mánadagur 3. apríl 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Andre Nielsen
Tað elvdi til kjak leygar
kvøldið, tá KÍF leikarin,
Teitur Joensen, í samrøðu
við Rás 2, skeyt VÍF í skógv
arnar at talan var um vána
ligan ítróttaranda, tá VÍF
ímóti endanum av dystinum
í Kollafirði eftir metingini
hjá Teiti Joensen tóku eitt
heldur óneyðugt time-out.
– Tað følist sum um at teir
pissa á okkum við at taka eitt
time-out, tá teir eru á odda
við nógvum málum, og tá vit
ongan sum helst møguleika
hava fyri at koma innaftur í
dystin, segði Teitur Joensen
á Rás 2 leygarkvøldið.
Ikki fyri at provokera
VÍF venjarin, Ingi Olsen, vís
ir aftur, at talan var um eitt
time-out sum var fyri at
provokera kollfirðingar.
– Tá vit spæla dystir, er
fokus altíð fyrst og fremst
á okkum sjálvum og ikki á
mótstøðuliðnum, greiðir Ingi
Olsen frá.
Víðari sigur hann, at teir
vóru í eini líknandi støðu í
fjør, har teir brendu seg av at
missa ein leikara óneyðugt.
– Vit høvdu eina líknandi
støðu í fjør tætt uppundir
finaluna, har vit vóru á odda
við nógvum málum í lands
kappingini, har ein leikari
hjá okkum misti høvdið og
fekk reyða kortið. Eg føldi
at tað var upptrekk til tað
sama leygarkvøldið í høllini,
so time-outið var bert fyri at
sissa ein av okkara leikarum,
soleiðis at hann ikki skuldi
fáa sær eitt óneyðugt reytt
kort, tá vit vóru so greitt á
odda, sigur Ingi Olsen við
Sosialin.
Ingi Olsen sigur eisini, at
hann eftir dystin greiddi KÍF
venjaranum frá um støðuna.
– Aftaná dystin greiddi eg
KÍF venjaranum frá støðuni,
og umbar, um teir kendu
time-outið sum niðrandi,
sigur Ingi Olsen.
KÍF steðgaði upp í
seinna hálvleiki
Dysturin í Kollafirði leygar
dagin endaði við einum greið
um sigri til vestmenningar við
støðuni 29-18. Merkisvert við
dystinum var annars, at tað
var KÍF sum var greitt á odda
í hálvleikinum. Tá var støðan
12-8 til kollfirðingar. Men koll
firðingar mistu fullkomiliga
flogið í seinna hálvleiki, með
an VÍF spældi ein av sínum
bestu hálvleikum í kapping
arárinum. Tað var eisini heilt
serstakt at KÍF teir fyrstu 20
minuttirnar av seinna hálv
leiki einans megnaði at fáa eitt
mál, meðan VÍF skoraði 13 mál.
VÍF verður partur
av finaluni
Við sigrinum hevur VÍF
mestsum tryggja sær pláss
í FM-finalunum. Tað er ikki
heilt avgjørt enn, tí enn kann
VÍF vera dømt at spæla um
dyst ímóti Neistanum, eftir
at bæði liðini kærdu fyri eini
viku síðani, tá tey spældu
javnt í høllini á Hálsi. Men
óansæð hvør avgerðin verð
ur av tí dystinum, skal tað
ganga heilt óvanliga illa í
hond hjá vestmenningum,
um teir ikki skulu koma í
FM-finalurnar.
Nú eru tey sum
taptu favorittar
FM-finalurnar vera tí mest
sum við fullari vissu end
urtøkur av somu FM-final
unum frá í fjør. Tá spældu
Neistin og Kyndil hjá kvinn
um. Har er so eingin ivi um,
at talan verður um endur
tøku, meðan tað við meira
enn 90% sikkurheit vera H71
og VÍF sum aftur í ár fara at
spæla FM-finalur hjá monn
um. Í fjør vunnu Neistin og
VÍF finalurnar, men í ár eru
hini bæði liðini, Kyndil hjá
kvinnum og H71 hjá monn
um, størri favorittar til FM-
finalurnar.
