Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Dámar best Gilla á vonginum Í Bergen siga tey, at hóast tey end­ aðu nummar tvey í fjør, so eru tey til­ vit­að um, at lið­ið enn er í menn­ing. Sjálvandi hevði tað ver­ið deiligt at klára eitt pláss hægri í ár, men vit eru nøgd, um vit aftur í ár kunnu kapp­ast í toppinum og tryggja okkum evr­ op­iska luttøku aftur næsta ár, meðan liðið held­ur á at menna seg, sig­ur Roger Lille­bøe Han­sen, leið­ari í Bat­ aljonen, fjepp­ara­fe­lag­ ið hjá Brann. Hann sigur, at tey í fe­lag­num gleða seg til aft­ur at sleppa at spæla evropiskan fót­ bólt. – Eg haldi, at vit hava ein spælistíl, sum hóskar væl til evr­op­ isku kapp­ing­ar­nar og vóna, at vit klára okk­ um væl. Vit hava góð minn­ir frá evr­op­isku kapp­ing­un­um, vit hava spælt í áð­ur, sig­ ur hann. Gilli Sørensen skifti til norska stórfelagið í aug­ust í fjør, tá norska kapp­ingin var okkurt um hálv­runnin. Roger Lille­bøe Hansen sig­ur, at fjepp­ar­arnir hava tikið før­oyska lands­ liðs­spæl­ar­an til sín og at hann er væl dámdur mill­um fjeppararnar og í fe­lag­num. – Hann hevur skift eitt sindur millum at spæla á vonginum og á bakk­in­um, men eg skal ikki dylja fyri, at mær dám­ar betri, tá hann spæl­ir á vong­in­ um. Í stór­steypa­dyst­ in­um móti Ros­en­borg miku­kvøld­ið spældi hann heilt ok á høgra bakki, men styrk­in hjá hon­um er longri frammi. Hann søkir altíð móti mál­in­um, er øgi­liga bein­leið­is og skjót­ur. At hann eis­ini er góður í verju­spæl­in­ um er bara eitt pluss, sigur leiðarin fyri Bat­ al­jonen. Danjal av Rana Norskur fótbóltur er í einum veru­lig­um aldudali. Norsk fe­løg hava ikki gjørt nakrar skreyt­ir í Evropa hesa øldina og norska landsliðið hevur ikki luttikið í einum enda­ spælið síðani EM í 2000 í Belgia og Hollandi. Norskir fót­bóltsfjepparar leita tí aftur í søguna, tá teir skulu tosa um fótbólt og eru tað tá tey bæði undrini, sum oftast verður trivið í aftur í. Undrið í Milan Í fleiri ártíggju var Ros­en­ borg einaráðandi í norsk­um fótbólti. Frá 1988 til 2004 vinnur Rosenborg 15 ferð­ ir norska meistaraheitið og seks steypafinalur. Við jøvn­um millumbilum vakti lið­ið eisini ans í evropisku kapp­ing­un­um. Í 1996 bleiv Ros­en­borg fyrsta norska lið at vinna seg í bólkaspælið í Champions League og í 1997 megnaði tað at vinna seg í kvartfinaluna, tá Rosen­ borg vann 2-1 móti italska stórfelagnum AC Milan á San Siro-vøllinum í Milan. Úrslitið hevði við sær, at Ros­en­borg, sum fyrsta og ein­asta norska lið, megnaði at vinna seg í kvartfinaluna í Champions League. Í kvart­ fin­al­uni í 1997 møta norsku meist­ar­arnir hinum italska stór­fe­lag­num, Juv­en­tus. 1-1 á Ler­ken­dal í Trónd­heimi varð tó ikki nokk. Á Stadio dell’Alpi í Tor­ino vinnur Juven­tus 2-0. Undrið í Marseille Tað er ikki bara Rosenborg, sum setir Noreg á heims­ kort­ið innan fótbólt hesi ár­ini. Í 1994 leiðir Egil Drillo Ol­sen norska lands­lið­ið til HM fyri fyrstu ferð síð­ani 1938. Norska lands­lið­ið skap­ ar eina heims­sens­a­ti­ón, tá teir í Mar­seille vinna 2-1 á Brasil í HM í 1998. Tað skal sigast, at Brasil longu hevði tryggj­að sær víðari luttøku úr bólka­spælinum áðrenn hend­an dystin, og at teir vunnu seg líka í finaluna, har teir taptu móti Frak­ landi. Kortini minnast all­ir tá Kjetil Rekdal skoraði sig­urs­málið upp á brots­ spark og sendi Noreg víð­ari í kappingini. Í 2000 lut­tók Noreg í EM í Belgia og Hol­ landi. Aftur hesaferð skaptu teir eitt óvæntað úr­slit, tá teir vunnu 1-0 móti Spania. Kortini komu teir ikki víð­ari úr