mánadagur 3. apríl 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BOGI VANN BRONSU
Í DANMARK
Tvey føroysk lið í estetiskum fimleiki hava kappast í Italia, meðan einstaklingurin
Bogi Berg hevur staðið seg væl í amboðsfimleiki í Danmark
Pætur Albinus
BADMINTON
Danski Viktor Axelsen vann í gjár
Super
Series-kappingina
India
Open, har hann undanfarnu tvey
árini annars hevði tapt finaluna.
Soleiðis var tó ikki hesaferð, tí
danski
OL-bronsuvinnarin
lat
ongan iva vera um betra spælaran
á degnum, tá ið hann í finaluni
einans brúkti 36 minuttir um at
vinna 21-13, 21-10 ímóti heimsins
nummar níggju, Chou Tien Chen
frá Taiwan. 23 ára gamli Axelsen
er í løtuni nummar fýra á heims
styrkislistanum.
DART:
FM VINNARI
VIÐ PÍLI Í BULL
Um vikuskiftið var FM í dart í
Skopun. Vinnari í einmansleiki
bleiv heldur óvæntað Jón Johansen
úr Vága Dartfelagi. Hann setti
seinasta pílin í reyðan bull og vann
FM finaluna.
Í finaluni vann Jón Johansen 5-3
á Jan McIntosh, sum annars stóð
seg væl samanlagt í FM finaluni.
Hann vann tvímansleikin saman
við Una Árting, men bleiv ov stutt
ur í finaluni í einmansleiki.
Var tað óvæntað, at Jón Johan
sen vann FM hjá monnum, so
mundi tað verða meiri óvæntað,
at Maibrit Hvíthamar vann FM hjá
kvinnum. Hon var upprunaliga ikki
millum átta tær bestu, sum høvdu
vunnið seg víðari, men kom við upp
á avboð. Hon gjørdi av álvara bart
og vann kvinnukappingina.
FIMLEIKUR
Tvey føroysk lið í estetiskum fim
leiki hava um vikuskiftið luttikið
í altjóða kapping í italska býnum
Padova. Challenge Cup, kallaðist
kappingin, og liðini vóru Team
Hydra hjá fimleikafelagnum Ljósið
og unglingaliðið Vípan hjá fimleika
felagnum Støkk. Tað eydnaðist
liðnum hjá Støkk at koma í final
una, har tær fingu eitt samlað 11.
pláss.
Føroyski Bogi Berg, sum ger
fimleik við GymAalborg í Danmark,
hevur um vikuskiftið luttikið í DM í
amboðsfimleiki. Hann luttók í gólv
og lop yvir hest, og tað eydnaðist
honum at koma í finaluna í báðum
greinunum.
Við
karakterinum
12,600 stig gjørdist Bogi nummar
trý í gólv, og vann sostatt DM-
bronsu í hesi greinini. Hann lá
eisini væl fyri í lopi yvir hest, men
av tí at dómararnir frátóku Boga
tvey heil stig eftir nýggju regluni
um at lopini líktust ov nógv, so datt
hann aftur á fjórða pláss. Hóast
óhepnu støðuna, so er Bogi Berg
avbera nøgdur við úrtøkuna í DM.
FLOGBÓLTUR
Síðstu dystirnir í FM-grundspæl
inum í meistardeildini hjá kvinn
um vóru leygardagin, og tað er
nú klárt til at spæla FM-finalu,
sum verður ímillum Drátt og KÍF.
Dráttur vann greiðan 3-0-sigur í
Gundadalshøllini ímóti Fleyr, har
settúrslitini vóru 16-25, 16-25, 15-
25. ÍF vann 3-0 ímóti SÍ, meðan TB
vann 3-0 ímóti Ternuni. Á fremsta
plássi endar Dráttur við 38 stigum,
KÍF nummar tvey við 32 stigum og
TB vinnur bronsuna við 31 stigum.
