mánadagur 3. apríl 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tú skorar sjey mál í dystinum í
gjár. Hevur tú nakrantíð roynt
nakað líknandi?
– Nei, tað havi eg ikki. Eg havi
ongantíð áður gjørt meiri enn eitt
hattrick. Men tað var nú heldur
ikki nakað serligt í gjár, tí tað
var lutfalsliga lætt at skora, men
sjálvandi gevur tað altíð sjálvsálit
at skjóta mál.
Nú hevur tú eitt miðal uppá gott
og væl tvey mál fyri hvønn dyst.
Fer tað miðaltalið at halda alt
kappingarárið?
– Nei, tað vænti eg ikki, men um
vit skapa nógvar møguleikar, so
kann eg møguliga hava eitt gott
miðaltal.
Í einum slíkum dysti sum í
gjár, blíva spælarar so meiri
sjálvsøknir í sínum spæli ella
hugsar man framvegis um liðið?
– Eg haldi ikki, at vit blivu
sjálvsøknir yvirhøvur í gjár. Tað
vóru nógvir ymiskir leikarar, sum
skoraðu, og sjálvt um eg vanliga
skjóti brotsspørk, so slapp til
dømis málverjin hjá okkumm,
Teitur, at skjóta í gjár.
Hvussu ert tú annars fallin til í
Føroyum?
– Eg eri fallin væl til. Eg eri
við at koma inn í ein vanligan
gerandisdag, men eg kundi
sjálvandi væl hugsað mær eitt ella
annað slag av arbeiði, tí dagarnir
eru langir.
Hvussu metir tú styrkina hjá
liði tínum, HB, í mun til danskan
fótbólt?
– Eg vil siga, at tað fyrst og fremst
er stórur munur á føroyskum og
donskum fótbólti. Her er spælið
meiri kropsligt og kontant, meðan
tað í Danmark er meiri tekniskt
og taktiskt. Tey bestu liðini her
svara til umleið niðaru hálvu í
næstbestu deildini í Danmark ella
toppin í triðbestu deildini. Men
enn kenni eg sjálvandi føroysku
liðini ikki so væl, tí eg havi ikki
spælt móti teimum enn.
Vikan ið fór
Kyndil missir eitt stórt fet í
royndini at røkka FM-finalunum
í FTZ-kappingini, tá ið teir tapa
27-16 fyri oddaliðnum H71.
Bara seks tímar undan avgerandi
undankappingardysti móti Bolivia
fær stjørnuliðskiparin hjá Argentina,
Lionel Messi, boð um, at hann
hevur fingið leikbann í fýra dystir
fyri atburð sín í dysti móti Kili
fáar dagar frammanundan.
Marna Egholm og Jan Elmar
Sørensen gerast føroyameistarar,
tá ið Roysnið skipar fyri FM í 10
kilometra landavegsrenning.
Eftir tvey stórtap í fyrstu
umførunum tekur felagsliðið
B71/AB seg úr bestu
kvinnukappingini í fótbólti.
Nýggja 5-mannafarið hjá Havnar
Róðrarfelag, Ingibjørg, verður flotað.
Neistin boðar frá, at felagið hevur
gjørt sáttmála við danska venjaran
Jeppe Borch um at taka sær av
besta mansliðnum hjá felagnum
komandi kappingarár. Jeppe Borch
hevur seinastu tvey árini vant KÍF.
Bogi Berg úr Havn vinnur
bronsuheiðursmerki til DM í
amboðsfimleiki. Tað er í kappingini
á góvlinum, at Bogi Berg við
einum karakteri á 12,600 stig
vinnur bronsu. Stutt var upp til
silvurheiðursmerki, tí munurin
var bara 0,100 stig, sum svarar
til eitt lítið fet í eini lending. Bogi
Berg venur í Aalborg og luttók í
kappingini fyri felagið GymAalborg.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Daniel ”Elly” Pedersen
Aldur: 28 ár
Starv: Fótbóltsspælari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Í einum hondbóltsdysti seinasta sunnudag verður
eitt sonevnt ”spøkilsismál” góðkent. Hvat lið fær
”spøkilsismálið” góðkent?
