allarflestu mammur
og børn eru frísk, og tað er
okkara serøki. Men um okk
urt er áfatt, so duga vit eisini
at handfara tað. Men sum
útgangsstøðið er tað púra
normalt og frískt at bera,
eiga og passa eitt barn eftir
føðing, sigur Annika Hoydal,
ið metir at støðan broytist,
um ljósmøður ikki vera til
staðar.
– Tá ið vit ikki vera inni
á barsilsdeildini, so verða
fleiri mannagongdir gjørdar,
ið innibera fleiri kanningar,
ið kunnu føra til óneyðugar
viðgerðir av frískum børn
um. Sostatt verða frísk børn
gjørd sjúkari, tí man fer í
størri mun at viðgera frísk
børn sum eru tey sjúk, sigur
Annika Hoydal.
Gamalt stríð
kyknað aftur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
stríð er um leiðslubygnaðin
á føðideildini. Í 2006 var rok
um tað sama, tá nærum allar
ljósmøður í landinum søgdu
seg úr starvi frá 1. februar
2007. Í evstu løtu eydnaðist
tað tó Hans Paula Strøm, tá
verandi landsstýrismanni í
heilsumálum, at finna eina
semju í stríðnum.
Annika Hoydal greiðir frá,
at broytingin á føðideildini
er júst tann sama broytingin,
ið elvdi til, at jarðarmøðurnar
søgdu seg úr starvi fyri 11
árum síðan, men at jarðar
møðurnar neyvan fara eins
harðliga fram hesaferð.
– Tað hvørki vilja ella
kunnu vit bjóða barnakon
unum her á landi. Men vit
kunnu ikki arbeiða her, um
avgerðin stendur við. Vit eru
ørkymlaðar og ætla okkum
ikki at finna okkum í hesum,
sigur Annika Hoydal, og legg
ur afturat.
– Vit eru tær einastu, ið
hava lov at taka móti børn
um, men um tað ikki var
so, so høvdu vit eisini verið
tveittar úr føðistovuni. Men
alt barnakonuøkið, ið vit
hava bestu útbúgving í, tað
sleppa vit ikki at vera partur
av, sigur Annika Hoydal.
Stórur eftirspurningur er
eftir ljósmøðrum í granna
londunum, og Annika Hoy
dal vísir á, at tær flestu eru
longu farin at kanna møgu
leikarnir fyri at arbeiða aðra
staðni.
– Um avgerðin stendur
við, so rýma ljósmøðurnar,
tí eingin orkar at arbeiða
her, tá man fær slíka viðferð.
Meginparturin
kannar
longu møguleikan at arbeiða
aðrastaðni. Vit høvdu ynskt
at verið við til at gjørt verð
sins bestu føðideild í Før
oyum, men tað heldur stjórin
opinbert ikki, at vit skulu
vera partur av, sigur Anniku
Hoydal.
Álitið á leiðsluna fokið
Fleiri ferðir í samrøðuni ger
Annika Hoydal púra greitt,
at hon ikki hevur nakran
trupulleika við sjúkrarøktar
frøðingarnar,
ið
dagliga
arbeiða
á
føðideildini.
Trupulleikin er longri uppi í
skipanini.
– Vit hava einki álit á, at
man vil hava okkum her, ella
at man ynskir tað besta fyri
barnakonurnar.
Avgerðin
vísir, at tað snýr seg ikki
um at veita besta tilboðið.
Men eg eri kedd av, at teir
dugnaligu sjúkrarøktarfrøð
ingarnir á føðideildini verða
drignir inn í hetta, tí tað er
á leiðslustøði, at man ikki
ynskir ljósmøðurnar at virka
í føðideildini, sigur Annika
Hoydal
Sambært Anniku Hoydal,
so hava ljósmøðurnar merkt
yvir longri tíð, at tað hevur
– Stríð var millum starvs
fólkini
frammanundan.
Men tað harmiliga í øllum
samskiftinum er, at tá eg
kunni tey um avgerðina,
so kemur ein reaktión, har
man ákærir hvønn ann
an fyri ikki at vera nóg
dugnalig. Tað er øgiliga
óheppið, og má eg bara taka
á mín kappa, at eg átti havt
kunnað á ein annan hátt,
sum ikki framprovokeraði
eina
sovorðna
ógvusliga
reaktión.
Tað sigur Johnny í Grót
inum, stjóri í Landssjúkra
húsinum, tá hann verður
spurdur um tað er rætt, at
avgerðin hevur elvt til stríð
millum starvsfólk á føði
deildini.
Sjúkrahússtjórin vísir á,
at tað var neyðugt at gera
broytingar,
nevniliga
tí
samstarvstrupulleikar vóru
á økinum.
– Hetta er eitt neyðugt
inntriv
frá
leiðsluni
at
skipa hetta øðrvísi fyri
at fáa greiðari linjur á
leiðsluábyrgdini á ymiska
virkseminum
á
deildini,
tí ógreiða hevur valdað.
Tað besta hevði verið, um
samstarvið virkaði framm
anundan, men tá tað hev
ur víst seg at verið ein av
bjóðing hesi tólv árini, tá
man hevur roynt felags
leiðslu og felags ábyrgd, so
geri eg hetta inntrivið, og
umskipi tað við atlit til at
eftirmeta tað við endan av
árinum, sigur Johnny í Grót
inum.
Sjúkrahússtjórin vísir á,
at hann hevur lurtað eftir
Stríð var frammanundan
– Tá ið vit ikki vera inni á barsilsdeildini, so verða fleiri
mannagongdir gjørdar, ið innibera fleiri kanningar, ið
kunnu føra til óneyðugar viðgerðir av frískum børnum sigur
Annika Hoydal mynd: KvF