Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað hevur verið eitt blandað vikuskiftið hjá okkara útisetum. Helst er dysturin í Tromsø sigandi fyri avrikið hjá okkara útisetum. Gilli Rólantsson Sørensen leggur upp til mál, men fær bara eitt stig heim við. Somuleiðis skoraði Finnur Justinus­sen fyri Fremad Amager, men tapti. Hallur Hansson greiddi sín setning, men fekk bara eitt stig. Jóan Símun Edmundsson fær spælt við masku, men sá seg ikki føran fyri at spæla dyst, uttan at hava vant við maskuni. Noreg - Tippiligan: Fyrsta umfar í nýggja kappingar­ árinum í Noreg hevur verið um vikuskiftið. Einasti føroyingurin í Tippuliguni hetta umfarið er tvøra­ maðurin Gilli Rólantsson Sørensen. Hann byrjaði inni á vonginum og legði upp til málið, tá Brann Bergen kom á odda ein minutt inn í seinna hálvleik. Tromsø javnaði tó í yvirtíðini til úrslitið 1-1. – Aftaná tríggjar mánaðar upp­ start, so var tað sjálvandi deiligt at koma í gongd. Vit skuldu havt fingið trý stig, men vit taptu tvey stig í 92. minutti, so tað er sjálv­ andi keðiligt, sigur føroyski lands­ liðsspælarin. Uppleggið hjá tvøramanninum var gott, tí hann lyfti bóltin upp um verjuna hjá Tromsø til leysan áleyp­ara. – Fyrsti dysturin blívur altíð til nógv stríð mitt á vøllinum. Eg haldi eg slapp væl fra mínari uppgávu. Vit tosaðu í hálvleikinum um at spæla bóltar í rúmið aftanfyri verj­ una. Eg var so heppin at gera eitt upplegg til mál beinanegin, so tað var super, sigur Gilli R. Sørensen. Hann hevði tað trupult í lands­ dystinum móti Andorra, men fekk við avrikinum í gjár eitt sindur av uppreisn. Meiri “ego” Tvøramaðurin arbeiðir í løtuni við at menna seg, so hann í størri mun kann verða avgerandi í dystum. Bæði fyri Brann og landsliðið. – Eg skal vera nógv meira ego. Tað er nakað eg skal arbeiða við í framtíðini. Tá tosi eg bæði um Brann og landsliðið, sigur tvøra­ maðurin. Hann ætlar sær nógv spæli­tíð hetta kappingarárið. – Fyrst og fremst vil eg spæla fót­bólt. Tað havi eg so gjørt tveir teir fyrstu dystirnar. Nú ræður um at halda fokus, arbeiða hart og verða róligur í avgerandi støðum, sigur Gilli R. Sørensen. Hann leggur afturat, at málið hjá Brann í ár er at verða millum fýra tvey fremstu. trondur@sosialurin.fo Gilli Rólantsson Sørensen legði upp til leiðslumálið hjá Brann Bergen, men fekk bara eitt stig við heim. – Vit skuldu havt vunnið dystin, men deiligt at leggja upp til eitt mál, sigur tvøramaðurin í Noreg UPPREISN TIL GILLA FÓTBÓLTUR – ÚTISETAR Superligan: Málleyst og vónleyst AC Horsens og OB spældu fríggjadagin fyrsta dystin í nýggja endaspælinum í Super­liguni. