Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Danjal av Rana Synd er at siga, at føroyskur fót­bólt­ur hevur verið høgt í met­um í Noregi. So seint sum í 2014 vísti ein norskur skemt­ari, hvat hann helt um før­oysk­an fótbólt, tá hann segði, at norska landsliðið var nú blivið so vánaligt, at held­ur enn at fara til HM í 2014 skuldu Noreg spæla ein vin­ar­dyst móti Føroyum. Tað var eitt meiri hóskandi støð­ið. Marran í Tromsø Tað kann hanga saman við, at mest minniliga avrikið hjá ein­um føroyskum liðið í Nor­ egi tá, var 10-0 tapið hjá HB í Tromsø í Intertoto-kapp­ing­ ini í 1995. Ítrótt­ar­sosi­al­ur­in skrivaði tá, at einki annað føroyskt lið er so dyggi­liga blivið smurt av, sum HB hendan dagin. HB megn­ aði ikki eina einastu ferð at hótta teir, tíansheldur at geva hóskandi mótstøðu. Mill­um málskjúttarnar, hann skor­aði hattrick í dystinum, var Tore Andre Flo, sum, tvey ár seinni fór til Chelsea. Tvey ár framman undan, í 1993, tapti føroyska landsliðið 7-0 í einum vinardysti móti Nor­egi, so einki er at siga til, at føroyskur fótbóltur ikki var høgt í metum í Noregi. Hetta var annars einasti lands­dystur, sum Jóhan Niel­sen og Jógvan Norðbúð stóðu á odda fyri lands­ lið­num. Páll Guð­laugs­son hevði júst lagt frá sær og Allan Simonsen var enn ikki settur í starv. Hetta var triðji landsdysturin móti Noregi í trý ár. Í 1991 tapti føroyska landsliðið ein vin­ar­dyst móti norska OL-lands­liðnum á venjingarlegu í Portu­gal 3-1, Kurt Mørkøre skor­aði, og í 1992 taptu Før­oyar 2-0 í Oslo. Síð­ani hevur gingið betri, tá før­oysk lið hava møtt norsk­ari mótstøðu. Í 2009 spældi NSÍ móti norska stór­fe­lag­num Rosenborg. Norsku meist­ararnir vunnu 3-0 í Gunda­dali og 3-1 í Trónd­ heimi og í fyrra­árið megn­aði Vìkingur at spæla 0-0 móti Rosenborg Í Trónd­heimi. Á Svangaskarði gjørd­ist støðan 2-0 til norsku meist­ar­arnar í fyrra dyst­in­um. Bragdið í Tromsø Meðan Tromsø var mót­ støðu­lið í størsta tap­in­um, so var tað eisini mót­støðu­ lið í størsta bragd­in­um. 17. juli 2014 stríddi Víkingur seg til ein mál­leys­an javnleik í Sarpu­gerði, men norðmenn vórðu skelkaðir, tá Vìkingur fór av­stað við sigrinum í seinna dystinum á Alfheim Sta­di­on í Noregi. 2-1 gjørdist enda­liga støðan. Málini skor­ aðu Bárður Hansen og Hall­ur Hansson í seinna hálv­leiki. Tromsø legði seg ann­ars á odda 1-0 beint eftir hálv­leik. Todi bleiv næstan meistari Fleiri føroyingar hava spælt í norsku deildini. Í løtuni eru tað Gilli Sørensen í Brann, Sonni Ragnar Nattestad í Mol­de og Rógvi Baldvinsson í Vidar. Todi Jónsson var um repp­ið at gerast norskur meist­ari. Í 2005 og 2006 spældi hann við norska fe­ lag­num Start og í 2005 end­ aði Start eitt stig aftan fyri Vålerenga. Todi Jónsson kom til felagið miðskeiðis gjøgn­um kappingarárið og spældi 13 dystir fyri felagið. Hann skoraði fýra mál, mill­ um annað eitt hattrick móti Rosenborg. Eitt 3-1 tap í sein­ asta umfarinum gjørdi, at javn­leikurin hjá Vålerenga var nokk at geva teimum meist­ara­heitið. Í 2006 skor­ aði Todi einki mál fyri Start, sum endaði nummar seks. Millum fyrstu før­oy­ing­ ar­nar í Noregi vóru Jó­an­nes Jakobsen og Kári Reyn­heim, sum spældi við IK Grand. Seinast í nítiárunum vóru fleiri føroyingar í norsk­um fótbólti. Julian Johns­son spældi fyrst í Kongs­vin­ ger og síðani í Sogndal, har hann var lið­fe­lagi hjá Kurt Mørkøre og Hans Fróða Hansen. Síð­ani hev­ur Sím­un Samu­el­sen spælt í Not­odden, Atli Dani­el­sen í Sogn­dal og Rógvi Jac­ob­sen í Hødd. Rógvi Bald­vins­son er nú í Nor­egi fyri aðru ferð, fyrru ferð spældi hann við Ål­gard, með­an Kaj Leo í Bart­als­stovu spældi í Levanger í nøkur ár, áðr­enn leiðin lá til Rumenia. Hvussu er og ikki – síðani Morten Ramm sang hatta í 2014 er norska landsliðið far­ ið eftir hæli og liggur nú aft­ an fyri Føroyar á styrk­is­list­ anum h­já UEFA. Hann hevði vist rætt í, at Før­oyar vóru á einum hósk­andi støði. TROMSØ ER BÆÐI HÆDDA­RPUNKTIÐ OG BOTNURIN Gleða okkum at fáa Sonna Ragnar aftur Svein Erik Jen­set, leiðari í Torne­ krattet, fjepp­ ara­fe­lagnum hjá Molde, harmast stór­liga um skað­ an hjá Sonna Ragn­ar Nattestad. – Tað var ómetaliga óhepp­ið, at hann skuldi fáa ein so álv­ar­ sam­an skaða í vár. Tað lítla, vit sóu til hann í venj­ingardystunum, sá sera lovandi út, so vit gleða okkum til hann verður klárur aft­ur. Hann spældi sera væl og tí kom hes­in skaðin so sera illa við, sigur hann. Hann greiðir frá, at Molde hevur eitt ungt lið í ár og eins og Brann royna teir at menna eitt nýtt lið til fram­tíðina. – Vit hava nógvar ung­ar spælarar, sum eru ídnir eftir at vísa seg fram, og vit vóna, at tað fer at eydnast at enda millum fýra tey bestu liðini í ár. Hvat Ros­en­borg viðvíkur so óttist eg, at teir sein­ astu árini hava megn­ að at siglt frá okk­um og at gloppið er ov stórt, til at vit megna at heinta teir inn­aft­ur longu í ár, sigur fjepp­ ar­in. – Vit ynskja Sonna Ragn­ari alt tað besta og vóna, at hann kanska nær nakr­ar dyst­ir móti kapp­ing­ ar­enda í ár. Um ikki, so kann hann hjálpa okk­ um at vinna meist­ara­ heit­ið næsta ár, sigur Svein Erik Jenset. Føroysk feløg hava fleiri ferðir spælt móti norskum í evropiskum kappingum seinastu árini, við misjavnum úrslitum. Tað vísir seg, at Tromsø IL eigur lut bæði í okkara bjartastu løtu og okkara myrkasta tapið. Todi Jónsson var eitt stig frá at gerast norskur meistari við Start í 2005.