bólka­spæl­in­um. Síð­ani tá hev­ur Noreg ong­an­tíð verið í einum HM- ella EM-enda­ spæl­ið. Rosenborg tykist í stór­ an mun at hava verið loko­mo­tiv­ið, sum hevur drig­ið norskan fótbólt við sær. Hesa tíðina kundi tú tala fyri, at norska lands­ kapp­ingin kanska var hin sterkasta í norð­ur­londum. So er ikki í dag. Seinastu 10 ár­ini er glans­urin farin av bæði RBK og norskum fót­ bólti sum heild. Úrslitini hjá lands­lið­num hava verið út av lagi vánalig, so vánalig, at Nor­eg í løtuni liggur aftan fyri Føroyar á styrk­is­list­an­ um hjá FIFA. H j k h i Í 2011 verður ein av stóru norsku landsliðshetjunum, Ole Gunnar Solskjær, settur sum venjari hjá Molde Fot­ ball­klubb. Rosenborg hev­ur vunnið meistaraheitið tvey ár á rað nú, men fyrr­ver­ andi Manchester Uni­ted- leikarin steðgar sig­urs­røðini. Í 2011 og 2012 gerst Molde norskur meistari og í 2013 steypavinnari. Ole Gunn­ar Solskjær fer tá til Car­diffí Onglandi, men har gekk ikki meiri enn næstbest hjá honum, og hann bleiv skjótt uppsagdur. Í 2015 kom hann aftur til Molde, men í hans­ ara fráveru tykist Ros­en­ borg hava yvirtikið trón­una í norskum fótbólti aft­ur. Vónirnar eru stórar til Ros­en­borg, men eisini til av­ bjóð­ar­ar­nar, hóast teir all­ ir siga seg royna at menna nýggj lið til komandi av­ bjóð­ing­ar. Brann og Gilli Sør­en­sen endaðu nummar tvey í fjør, Molde og Ole Gunn­ar Solskjær nummar fimm. Ronny Deila, sum vann norsku lands­kapp­ing­ ina við Strøm­god­set í 2013, áðrenn hann fór til Cel­tic, er nú settur sum venj­ari í Våler­ enga. Eitt nýtt vár Sig­urs­vanda felagið úr Trónd­heimi hevur aftur nú vunn­ið norsku lands­kapp­ ing­ini tvey ár á rað sera sannførandi. 12 stig vóru á muni millum RBK og Strøm­ godset á øðrum plássi í 2015 og heili 15 stig vóru mill­ um RBK á fyrsta plássi og Brann á øðrum plássi í fjør. Í Trónd­heimi eru tey aft­ur far­in at tosa um stór­heits­ tíð­ina í 90’unum, tá Niels Arne Eggen stóð á odda fyri lið­num. Síðani 2002 hevur Ros­enborg skift venj­ara 11 ferð­ir, men vón­ir­nar eru, at nú­ver­andi venj­ar­in, Kåre Ingebrigtsen, skal megna at føra liðið inn í eina nýggja gull-øld. Við sær í ár hevur hann fingið donsku stjørn­ una Nicklas Bendt­ner, sum eftir nøk­ur løk ár í mill­um ann­að Nottingham For­est og Wolfs­burg, vónar at fáa gongd á mál­skjót­ing­ina aft­ ur. Tað verður upp til Gilla Ról­antsson og Sonna Ragnar Natte­stad at steðga teimum. Norskur fótbóltur hevði sera góð úrslit at vísa á í seinnu helvt í 90’unum. Síðani hevur tað bara gingið ein veg. ROSENBORG ER LOKOMOTIVIÐ Eftir nøkur løk ár síðani hann fór úr Arsenal, vónar Nicklas Bendtner at fóta sær í Rosenborg. Hann byrjaði kappingarárið við einum máli í gjár. Gilli Rólantsson fekk eina dreymabyrjan í norsku landskappingini sunnu­dagin, tá hann eft­ ir einans 16 sekundir í seinna hálvleiki sendi ein høgan bólt aftur um verj­ una hjá Tromsø. Fyrstur á bóltinum var Jakob Or­ lov, sum lobbaði bóltin upp um málmannin hjá Tromsø. Tá helt tó ikki heilt inn. Í seinasta minutti javn­aði Tromsø og so fingu liðini eitt stig hvør. Gilli Rólantsson bleiv út­ skift­ur í 88. minutti. Hitt føroyingafelagið av­greiddi sín setning. Mol­de vann 1-0 í lok­al­ upp­gerð­ini móti Kristi­ an­sund. Sonni Ragnar Natte­stad spældi ikki, tí hann sum kunnugt er skadd­ur. Stóra stjørnan í norsk­ um fótbólti, Nicklas Bendt­ner, fekk eisini eina góða byrjan í norskum fót­bólti. Í 57. minutti skor­ aði hann fyrsta málið í 3-0 heimasigrinum hjá Ros­ en­b­org móti Odd, sum end­aði nummar trý í fjør. GILLI VIÐ MÁLGEVANDI