Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Patrik Johannesen, sum er upp­vaksin í TB, og sum nú flutti av Argjum, undir við B36. Teir vóru báðir millum mál­skjúttarnar ímóti B71. Patrik Johannesen skor­ aði hattrikk, og tað kann væl fara at vísa seg, at sam­an­ spæl­ið millum Patrik og B36 fer at rigga heilt væl. Erlendur Magnussen var millum teir fyrstu ell­ivu, og eftir steðgin vórðu Gilli Samuelsen og Magnus Jac­ ob­sen skiftir inn á B36 lið­ið. Hetta var fyrsta ferðin yv­ir­ høv­ur, at Magnus Jacobsen, sum 23. mai verður seytjan ár, var á besta liðnum. Símin Hansen er venjari hjá B71. Hann var ein av vet­ er­an­unum á ungum liði, sum nú fer at arbeiða fyri at flyta upp úr 2. deild. Fyrsta umfar verð­ur leygardagin, tá ið B71 skal spæla á útivølli ímóti triði besta liðnum hjá NSÍ. Størsti spenningurin í Streymnesi Tað var grannauppgerð við Marg­áir í Streymnesi, har EB/Streymur hevði vitjan av Skála. Her var dramatikkurin størri, enn hann var nakra aðra staðni. Gestirnir vóru und­ir­mann­aðir allan seinna hálv­leik. Ein minutt undan steðg­in­um vísti Petur Rein­ ert bein­leið­is reytt kort. Brian Jac­obsen noyddist av vøll­in­um, eftir at hann hevði tveitt ein saftdunk ímóti heimaskýlinum. Talan var ikki um heitt blóð, men reyða kortið var veruleiki, og har­við var brekkan brøtt hjá Skála. Hóast Dan í Soylu átj­ an min­utt­ir undan leik­loki stút­aði heima­lið­ið fram­um, so eydn­að­ist tað skála­monn­ um at svara aft­ur í síðsta min­utti. Ari Ol­sen varð skrá­ sett­ur sum mál­skjútti. Trygvi Ask­ham í heimamálinum fór skeiv­ur av bóltinum, sum tók í ein av verjuspælarunum. Steypadramatikkurin var fullkomin, tí eftir longda leik­tíð var neyð­ugt við brots­sparks­kapp­ing, áðr­enn tað var greitt, at fleir­faldu steypa­vinnararnir í EB/­ Streymi halda fram í kapp­ ing­ini. Hjá Skála var merkisvert, at veteranurin Pætur Dam Jac­ob­sen var á beinkinum alla tíðina, og at veteranurin Pauli G. Hansen, sum tað hev­ur verið sagt um, at hann var givin av spæla, nú var á beink­in­um. Hjá EB/Streymi vóru bæði Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen á beinkinum alla tíðina. Suðuroyingarnir í sama stíli Toppliðið í landskappingini, TB/FCS/Royn, var í gjár á Argj­um. Tað eydnaðist at fara suður aftur við 1-0 sigri, og harvið hevur samansetta lið­ið vunnið allar tríggjar ferð­ir­nar, tá ið nakað hevur stað­ið upp á spæl – tvær ferð­ir í landskappingini og eina­ferð í steypakappingini. Talan var um tætta upp­ gerð, har heimaliðið fram ímóti dystarenda stríddist fyri at javna. Men tað eydn­ að­ist suðuroyingunum at fáa tað, sum teir dyrgdu eft­ ir. Einsamallur málskjútti var Búi Egilsson, sum í 62. min­ utti við høvdinum og eftir inn­legg setti bóltin í málið. Búi loysti tríggjar minuttir und­an steðginum Poul Inga­ son av. Millum teir fyrstu ellivu hjá suðuroyingunum var Stefan Radosavlevic. Hetta var fyrsta ferðin, at sekstan ára gamli unglingin var í fremstu