FM-finalurnar millum Drátt og
KÍF verða spældar í høllini á Hálsi
skírishósdag 13. apríl og páskaaftan
15. apríl.
TENNIS
Eftir eina annars framúr kapping
mátti danska tennisdrotningin,
Caroline Wozniacki, lúta í finaluni
í Miami leygardagin. Eftir góðar
sigrar ímóti eitt nú Muguruza,
Safarova og Pliskova, tapti Wozni
acki 6-4, 6-3 í finaluni ímóti bretsku
Johanna Konta. Hjá monnunum
vann Roger Federer 6-3, 6-4 í
finaluni ímóti Rafael Nadal, sum
hann annars plagar at hava tað
trupult ímóti. Nadal er nevniliga
á odda 23-14 í innanhýsis dystum
ímóti Federer, men nú hevur 35 ára
gamli sveisarin vunnið teir síðstu
fýra. Hetta var samstundis hansara
triði kappingarsigur í ár.
FÓTBÓLTUR
Tað er framvegis stórur spenningur
í oddinum í sponsku La Liga, har
stórfeløgini Real Madrid og FC
Barcelona eftir sigrar um viku
skiftið halda fram í tøttu kapp
ingini um meistaraheitið. Real
Madrid vann í gjár 3-0 á heimavølli
ímóti Alaves, meðan FC Barcelona
vann 4-1 á útivølli ímóti Granada.
Real Madrid er oddalið, tvey stig
frammanfyri FC Barcelona, sum tó
hevur spælt ein dyst meira enn Real
Madrid. Tá ið Real Madrid hevur
spælt hendan dystin, eru níggju
dystir eftir av kappingarárinum.
Í týsku Bundesliguni er lítil
og eingin spenningur í oddinum,
har stórfelagið Bayern München
eftir óvæntaða stóra kapping frá
RB Leipzig nú av álvara hevur
lagt seg púra einsamalt á odda.
Bayern vann leygardagin heili
6-0 á heimavølli ímóti Augsburg.
Robert
Lewandowski
skeyt
hattrik. Thomas Delaney, sum
við ársskiftið skifti úr FCK til
Werder Bremen, skeyt somuleiðis
hattrikk tá ið hann og liðfelagarnir
leygardagin vunnu 5-2 á útivølli
ímóti Freiburg. Bayern München
er oddalið í Bundesliguni við
65 stigum, meðan RB Leipzig er
nummar tvey við 52 stigum.
Sætta árið á rað er Celtic meist
ari í skotsku Premier League.
Hóast átta umfør eru eftir at
spæla, so er longu nú greitt, at
eingin kann fanga Celtic, sum í 30
dystum hevur vunnið 28 og spælt
tveir javnar. Við 5-0-sigri á útivølli
ímóti Hearts í gjár er Celtic nú 25
stig frammanfyri Aberdeen, og tá
ið einans 24 stig eru eftir at spæla
um, er greitt, at Celtic er meistari.
Aberdeen er nummar tvey, meðan
Glasgow Rangers, sum hevur fótað
sær aftur og er í bestu deildini aftur
eftir húsagangin, er á triðja plássi.
Bara fáar dagar eftir at hann
skifti úr Manchester United til
Chicago Fire, var Bastian Schwein
steiger á blettinum fyri nýggja
amerikanska felag sítt, tá ið hann
leygardagin legði Chicago Fire á
odda 1-0 í 2-2-javnleikinum ímóti
Montreal Impact. Tað eru útivið
tvær vikur síðani Manchester
United loyvdi honum at skifta
felag, men sáttmálin varð ikki
undirskrivaður fyrr enn mitt í
síðstu viku, tá ið 32 ára gamli týski
miðvallarin hevði fingið ameri
kanskt uppihaldsloyvi og tískil
formelt kundi skriva undir sátt
mála.
STUTTSØGD TÍÐINDI
Dráttur er í FM-finaluni
Vípan hjá Støkk
Bogi Berg vann bronsu í DM