2 Hvør var leikarin, sum sambært dómaraseðlinum
skoraði ”spøkilsismálið”?
3 Formaðurin í Aganevndini hjá HSF sigur í viðtalu
við 3-2, at hann ikki veit um nakað líknandi mál
áður. Hvør er formaðurin í Aganevndini?
4 Manchester United hevur júst selt ein av sínum
leikarum til amerikanska felagið Chicago Fire –
hvør er leikarin?
5 Komandi dagarnar skal føroyska kvinnulandsliðið
í fótbólti spæla undankapping í Føroyum. Hvør er
venjari hjá kvinnulandsliðnum?
6 Hvør leikari hevur spælt flestar dystir á føroyska
kvinnulandsliðnum í fótbólti?num, sum spælir 1-1.
Hvat felag spælir Gilli fyri?
7 Norska fótbóltskappingin fer av bakkastokki, og
føroyski landsliðsleikarin Gilli Rólantsson leggur
upp til málið hjá felagi sínum, sum spælir 1-1. Hvat
felag spælir Gilli fyri?
8 Gilli Rólantsson bleiv seldur til norska felagið frá
AaB í Danmark. Men úr hvørjum felag í Føroyum
skifti Gilli Rólantsson til AaB frá?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Neistin
2. Rói Berg Hansen
3. Jens Andrias Vinther
4. Bastian
Schweinsteiger
5. Pætur Smith
Clementsen
6. Rannvá Andreasen
7. Brann
8. B36
Hetta er ein dokumentarur um
tjúgu ár av politiskum stríðið um
franska landsliðið. Frá EM 1996
til HM 2016. Franska landsliðið
hevur hetta tíðarskeiðið bæði
nátt tindunum við HM og EM
sigri, men eisini botninum, tá
liðið í HM 2002 og 2010 floppar
nakað so dyggiliga á vøllinum,
men eisini handan leiktjøldini.
Mitt í 90 unum er franska
landsliðið nógv merkt av,
at spælarar hava røtur úr
hjálondum hjá Fraklandi.
Kendastur er Zinedine Zidane.
Foreldrini koma úr Algeria.
Heima í Fraklandi er Le Pen
familjan í holt við at vinna fram
á politiska pallinum.
Í 1998 vinnur Frakland HM
og tvey ár seinni EM. Hesi árini
verður nógv tosað um týdningin
franska landsliðið hevur fyri
tjóðina. Seinni kemur eitt
keðiligt tíðarskeið, áðrenn tað
aftur blívur betri undan EM á
heimavølli.
Tað verður tosað við
nógv viðkomandi fólk í
dokumentarinum, sum er á
fronskum. Hevur tú danskt
Netflix, so er danskur tekstur
undir. Dugur tú ikki franskt,
so mást tú fylgja væl við, men
tí løtum er tað eitt sindur
avbjóðandi, tí undirteksturin
hoppar upp og niður, tá fólk
verða presenteraði.
Frakland hevur eina um
strídda fótbóltssøgu. Tað
kemur væl til sjóndar í doku
mentarinum. Fyri meg, sum
minnist HM 1998 sum í gjár,
so er dokumentarurin sera
viðkomandi, tí tú kennir allar
persónarnar og avbjóðingarnar
aftur.
Hygg um: Tú hevur miðal stóran
áhuga fyri fótbólti. Kanska meiri
relevent, um tú minnst HM 1998
Ikki hyggja um: Tú ikki veist
hvør Zinedine Zidane er
Hvussu er at hyggja:
Tað hendir nógv og
dokumentarurin
er deildur upp í
tíðarskeið, so tú kanst
eisini taka ein part á
gangin
Hvat sigur tú: Eg
haldi tað er ein
fyrimunur at tú
minnist HM 98,
og at tú klárar
nøkunlunda at
navna teir, sum
byrjaðu inni tá.
Avgjørt vert at
hyggja eftir, men
kanska ikki til tey
heilt ungu
Fakta:
Dokumentarurin
er at finna á
Netflix.
★★★★★★
UMMÆLI
Dokumentarurin:
Ein søga um Frakland 1996-2016
Tróndur Arge ummælir