Julian Olsen yvirfyri Rógva Weihe, sum tíverri mátti av vøllinum skaddur
Filip Jojic skoraði 9 mál í dystinum
HONDBÓLTUR
TIME-OUTIÐ VAR
IKKI FYRI AT NIÐRA
VÍF venjarin, Ingi Olsen, sigur, at time-outið sum VÍF tók móti
endanum av dystinum í Kollafirði var tí at hann stúrdi fyri at ein
leikari á sínum liðið kundi missa høvdið og fáa eitt býtt reytt kort
ÚRSLIT Í FTZ-DEILDINI UM VIKUSKIFTIÐ:
KÍF – VÍF 18-29 (12-8)
Málskjúttar KÍF: Rúni Joensen 6 mál, Andrias Nielsen
4 mál, Fríði Weyhe 3 mál, Tony Weyhe 2 mál, Teitur
Joensen 1 mál, Frederik Sørensen 1 mál, Rógvi Weyhe 1
mál.
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 9 mál, Áki Egilsnes 7 mál,
Julian Olsen 5 mál, Bjarti Hansen 3 mál, Sjúrður Olsen 3
mál, Andrias Eriksen 2 mál.
Kyndil – Stíf 29-26 (14-16)
Málskjúttar Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 7 mál, David
Edvardsen 5 mál, Hørður F. Sigtórsson 4 mál, Tummas
P. Hanusarson 4 mál, Josef Abrahamsen 3 mál, Høgni
K. Olsen 2 mál, Bartal K. Olsen 2 mál, Rógvi Dal-
Christiansen 1 mál, Ólavur Mittún 1 mál.
Málskjúttar Stíf: Sveinur Justinussen 7 mál, Allan
Norðberg 6 mál, Tummas Simonsen 5 mál, Jógvan
Gregersen 3 mál, Pætur Johansen 3 mál, Pætur Joensen
2 mál.
Neistin – H71 18-27 (7-10)
Málskjúttar Neistin: Rói Berg Hansen 5 mál, Frank
Askildsen 5 mál, Teis Horn Rasmussen, 4 mál, Jónsvein
Dulavík 3 mál, Rune Olsen 1 mál.
Málskjúttar H71: Hilmar Leon Jakobsen 5 mál, Pætur
Thomsen 5 mál, Jónas Djurhuus 4 mál, Tróndur Arge 2
mál, Dánjal Tórgarð 2 mál, Peter Krogh 2 mál, Poul Símin
Niclasen 2 mál, Andor Sivertsen 1 mál, Sigmundur Dahl
1 mál, Hans Bjarni Hansen 1 mál, Bogi Davidsen 1 mál,
Ári Egason Dam 1 mál.
ÚRSLIT Í HVONN-DEILDINI UM VIKUSKIFTIÐ:
VÍF – VB 27-22 (11-7)
Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 7 mál, Daniella Joensen
6 mál, Agnas Olsen 6 mál, Brynja Rógvadóttir 3 mál,
Heidi Maria Akselsen 3 mál, Ema Besanovic 2 mál.
Málskjúttar VB: Daniela Mictric 8 mál, Barbara Hjelm
5 mál, Maria Weyhe 4 mál, Bára K. Mortensen 2 mál,
Guðrið K. Augustinussen 2 mál, Rannvá Johannesen 1
mál.
Kyndil – Stíf 41-11 (19-2)
Málskjúttar Kyndil: Bára K. Hansen 12 mál, Anna
Brimnes 9 mál, Turið Arge 9 mál, Bjarta Johansen 5 mál,
Gudrun Restorff 4 mál, Birita Mortansdóttir 1 mál, Maja
Dragoljubovic 1 mál.
Málskjúttar Stíf: Ninna Johansen 4 mál, Randi Fagradal
3 mál, Bára B. Danielsen 1 mál, Erla Petersen 1 mál, Vár
Poulsen 1 mál, Rebekka Poulsen 1 mál.
FTZ deildin: Støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1 H71
22
603
492
111
33
2 VÍF
22
670
552
118
31
3 Kyndil
23
600
566
34
28
4 KÍF
22
553
527
26
27
5 Neistin
22
543
575
-32
20
6 StÍF
23
622
649
-27
16
7 Team Klaksvík
22
466
696
-230
1
Hvonn-deildin: Støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1 Kyndil
19
500
387
113
32
2 Neistin
18
484
376
108
32
3 VB
18
476
490
-14
19
4 VÍF
18
466
466
0
17
5 Stjørnan
18
393
489
-96
6
6 StÍF
19
371
482
-111
4