Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJUR VØLLUR ÁVEGIS Teir flestu vallirnir kring landið eru nú skiftir til nýggjari graslíki, men ein av teimum, sum enn eru av tí gamla slagnum, ið fær bóltin at hoppa, er í Sørvági. Fólk úr báðum legunum høvdu vøllin á orði eftir dystin, men nú skulu tey tíbetur ikki bíða leingi afturat, tí eftir ætlanin verður nýtt graslíki lagt á Dungasand í mei – altso í næsta mánaða. Útskiftingar: Inn: Petur G. Dalbø (4), 60. (út: Rói Hansen) Inn: Dann Fróðason, 66. (út: Janus Samuelsen) Inn: Tór-Ingar Akselsen, 75. (út: Asbjørn Heðinsson) Útskiftingar: Inn: Jónleif Højgaard, 70. (út: Betuel Hansen) Inn: Jan Ellingsgaard, 70. (út: Einar Tróndargjógv) Pætur Albinus – Vit vita, at NSÍ-ararnir eru sterkir við Pól Jó­ hann­usi, Klæminti og øðr­um, og tá ið Árni slepp­ur at gera síni inn­ legg, so mugu vit vera 100% klárir. Tað kiksaði totalt hjá okkum í fyrra hálvleiki, segði 07 Vestur- venjarin, Trygvi Mort­ensen, eftir dystin og undir­ strik­aði, at NSÍ var meira enn eina tonn betri enn 07 Vestur í fyrra hálvleiki. – Vit royna at stríða okkum burturúr tí, men tá ið nakrir av okkara heldur ikki raka dagin, so verður munurin 4-0, segði Trygvi víðari. 07 Vestur hevur nú spælt tríggjar dystir utt­ an at skjóta nakað mál, men Trygvi Mortensen vísir aftur, at tað er við at koma panikkur í. – Nei, tað er tað ikki. Vit eru tolnir. Tað er tann parturin, vit mugu arbeiða mest við, sigur Trygvi. Betur nøgdur var tví­ málsskjúttin hjá NSÍ, Klæ­mint A. Olsen. – Vit vóru fyrireikaðir til ein torføran dyst í dag. Vit løgdu nógv fyri frá byrjan og tað eydnaðist at skora tíðliga í dystinum. 07 vestur hevði ikki rættiliga nak­að aftur­ svar aftaná málið, og vit høvdu b ó l t ­i n s t ø r s t a part­in av teim­um fyrstu 45. Vit megna at fáa trý mál afturat í fyrra hálvleiki og føra 4-0 í steðginum. Í seinna hálvleiki var tað cruise control hjá okkum. 07 Vestur kom eitt sindur betur við leikliga, men vit skuldu havt fingið nøkur mál afturat í seinna hálvleiki. Alt í alt ein góður dystur hjá okkum, helt Klæmint. Einki mál – eingin panikkur Løgmanssteypið 1. umfar 07 VESTUR 0 0 NSÍ 4 4 Sunnudagin 2. apríl 2017, í Sørvági 4 SØLVI EGILSSON 4 HOLGAR DURHUUS 4 TORSTEIN MÝLINGSTIND 4 PETTER BJØRLUND 4 HØGNI E. NIELSEN 4 MARTIN TAUSEN 4 ASBJØRN HEÐINSSON 4 JANUS SAMUELSEN 4 IVAN STOJKOVIC 4 GUNLEIF MAGNUSARSON 4 RÓI HANSEN 5 SÍMUN RÓGVI HANSEN 5 JENS JOENSEN 5 PER LANGGAARD 5 TOBIAS OLESEN 6 BETUEL HANSEN 5 PÓL JÓHANNUS JUSTINUSSEN 7 KLÆMINT A. OLSEN 5 KARL LØKIN 7 BÁRÐUR J. HANSEN 7 ÁRNI FREDERIKSBERG 6 EINAR TRÓNDARGJÓGV Nýggjar spælara­ metingar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin!