mánadagur 3. apríl 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Vágaliðini løgdu rygg til stórar avbukingar, og tað var ikki fyrrenn í kappingini av ellivu metra
blettinum, at skálamenn taptu, hóast teir í meiri enn helmingin av tíðini vóru undirmannaðir
Jóannes Hansen
Tølini siga, at í flestu førum
var tað ivasamt við kapp
ingini, tá ið fyrsta umfar
í kappingini um løgmans
steypið var á skránni í fyrra
dagin og ígjár.
Tað er sjarmerandi, at tað
í steypakappingini er møgu
leiki fyri, at øll kunnu spæla
ímóti øllum og harvið, at tað
er møguleiki fyri, at favoritt
ar at vinna FM heitið verða
varpaðir úr steypakapping
ini av liði, sum spælir í lægri
deild. Men tað er ilt at finna
steypasjarmuna, tá ið talan
er um úrslit av tí slagnum,
sum sást í Gundadali í gjár,
tá ið MB var gestur hjá HB.
Miðvingar løgdu rygg til
18-0 tap.
– Teir gjørdu sítt besta,
men vit kundu havt vunnið
nógv meiri. Eftir fyrra hálv
leik var 12-0, og so sigur tað
seg sjálvt, at neyvleikin ikki
er tann sami. Vit svumu í
møguleikum, og málverjin
hjá miðvingum var klárt
besti maður hjá teimum,
sigur HB venjarin Sigfríður
Clementsen.
Daniel
Elly
Pedersen,
sum undan kappingarbyrjan
flutti frá Frem í Keypmanna
havn og til HB, skoraði sjey
mál, og Símun Samuelsen
skoraði fýra ferðir.
Kanska skal tað framvegis
vera møguleiki fyri, at eitt lið
úr fjórði bestu deildini kann
hitta eitt lið úr fremstu røð.
Men tað man vera lítið at
ivast í, at 18-0 ber við sær, at
tað fer at verða umhugsað,
um lægru liðini skulu spæla
innleiðandi umfar.
Ein av søtu dreymunum
í HB er, at tað aftur skal
eydnast at vinna løgmans
steypið.
Steypaliðið
yvir
øllum hinum, síðani tað í 1955
varð farið undir fyrstu kapp
ingina um ísafjarðarbikarið,
hevur ikki vunnið steypa
finaluna síðani 2004.
At hetta ikki var nakað
serligt vikuskifti fyri fótbólt
in í Vágum varð undirstrikað
av, at nýggja felagið í bestu
deildini, 07 Vestur, legði rygg
til 4-0 tap á Dungasandi í
Sørvági, har NSÍ var gestur.
Eingin slingur
í valsinum
Síðstu árini hevur Víkingur
verið
steypaliðið
framm
anfyri øll hini. Tað bar við
sær, at felagið hjá teimum í
Eysturkommunu nú eigur
eitt løgmanssteyp til ognar.
Hóast Víkingur í fjør tapti
finaluna, so vann Víkingur
steypið til ognar, og harvið
er fyri fyrstu ferð eitt ognar
steyp í meiri enn seksti ára
longu steypakappingini at
síggja aðra staðni enn í HB
húsinum.
Í gjár vóru víkingarnir á
Svangaskarði, har heimaliðið
legði seg framum við máli, ið
Otto Reinert Petersen skor
aði úr eitt sindur spískum
í høgru. Heimafagnaðurin
var stórur, nú teirra lið var
frammanfyri ímóti meist
arunum, men longu undan
steðginum var 3-1 til Víking,
og í seinna hálvleiki løgdu
meistararnir trý mál aftrat.
Fleiri av føstu monnunum
hjá Víkingi vóru ikki á dóm
araseðlinum ígjár. Eitt nú
Atli Gregersen og Fróði Ben
jaminsen. Erling Jacobsen,
sum hevur verið plágaður
av skaða, var á liðnum fyri
fyrstu ferð í ár, og hann skor
aði.
Víkingarnir siga seg vera
tilvitaðar um, at tað er neyð
ugt at seta ungar menn úr
lokaløkinum við. Í gjár vóru
fleiri at síggja: Elias Rasmus
sen vardi málið, Magnus
Jarnskor var á vøllinum alla
tíðina saman við Gunnari
Vatnhamar – teir vóru báðir
millum
málskjúttarnar
–
og fram ímóti dystarenda
vórðu Fannhard Skoradal,
Hans Jákup Lervig og Tonni
Thomsen skiftir inn.
Bragdligir
steypavinnarar
Í fjør vann KÍ steypakapp
ingini fyri fyrstu ferð síðani
1999. Leygarkvøldið settu
meistararnir sjøtil á nýggju
kappingini við trivaligum
4-0 sigri í Gundadali ímóti
Undrið.
Klaksvíkingar høvdu alt
arsenalið við sær í Gundadal,
men Ahmed Mujdragic og
Atli Danielsen vóru á beink
inum alla tíðina, og ein annar
veteranur, Hjalgrím Elttør,
kom ikki á vøllin fyrr enn
beinanvegin eftir steðgin,
tá ið hann avloysti Jóannes
Danielsen, sum fyri fyrstu
ferð yvirhøvur var millum
teir fyrstu ellivu.
Tórur Jacobsen, sum er
sekstan ára gamal og fyllir
seytjan 24. í hesum mánað
inum, varð skiftur inn á KÍ
liðið í 71. minutti. Fyri stutt
um gjørdi hann um seg á
óføra U-17 landsliðnum, og
nú fekk hann fyri fyrstu ferð
møguleikan á besta liðnum.
Tórur er av góðum fótbólts
slag. Abbi hansara, Jógvan
Jacobsen, var í fimmti og
seksti árunum við til at draga
nógv FM heiti til Klaksvíkar.
Stóri maðurin í Gundadali
leygarkvøldið var Páll A.
Klettskarð, sum tykist vera
væl fyri. Ímóti Andorra
var hann fyri fyrstu ferð á
landsliðnum frá fyrsta og til
síðsta bríksl. Leygarkvøldið
skoraði hann øll málini í 4-0
sigrinum.
Undrið helt tørn, inntil
ein lítil hálvur tími var farin.
So fingu KÍ og Páll A. Klett
skarð hol á.
Tennisegg í Gundadali
Eina løtu frammanundan, at
Undrið tók ímóti KÍ, hevði
B36 vitjan av B71. B36 vann
6-0. Tá ið teir fóru at hvíla
seg, vísti máltalvan 5-0, og
í seinna hálvleiki var tað
mesta í tómgongd.
Einki sást til Tórð Thom
sen, sum í landskappingar
dystinum ímóti KÍ noyddist
av
vøllinum.
Rói
Mørk
Hentze vardi B36 málið, og
Jákup Højgaard var eyka
málverji. Úti á vøllinum var
Hannes Agnarsson sera væl
upplagdur. Tað verður rokn
að við, at ungi maðurin rætti
liga kann fara at gera um seg
í ár.
Í fjør var stóri B36 veik
leikin, at tað gekk so illa at
umseta upplagdar málmøgu
leikar til mál.
Undan hesum kappingar
árinum skrivaðu gamli B36
kenningurin Philip Lund og
NÚ VERÐUR FARIÐ UNDIR
KAPPINGINA UM STEYPIÐ
Símun Samuelsen skoraði fýra ferðir, tá HB vann heili 18-0 á MB
Páll A. Klettskarð skoraði eisini fýra mál í Gundadali um vikuskiftið.
Hann skoraði øll málini í 4-0 sigrinum á Undrinum
LØGMANSSTEYPIÐ: