Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 3. APRÍL 2017 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VESTMANNA Handilslívið er nógv minkað F yri nøkrum árum síðani vóru fleiri mat­vøru­ handlar, málingahandil, klædnahandlar, bak­ari, skóhandil, blómuhandil og annað hand­ilsvirksemi í Vestmanna. Men í dag er talið av handlum í bygdini nógv minkað. Tveir matvøruhandlar eru í bygdini, gamli handilin handilin hjá Palla Lamhauge og stóri A-handilin inni á Fjørð, og umframt hetta er ikki so nógv annað enn ein frisørsalong og ein Magn-støð. Tað er ein markant afturgongd í tali av handl­um og øðrum tænastuveitingum, men hetta hevur tó ikki havt so neiliga ávirkan á trivnaðin í bygdini. Ikki minst hevur nýggi Á-handilin inni á Fjørð havt sera stóran týdning fyri vestmenningar seinnu árini. Fleiri av gomlu matvøruhandlunum lótu aftur, millum annað NB-handilin og handilin hjá Sigurð Nielsen, men við nýggja Á-handlinum fekk man ein handil, har vestmenningar í dag kunnu fara at keypa og fáa alt, sum teimum tørvar. Gomlu handlarnir vóru nakað væl minni enn Á-handilin, og til dømis siga fleiri vestmenningar, at man í dag kann fara inn í Á-handilin og keypa inn til eina barnaføðingardag og fáa alt, sum man skal brúka, og tað bar ikki til fyrr. Í gomlum døgum var eitt ríkt handilslív í Vestmanna, men í dag er hetta nógv minkað Støðug arbeiðs­ pláss mangla Eitt, sum hevur manglað í Vest­ manna seinnu árini, eru støðug arbeiðs­pláss. Stóru arbeiðsplássini við støðugum arbeiði hava verið skúlin, Fiskivinnuskúlin, Grønanes­ heim­ið, barnagarðurin, Vestpack og einstøk onnur smærri arbeiðspláss. Fyri fáum árum síðani var nógv virksemi á havnalagnum, har tað eitt skifti vóru tvey virk­ir við støð­ ug­um arbeiði, men soleiðis er ikki í løtuni. Í dag er ikki so nógv virksemi á havna­lag­num longur. Eitt fiskavirki er í gongd, men virkið koyrir ikki hvønn einasta dag, og tí er arbeiðið ikki so øgiliga støðugt. Men tó so hevur virksemi á flakavirkinum sein­astu mán­aðirnar verið vaksandi, og fitt av fólki er nú regluliga til arbeiðis á virkinum. Hjá Vestmanna Kommunu vátta tey eisini, at vinnulívið ikki hevur verið vaksandi, og hetta sæst eisini aftur í eftirspurninginum eftir vinnu­stykkjum. Kommunan fær av og á fyri­ spurningar um vinnustykki, men tað vísir seg altíð, at talan ikki er um serliga konkretar fyrispurningar. Eitt ynski, sum nógvir vestmenningar hava havt í mong ár, er, at bygdin verður vetrarfriðað. Í fjør samtykti bygdarráðið at fara undir hetta arbeiði, og nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at tað næstan er liðugt. – Tað er eitt ynski, sum nógv hava havt í rúma tíð, og fólk gleða seg, til hetta verður liðugt. Tað gleðiliga er eisini, at vit hava samstarvað við Kvívíkar Kommuna um hetta, so at tað eisini er blivið vetrarfriðað inni á Vál, so øll bygdin verður friðað, sigur Maud Poulsen, kommunuskrivari í Vestmanna. Hjá Vestmanna Kommunu vænta tey, at vetrarfriðingin fer at hava við sær, at nógv meiri verður gjørt við at fríðka um í bygdini, og starvs­ fólk hjá kommununi gleða seg at fara í gongd við at seta leykir niður og fáa tað at blóma kring bygdina. Næstan liðugt at vetrarfriða Í næstum verður arbeiðið at vetrarfriða Vestmanna liðugt