Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKJÓTT KLÁRIR AFTUR Gamaní hevur 07 Vestur ikki skotið nakað mál higartil í ár, men tveir av teimum, sum eru settir til uppgávuna at skjóta tey, Søren Nielsen og Ken Fagerberg, vóru báðir skaddir og ikki við ímóti NSÍ. Vit frætta úr 07 Vesturi, at talan ikki er um álvarsligar skaðar, og at teir møguliga eru við aftur longu komandi vikuskifti.. NSÍ hevði funnið góða gamla spælið fram aftur, tá ið teir í gjár vitjaðu eitt tannleyst 07 Vestur-lið, sum varð revsað fyri lítil mistøk og varpað úr steypakappingini við einum 4-0-lúsingi. Pætur Albinus Tað vóru ikki nógv lið úr Effodeildini, sum brustu sam­an í fyrsta um­fari av kapp­ingini um Løg­mans­ steyp­ið, men vesturi í Sør­ vági var ein av hesum dyst­unum. Har fingu upp­ flyt­ararnir úr 07 Vesturi vitj­an av NSÍ, sum plagar at standa seg væl ímóti lið­ unum frá niðaru helvt av stiga­talvuni og harumframt seinastu fýra árini hevur spælt seg víðari úr 1. umfari í steypakappingini. 07 Vestur er komið illa frá byrjan. Felagið har vesturi frá, sum annars hevur styrkt væl um hópin, er einasta liðið, sum eftir tvey umfør í Effodeildini enn ikki hevur vunnið eitt stig – og enn ikki hevur so frægt sum skotið eitt mál. Neyvan skuldi tað vera lættari í hesum dyst­in­ um ímóti NSÍ, tí teir báðir áleypararnir, Søren Nielsen og Ken Fagerberg, sótu uttan fyri við skaða. Vátt Tað vánaliga graslíkið á Dunga­sandi í Sørvági, sum tí­ betur verður skift í næst­um, var rennvátt av veðrinum í gjár, og hetta bøtti um ikki ann­að um útlitini fyri at spæla fótbólti eftir jørðini. Tað royndu bæði liðini, men tað gjørdist skjótt greitt, at 07 Vestur saknaði áleypararnar báðar, Søren Nielsen og Ken Fagerberg, meðan tað hinvegin full­ mannaða NSÍ-liðið spældi fyri full­ um blástri og var vandamikið í sín­um breiða vongspæli. So skjótt 07 Vest­ ur gjørdi eitt mis­tak, vóru NSÍ-ararnir sum køttar at flyta bóltin út á vongin ella aðra­staðni, har best pláss var, og soleiðis revsaðu teir heimaliðið fleiri ferðir fyrstu løtuna og skaptu vanda­miklar støður. NSÍ gjørdi eisini álvara burtur úr teimum góðu støð­unum, teir vunnu sær fyrst í dystinum, og eftir níggju minuttum lá bólturin í 07 Vestur-málinum. Árni Frederiksberg setti ferð á eitt mótálop í vinstra borði, og við einum góðum innleggi fann hann Bárð J. Hansen, sum við aftaru stong fekk stútað gestirnar á odda 1-0. Einans tríggjar minuttir seinni tvífaldaðist leiðslan hjá NSÍ. Aftur hesaferð var Árni Frederiksberg upp­leggj­ arin – hesaferð við horna­ sparks­innleggi til Betuel Han­sen, sum stútaði bóltin í málið til 2-0. Stór leiðsla Tað var ikki nógv, sum 07 Vestur fekk gjørt. Lítil mistøk vórðu náði­leyst revsað. Tað vóru NSÍ-ararnir sera dugnaligir til – at spæla skjótt, at skapa møgu­leikan og at taka av hon­um. 07 Vestur manglaði bit í har frammi. Søren Nielsen og Ken Fagerberg eru stinnir og kunnu halda upp á bóltin, men vágaliðið fekk onga gleði av teimum hendan dystin, og hevði heldur eitt blaðungt álop mannað við 19 ára gamla Róa Hansen og 16 ára gamla Asbjørn Heð­ ins­son. Teir vóru rask­ir, men tann roynda og sam­an­ snikkaða NSÍ-verjan hevði ongar trupulleikar av at halda skil á teimum. 07 Vest­ ur skapti eiheldur nóg mikið fyri teimum. Í grund­ini høvdu teir ikki eina ta einastu roynd í fyrra hálv­ leiki. Heldur hinvegin var tað NSÍ, sum als ikki hevði sagt síðsta orðið í hesum fyrra hálv­leikinum. Bárður J. Hansen, sum NSÍ-venjarin, Anders Gerber, hevur valt at brúka sum vongspælara, nú NSÍ hóast alt hevur Tobias Olesen á høgra bakki, hevði sníkt seg yvir um í vinsta borð, haðani hann fekk ein góðan bólt spældan í dýpd­ ina og fekk prikað bóltin yvir um til Klæmint A. Olsen. Toppskjúttin síðstu fýra árini fekk eitt lætt fyrsta mál hetta kappingarárið – 3-0 til NSÍ og møguliga byrjanin upp á enn eitt málríkt ár hjá Klæminti. Hann gavst ikki so, tí við allarsíðsta sparkinum í fyrra hálvleiki gjørdi Klæmint tað til 4-0. Enn einaferð ein sera ein­føld uppskrift, nærum fót­bóltsins ABC við skjótum og góðum smáspæli. NSÍ-spælið Í mangar mátar minti NSÍ- spælið meiri um tað, sum tað hevur gjørt síðstu árini, enn tað hevur gjørt fyrstu tveir dystirnar í ár. Nú var betur skil á. Allir vistu, hvat teir skuldu. Breitt og væl­ mannað álopsspæl, sum altíð er vandamikið, og ikki minst, so tók NSÍ av sínum møgu­ leikum. Í øllum førum í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur var ann­ ars einki at rópa hurrá fyri. Tað var farið at oysregna, og hóast ein kundi hugsa sær at heimaliðið fór at koma við einum mótsvari, so gjørdist hetta ikki støðan. Ikki annað enn okkurt langskot, hvar tað fyrsta – fimm minuttir inn í seinna hálvleik – var tann fyrsta royndin hjá 07 Vestur yvirhøvur. NSÍ hugnaði sær bara í seinna hálvleiki. Teir gul- svørtu hildu bóltin koyrandi alla tíðina, og nú 07 Vestur ikki var ført fyri at vera nøk­ur hóttan yvirhøvur, so var hetta eina framúr venj­ing hjá NSÍ til at fáa gravað tað eyðkenda spælið fram aftur. Og tað riggaði í stórum løtum. Eisini í seinna hálvleiki, har NSÍ lættliga kundi fingið okkurt málið afturat – kanska serliga Klæ­ mint A. Olsen, sum í tveim­ um atløgum var um reppið at fáa sítt triðja mál og harvið hattrikk. 4-0 gjørdist úrslitið. Ein lættur og fult uppiborin sig­ur til teir vælspælandi gest­irnar, sum nú av álvara tykj­ast at hava fingið spælið á glið, meðan 07 Vestur hin­ vegin framvegis leitar eftir fyrsta málinum. patur@sosialurin.fo NSÍ FANN GAMLA SPÆLIÐ Í SØRVÁGI Fótbóltur Dysturin hesa vikuna...