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, meðan Jóan Símun Edmundsson ikki er tøkur enn vegna albogan hann fekk á nøs­ina móti Andorra. Dysturin endaði málleys­ ur og tað var eisini fult í tráð við høpileysa spælið í dystinum. AC Horsens tók ongar møguleikar á bólt­ inum, meðan OB bara var komið fyri at verja stigið, sum teir høvdu við dystarbyrjan. Hallur Hansson spældi á vinstra vongi, men tað er hug­vekjandi hvussu sjáldan teir gulu spæla bóltin upp ígjøgnum vinstru síðu. Spæli­ætlanin tyk­ist verða, at liðið skal leypa á í høgru síðu, meðan vinstra síðan stendur til pynt. Hetta var ikki torført fyri Kent Nielsen og OB at lesa av. Uttan Jóan Símun Edmundsson, ið skal venja seg við at spæla við masku komandi tíðina, hevði OB einki tað stóra at bjóða í álop­ inum. Donsku frásøgumenninir hildu fyri, at tað var nakað lítið av áskoðarum, hóast studentar kundu kom inn fyri 20 krónur. Tað er nú ikki so løgið, tá hugsað verður um undirhaldsvirðið í dystinum. Einasta ljóspunktið fyri okk­ um føroyingar er, at Hallur Hansson spældi allan dystin. Leggur einki í undirhald Venjarin hjá AC Horsens er Bo Henriksen. Hann er ein lit­ríkur persónur, sum tykist væl­dámdur millum spælarar og áskoðarar í Horsens. Hetta stendur tó ikki í mát við spælið á vøllinum, sum er uttan per­són­ligheit. – Eg havi onga ætlan um at undirhalda nakran. Tað einasta, sum hevur týdning er, at vit gera ein sigur sann­ líkan. Eg skal tryggja at ongin skorar móti okkum, segði Bo Henriksen eftir dystin. trondur@sosialurin.fo 1. deild Damark: Finnur skoraði og Meinhard vann á Viljormi Finnur Justinussen kom á mál­ talvuna, tá Fremad Amager á heima­vølli tapti 1-2 ímóti Helsingør. Gøtu­maðurin kom inn á vøllin tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum. Fremad Amager var aftanfyri 0-2 í steðginum. Finnur Justinussen gjørdi mun tá hann kom á vøllin. Tá 81 minuttir vóru farnir setti hann bóltin í málið við nærmastu stong. Seinastu 40 minuttirnar stríddust Fremad Amager við einum manni færri á vøllinum, tí Anders Kaagh varð víst­ur av vøllinum. Helsingør reið stormin av, og fekk øll trý stig við sær. Meinhard E. Olsen var við frá byrjan, tá Vendsyssel FF tók ímóti Vejle við Viljormi Davidsen, sum eisini var við frá byrjan. Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir kunnu stórfegnast um ein góðan 3-2 sigur, tí í steðginum var Vejle á odda 2-0. Seinastu sjey minuttirnar gjørdi Vendsyssel eitt ótrúligt comeback. Við málum frá Simon Okuson í 83. minutti, einum brotssparksmáli hjá Tiago de Leonco í 87. minutti, og einum ótrúligum saksasparksmáli hjá Christian Moses í tíðini dóm­ arin hevði lagt aftrat vann Vend­ syssel FF 3-2. Meinhard E. Olsen var skiftur út tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum. Fríggjakvøldið fekk Jákup Thomsen eitt korter í álopinum hjá Skive, sum tapti 1-3 á útivølli ímóti Roskilde FC. Sostatt taptu trý føroyingalið hetta umfarið, Vejle, Fremad Amager og Skive, meðan bert Vendsyssel FF vann sín dyst. Mikukvøldið tekur Vejle ímóti Roskilde FC. Komandi sunnudag er dúkað til føroyingauppgerð mill­um Skive og Fremad Amager í Skive. Sama dag tekur Vendsyssel FF ímóti Fredericia. trondur@sosialurin.fo Gilli Rólantsson Sørensen í dysti móti Tromsø um vikuskiftið. Tvøramaðurin legði upp til málið hjá Brann »Eg skal verða meiri ego« GILLI RÓLANTSSON SØRENSEN Finnur Justinussen ger um seg í Fremad Amager. Hóast liðið tapti, so skoraði gøtumaðurin aftur. Hann hevur eisini fingið nógva spælitíð í uppstartinum