røð. Hann verður ikki seytjan fyrr enn áttanda sept­ember. ÍF gjørdi sítt Giza Hoyvík hevur ætlanir um at flyta úr næstbestu og upp í bestu deildina. Í gjár var møgu­leiki at fáa eina kenslu av, hvussu liðið í Hoy­ vík er fyri sammett við tey í bestu deildini. Giza Hoyvík var gestur í Fugl­afirði. ÍF var greitt omaná, og heimaliðið vann 4-1. Tá ið fyrri partur av fyrra hálv­ leiki var av, hevði ÍF skor­að tríggjar ferðir. Í øll­um før­ un­um vóru tað verju­kendir spæl­arar, sum skoraðu – Ndende tvær ferðir og lið­ for­maðurin Bogi R. Petersen eina­ferð. Eftir langt innkast frá Magn­ari Vang, sum Daniel Patrz­a­lek Hansen snittaði víð­ari, var tað Niklas Fríði Jac­ob­sen, sum fyri Giza Hoy­ vík javnaði til 1-1. Átjan minuttir undan leik­ loki staðfesti fremsti maður hjá ÍF, Margeir Toftegaard, trygga heimasigurin. Daniel “Elly” Pedersen hugnaði sær av álvara í Gundadali í gjár. Hann skoraði heili sjey mál í 18-0 sigrinum á MB Heðin Klakstein og KÍ vunnu 4-0 á Undrinum ÍF-Giza Hoyvík 4-1 (3-1) 1-0: Ndende Adama Guéye 9. 1-1: Niklas Fríði Jacobsen 20. 2-1: Bogi Reinert Petersen 25. 3-1: Ndende Adama Guéye 36. 4-1: Margeir Toftegaard 72. B68-Víkingur 1-6 (1-3) 1-0: Otto Reinert Petersen 8. 1-1: sjálvmál 21. 1-2: Adeshina Lawal 35. 1-3: Magnus Jarnskor 45. 1-4: Sorin Anghel 52. 1-5: Gunnar Vatnhamar 57. 1-6: Erling Jacobsen 73. EB/Streymur-Skála 1-1 (0-0) 8-7 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping 1-0: Dan í Soylu 72. 1-1: Ari Olsen 87. Brotssparkskapping 0-1: Ari Olsen 0-1:Rógvi E. Nielsen misnýtti 0-2: Ólavur Mikkelsen 1-2: Tóki á Lofti 1-3: Mamuka 2-3: Andras Olsen 2-3: Jákup Jacobsen misnýtti 3-3: Dan í Soylu 3-4: Midhael Przybylski 4-4: Sjúrður Jacobsen 4-5: Andras Frederiksberg 5-5: Jóhannes Hansen 5-6: Hákun Edmundsson 6-6: Árni G. Olsen 6-6: Andreas E. Jacobsen misnýtti 7-6: Niklas Kruse 07 Vestur-NSÍ 0-4 (0-4) 0-1: Bárður J. Hansen 9. 0-2: Betuel Hansen 12. 0-3: Klæmint A. Olsen 38. 0-4: Klæmint A. Olsen 45. HB-MB 18-0 (12-0) 1-0: Martin Bergvold 1. 2-0: Símun Samuelsen 4. 3-0: Daniel Elly Pedersen 11. 4-0: Sebastian Pingel 12. 5-0: Daniel Elly Pedersen 20. 6-0: Heðin Hansen 23. 7-0: Rókkur av Fløtum Jespersen 27. 8-0: Sebastian Pingel 28. 9-0: Daniel Elly Pedersen 34. 10-0: Daniel Elly Pedersen 40. 11-0: Daniel Elly Pedersen 41. 12-0: Símun Samuelsen 42. 13-0: Teitur M. Gestsson br 54. 14-0: Daniel Elly Pedersen 68. 15-0: Símun Samuelsen br 73. 16-0: Ari Mohr Olsen 82. 17-0: Daniel Elly Pedersen br 85. 18-0 Símun Samuelsen 87. B36-B71 6-0 (4-0) 1-0: Róaldur Jakobsen 27. 2-0: Patrik Johannesen 29. 3-0: Róaldur Jakobsen 32. 4-0: Patrik Johannesen 39. 5-0: Philip Lund br 42. 6-0: Patrik Johannesen 78. Undrið-KÍ 0-4 (0-2) 0-1: Páll A. Klettskarð 28. 0-2: Páll A. Klettskarð 30. 0-3: Páll A. Klettskarð 52. 0-4: Páll A. Klettskarð 73. AB-TB/FCS/Royn 0-1 (0-0) 0-1: Búi Egilsson 63. Fjórðingsfinalurnar vera 13. apríl, sum er skírisdagur Løgmanssteypið: 1/8 finalurnar