Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 3. APRÍL 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VESTMANNA Stór útstykking verður nú gjørd Í hesi vikuni verður arbeiðið at gera eina nýggja útstykking í Vestmanna bjóðað út. Projektering er júst liðug, og kommunan miðar ímóti, at arbeiðið at gera útstykkingina fer í gongd longu í ár. Seinasta útstykkingin, ið bleiv gjørd í Vest­ manna, var Uppi í Vestri, og nýggja útstykkingin verður gjørd nakað niðan fyri hesa útstykking. – Tað er ein útstykking uppá 22 grundstykkir, og vit hava umleið 20 fólk, ið standa á bíðilista til at keypa eitt stykki frá kommununi. Vit hava gamaní eini seks grundstykki eftir Uppi í Vestri, men tey, sum standa á bíðilistanum, vilja heldur byggja longur niðri í bygdini, og tí bíða tey eftir hesi útstykkingini, sigur Maud Poulsen, kommunuskrivari. Vestmanna Kommuna hevur verið í sambandi við øll, sum hava staðið á bíðilista til grundstykki, og tí hevur man eisini lúkað eitt sindur út á listanum, soleiðis at man í dag hevur ein lista, sum bert telur reellar umsøkjarar. Klárt at byggja næsta summar Gongur alt sum ætlað verður klárt at byggja næsta summar hjá teimum, sum ogna sær eitt grundstykki. – Tað miðja vit ímóti. Stykkini liggja um 600 fermetrar hvørt, og vit hava ikki ásett prísin enn. Tey gomlu stykkini Uppi í Vestri kosta góðar 200.000 krónur, og kanska verður prísurin á leið tann sami í nýggju útstykkingini, sigur Maud Poulsen. Sambært kommunuskrivaranum eru tað ikki bara vestmenningar, sum standa á bíðilista. Tað eru eisini fólk aðrastaðnis frá, men í flestu førum er talan um fólk, ið hava tilknýti til bygd­ ina. – Og vit merkja eisini, at fólk eru ótolin eftir at sleppa í gongd, so tað er avgjørt eitt positivt tekin, sigur kommunuskrivarin. ➡ Í næstum verða 22 grundstykki útstykkjað í Vestmanna, og áhugin fyri at ogna sær stykkini er stórur Tað er her, sum pílurin vísir, at nýggja útstykkingin í Vestmanna verður gjørd. Tilsaman verða 22 grundstykki stykkjað út Nógvar barna­familjur í Vest­manna Íbúgvatalið í Vestmanna er ógvuliga støðugt, og tað vísir seg, at barnafamiljurnar støðast ógvuliga væl í bygdini B arnagarðurin í Vestmanna, Gjáarlon, er ein av størstu ansingarstovnum í land­in­um við sínum 84 ansingar­plás­sum, og tað er nóg mikið til at nøkta tørvin á ansing í bygdini. – Vit klára at nøkta tørvin, sum er, tí vit hava 84 pláss, og í løtuni eru 82 av plássunum upp­ tikin, greiðir Maud Poulsen, komm­unuskrivari í Vest­manna, frá. Hon sigur, at tað vísir seg, at barna­familj­ urnar trívast væl í Vestmanna, og at ungir vest­ menn­ingar hava hug at seta fast búgv í heim­ bygdini. Kommunuskrivarin sigur, at tað eru eisini fleiri vestmenningar, sum búgva aðrastaðnis, ið hava hug at leita heimaftur. – So alt í alt haldi eg, at vit síggja nógv jalig tekin um gongdina í kommununi, sigur Maud Poul­sen.