mánadagur 3. apríl 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40
FØÐIDEILDINW
verið ein illvilji móti teimum
og teirra starvsøki.
– Tað er byrja av hinum
fakbólkinum, ið alla tíðina
hevur roynt at skapt trupul
leikar, tí tey vistu, at so blivu
vit tveittar úr deildini. Men
av tí sama, so hava vit havt
fleiri fundir við Johnny í
Grótinum, og víst á okkara
útbúgvingar og førleikar. Vit
fingu enntá at vita, at ongar
ætlanir vóru um at koyra
okkum úr deildini, greiðir
Annika Hoydal frá.
Sambært Anniku Hoy
dal hildu ljósmøðurnar, at
leiðslan skilti teirra sjónar
mið, men brádliga komu boð
ini um, at tær skuldu út.
– Tað kom úr bláari luft, og
vit eru tveitt úr føðideildini
uttan nakra veruliga grund
geving. Ongin kanning er
gjørd
ella
hoyringsskriv
sent. Einasta vit hava fingið
er ein fráboðan 29. mars um,
at vit skuldu út 1. apríl, sigur
Annika Hoydal.
Góða samstarvið
horvið
Brádliga avgerðin hjá sjúkra
hússtjóranum hevur ført við
sær, at ruðuleiki nú valdar
á deildini, og eingin veit
hvussu leikur fer fram.
– Øll eru ørkymlað, tí boð
ini verða broytt so líðandi.
M.a. var fyrst sagt, at vit
einki skuldu hava at gera
við innlagdar barnakonur,
men tað mátti broytast, tí
eftir lógini eru tað bara vit,
ið kunnu tað. Men eingin
veit hvar vit skulu vera, tí
vit sleppa ikki inn á deildina,
sigur Annika Hoydal.
Ljósmóðurin vísir á, at
avgerðin eisini hevur ført við
sær, at tað góða samstarvið,
ið hevur verið á deildini, nú
er oyðilagt.
– Tað er óvirðiligt, at
sjúkrarøktarfrøðingar
og
ljósmøður nú klandrast á
gongini. Tað er keðiligt, tí
vit hava so stóra respekt
fyri tí, ið tær arbeiða við,
men vit krevja eisini respekt
fyri okkara arbeiði. Tað er
stjórin, ið hevur skyldina í, at
fólk ikki heilsa upp á hvønn
annan longur, og trætast á
gongini um hvør dugir hvat,
sigur Annika Hoydal.
Hon leggur tó dent á, at
talan ikki er um eitt fakstríð,
men eitt stríð millum per
sónar.
– Hetta er ikki eitt fak
stríð, men úrslitið av persón
ligum stríði og vánaligari
leiðslu. Tað eru nakrir per
sónar longri uppi í skipanini,
ið ikki vilja hava ljósmøður
á føðideildini. Men tíverri
sleppa persónligar konfliktir
at liva á Landssjúkrahús
inum, uttan at nakað verður
gjørt við tað, og tað er øgiliga
óbehagiligt, sigur Annika
Hoydal.
Annika
Hoydal
metir,
at skipanin við eini trí
streingjaða
leiðslu,
har
sjúkrahússtjórin hevur tveir
varaleiðara aftrar sær, ið um
boða ávikavist sjúkrarøktar
frøðingar og læknar, er ein
av orsøkunum til dagsins
støðu.
– Eins og aðrir smærri
fakbólkar í húsinum, so
hava vit ongan kjans at
verða hoyrd. Tann leiðandi
ljósmóðurin sleppur hvørki
við ella verður hoyrd um
avgerðir. Vit mugu bara
ásanna, at verandi leiðslu
skipan á Landssjúkrahús
inum ikki virkar til frama
fyri sjúklingin, sigur Annika
Hoydal.
Á politiskt støði
Hóast mótmælir frá ljós
møðrunum, so stendur av
gerðin um at útihýsa teimum
úr føðideildini við, men fyri
tær er síðsta orðið ikki sagt.
– Vit hava biðið um fund
við Sirið Stenberg. Vónandi
kann hon fortelja okkum
hvussu
barnakonuøkið
í
Føroyum skal skipast. Tí
her er talan um eitt tilboð til
allar føroyingar, ið nú verður
broytt, sigur Annika Hoydal.
Av tí, at føðideildin á
Landssjúkrahúsinum
er
tann einasta eftir í Føroyum,
so meta ljósmøðurnar, at
talan er um eitt politiskt mál,
har støðan má takast til hvat
tilboð
politiska
skipanin
ynskir at bjóða føroyingum.
– Tað má vera ein politisk
avgerð, hvat tilboðið skal
vera til allar føroyingar,
og ikki bara hvat ein stjóri
heldur. Landsstýriskvinnan
má siga sína hugsan, sigur
Annika Hoydal.
hallur@sosialurin.fo
torshavn.fo
Broyttar byggisamtyktir
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 30. marts 2017 samtykti broyting av almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu og avtøku av serstakari byggisamtykt fyri
undir Gráasteini, Tórshavn.
Uppskot um broyting av almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu
Hotel Føroyar hevur søkt um byggiloyvi til nýggja KOKS matstovu
niðan fyri Hotel Føroyar, á matr. nr. 1229.
KOKS leggur dent á eina heildaruppliving, og hóskar hendan staðset-
ingin, sum er tætt við bæði hotellið og viðarlundina, væl til endamálið.
Sum kunnugt hevur KOKS fingið altjóða viðurkenning og dregur fleiri
ferðafólk til Føroyar – og høvuðsstaðin. Tórshavnar kommuna metir, at
rætt er at samstarva við og eggja uppundir slíkar verkætlanir.
Matr. nr. 1229. Tórshavn, liggur í økisparti D1 í almennu byggisam-
tyktini fyri Tórshavnar kommunu. Um loyvi skal gevast til at byggja
matstovu í økinum, má tað verða broytt til økispart C2 í almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum er sama økið, sum
Hotel Føroyar liggur í.
Ásetingarnar fyri C2 økið eru:
1.
Umráðisparturin verður í síni heild lagdur til
miðstaðarendamál, serstakliga ætlað stovnum,
framsýningarhølum, samkomuhúsum, tónleikahøllum
og øðrum mentanarligum stovnum og tílíkum, og til
tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi, skrivstovur,
matstovur o.t.
2.
Útstykking verður einans loyvd sambært serstakari
byggisamtykt, ið byggivaldið hevur góðkent fyri
nattúrliga avmarkað øki.
3.
Byggistigið má ikki fara upp um 0,25.
4.
Nýtslustigið má ikki fara upp um 0,5.
Avtøka av serstakari byggisamtykt
fyri undir Gráasteini
Uppskot um at seta úr gildi serstøku byggisamtyktina fyri útstykk-
ingarnar matr. nr. 1116a, 1116b, 1116c, 1116e, 1117a, 1117b,
1118a, 1118b, 1119a, 1120a, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina
fyri Tórshavnar kommunu og seta úr gildi serstøku byggisamtyktini
undir Gráasteini, Tórshavn liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum,
frá 3. apríl 2017 til og við 15. mai 2017, frá mánadegi til hósdag frá
kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 15. mai 2017.
ynskjunum hjá ljósmøðr
unum, men at í síðsta enda, so
mátti hann taka eina avgerð.
– At eg ikki hava gjørt
júst sum tær ynskja er
rætt. Eg kundi valt eina
loysn har leiðandi ljósmóðir
hevur ábyrgdina av øllum
økinum. Eg má meta
hvønn leiðara eg seti fyri
ymisk økir, og har metti
eg ikki, at nakar av
leiðarunum var
rætti at leiða
alt økið.