Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Hilmar Jan sigur sína hugsan... Terji Nielsen Tað var Norðlýsið, sum á heima­síðu sínari fyri nøkrum vikum síðani kundi avdúka, at ÍF-leikarin Ndende Gueye, sum í ár spælir sítt tíggj­ unda kappingarár á rað í Føroyum, hevði leikt uttan uppihaldsloyvi í fyrsta leik­ umfari í Effodeildini í ár. Fyrsti dystur hjá ÍF var á útivølli móti TB/FC Suð­ur­ oy/Royn, og ÍF tapti dystin 2-1. Í øðrum leikumfari var Ndende ikki við á lið­ num hjá fuglfirðingum, sum á heimavølli vunnu á EB/Streymi, men tá ið ÍF í gjár vann á Giza/Hoy­vík í kappingini um Løg­mans­ steyp­ið, var Ndende aftur á liðnum, tí nú var loyvið kom­ ið upp á pláss. Kappingarnevndin sent málið í Aganevndina Kappingarnevndin hjá Fót­ bóltssambandi Føroya hevur havt málið til umrøðu, og har bleiv málið beinan vegin sent víðari til Aganevndina, tá ið man hevði staðfest, at okkurt brot á reglarnar varð framt. Tað váttar formaðurin í kappingarnevndini, Róin Schrøter, sum sigur, at tá ið talan er um slík mál, har slíkt sum arbeiðs- og uppi­halds­ loyvi mangla, so endar málið hjá Aganevndini. Eitt líknandi mál var í 2014, tá ið B68 kærdi AB fyri brúk av ólógligum útlendskum leikara í sambandi við, at serbiski Dimitri Jankovic spældi við AB uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men tá vísti Aganevndin málið frá sær, tí reglarnar um út­ lendsk­ar leikarar søgdu, at ein leikari, sum hevði ver­ ið í Føroyum og spælt í trý samanhangandi ár, ikki kem­ur undir reglarnar um út­lendskar leikarar í kapp­ ingarreglunum fyri fótbólt. Men samstundis gjørdi Aganevndin í sínum úr­ skurði í 2014 vart við, at man kann sáa iva um, hvørt kappingarreglarnar um útlendskar leikarar í fótbólti vóru í fullum sam­svar við reglarnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi á útlendingaøkinum í sivil­ rættarligu lóggávuni. Men hesar reglar blivu broytt­ar á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Før­ oya í fjør, soleiðis at tá ið felag søkir um loyvisbræv til útlendskar leikarar nú, so skal avrit av galdandi ar­ beiðs- og uppihaldsloyvi lat­ ast inn saman við umsóknini, sjálvt um leikarin hevur spælt í Føroyum í fleiri enn trý ár. Víðar heimildir Men hvørjar avleiðingar kann tað so fáa fyri ÍF og Ndende, at hann spældi fyrsta dystin uttan galdandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi? Aganevndin hevur ógvu­ liga víðar heimildir til at revsa felag og leikarar, men tá ið nú ÍF tapti dystin á vøllinum, so verður neyvan stórvegis annað gjørt, enn at ÍF verður dømt at tapa dystin 3-0 ístaðin fyri 2-1, sum var úrslitið á vøllinum. Harumframt er eisini væl møguligt, at Aganevndin fer at geva ÍF bót fyri brotið, men neyvan verður talan um nakra heilt stóra brot. Tað, sum hinvegin kann gerast nógv meiri álvar­ samt, er, um danska út­lend­ ingastýrið fer at blanda seg upp í málið. Tí tá ið avgerðin frá Aganevndini fyriliggur, verður hon kunngjørd al­ ment, og hóast FSF ikki send­ur nakra fráboðan til almennar myndugleikar í sambandi við slík mál, so kann útlendingastýrið taka málið upp av sínum eintingum, og so kann tað í ringasta føri enda við, at Ndende verður vístur av landinum. Men tað tykist ikki serliga sannlíkt. Fyri hálvariaðru viku síðani segði ÍSF- forsetin, at nú skal søkjast um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2023. Síðani 1989 hevur fleiri ferðir verið arbeitt við at fáa leikirnar aftur hendavegin, men so leingi, vit hvørki hava golfvøll, skjótibreyt til bogaskjóting ella nøktandi breyt til byrsuskjóting, kunnu og skulu vit gloyma alt um at hava Oyggjaleikir í Føroyum. At vóna, at Føroyar skulu sleppa undan og klára seg við at hýsa 11 ítróttargreinum, tá kravið er í minsta lagi 12 og í mesta lagi 14, er ein forkastiligur hugburður hjá ÍSF at hava, tí sjálvandi skulu vit megna alla uppgávuna frá A til Z, áðrenn vit bjóða okkum fram. Alt annað kann bara skaða tað sindrið av áliti, hini oyggjasamfeløgini kanska enn hava á okkum, tí vit annars plaga at bakka út… Tá tað er sagt, so líkist tað ongum, at Føroyar skulu leggja fótonglar fyri okkara góðu grannar í Orknoyggjum, sum langt síðani hava boðað frá, at fyrireikingar júst verða gjørdar til at bjóða seg fram til 2023. Heldur átti ÍSF at farið hagar at hugt at, hvussu væl tey hava gjørt sítt heimaarbeiði og hvussu langt tey eru komin, nú tey sita og skriva sína umsókn. Tvørturímóti átti ÍSF at verið millum tey fyrstu at veitt orknoyingum fullan og heilan stuðul til at fáa leikirnar í 2023. Ein av okkara størstu trupulleikum hevur verið, at føroysku landsmyndugleikarnir ikki hava tikið neyðugu stigini til tær umstøður, ið krevjast. Tí gevur tað púrt onga meining, at ÍSF ferð eftir ferð bjóðar løgmanni og mentamálaráðharra við til leikirnar fyri at sóla sær og handa onkur heiðursmerki her og har, tí royndirnar higartil hava verið, at hesi púrt einki hava gjørt afturfyri! ÍSF hevur nógv annað at brúka sína tíð og sína orku uppá, enn at fyrigykla sær sjálvum og øðrum, at vit verða til reiðar at hýsa Oyggjaleikunum í 2023, tí tað verða vit ikki, fyrr enn golf, bogaskjóting og skjóting fáa nøktandi umstøður at kappast. Fyrr enn tá gevur tað onga meining at tosa um at fáa Oyggjaleikir aftur til Føroya! hilmarjan@sosialurin.fo Oyggjaleikir? Nei takk! NDENDE ENDAÐUR Í AGANEVNDINI ÍF-leikarin Ndende Gueye spældi í fyrsta umfari í Effodeildini í ár uttan uppihaldsloyvi, og í ringasta føri kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri leikaran úr Senegal ÍF-leikarin Ndende Gueye spældi í fyrsta umfari í Effodeildini í ár uttan uppihaldsloyvi, og í ringasta føri kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri leikaran úr Senegal