mánadagur 3. apríl 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 3. APRÍL 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: VESTMANNA
Tað vera nógv tons av ymiskum plasti og pakkitilfar koyrd út kring alt landið við lastbilinum hjá Vestpack, sum Steingrím Vang hevur koyrt í mong ár
Vestpack hugsar
um umhvørvið
T
að gongur væl hjá Vestpack í Vestmanna.
Felagið hevur nógv ár á baki, og serliga
seinastu 8-10 árini hevur felagið havt eina
jaliga gongd. Tíðliga í ár fekk Vestpack nýggjan
stjóra, tá ið skopuningurin Thomas B. Thomsen
tók við stjórastarvinum.
Thomas er ikki ókendur á Vestpack, tí hann
hevur starvast í fyritøkuni í samfull 19 ár, so
hann fyritøkuna og vinnuna út og inn.
Úrvalið er nógv broytt
– Eg byrjaði við at selja annað enn framleiðslu
lutir, men spakuliga fór eg eisini at selja bæði
etikettir og plast. Eg havi í tveimum umførum
eisini verið framleiðsluleiðari, men fyri tað
mesta havi eg verið í sølupartinum, og hóast eg
havi verið framleiðsluleiðari, so havi ongantíð
verið heilt leysur av sølupartinum, greiðir Thom
as B. Thomsen frá.
Hann sigur, at tá ið tað snýr seg um broyt
ingar hesi 19 árini, ið hann hevur starvast í fyri
tøkuni, so hava tær ikki verið so øgiliga ógvus
ligar.
– Sjálv produktini eru ikki so nógv broytt,
men hinvegin er úrvalið blivið nógv størri, og
sjálvandi er sjálv framleiðslan rættiliga nógv
automatiserað, sigur hann.
Heimamarknaðurin er
tann berandi parturin
Tað er eingin loyna, at Vestpack fyrst og fremst
selur til viðskiftafólk í Føroyum. Útflutningurin
er millum 20 og 25 prosent av samlaðu søl
uni hjá Vestpack, so heimamarknaðurin er tann
berandi parturin hjá fyritøkuni, um enn út
flutningurin sjálvandi eisini hevur stóran týdn
ing.
– Vit hava nokk øll føroysku skipini sum
kundar, men tey skulu ikki bara velja okkum, tí at
vit eru føroyingar. Vit vilja vera kappingarfør, og
so vilja vit eisini veita eina góða tænastu. Eisini
liva vit nógv uppá, at góðskan er eitt eyðkenni
hjá okkum. Tað sigur seg sjálvt, at vit hava ein
fyrimun í mun til eitt nú føroysku skipini, at vit
kunnu levera vøruna við heilt stuttum skotbrá,
og tað hava útlendskir veitarar ikki møguleika
fyri, sigur Thomas B. Thomsen.
Stjórin í Vestpack dylur ikki fyri, at serliga
pelagiska vinnan hevur munað sera væl hjá
Vestpack, síðani hon av álvara tók seg upp.
– Tað er rættiliga nógv pakkitilfar, sum vit
selja til pelagisku vinnuna. Tað er so øgiliga stór
ar nøgdir, sum tann vinnan brúkar, sigur hann.
Hann greiðir frá, at bróðurparturin av tí, sum
Vestpack útflytir, verður selt til laksavinnuna í
Noreg, men nakað verður eisini selt til Íslands.
– Men útflutningurin er ein støðugt vaksandi
partur hjá okkum, sigur Thomas B. Thomsen.
Umhvørvið í fremstu røð
Tá ið man hugsar um plastframleiðslu, so eru
tað beinan vegin mong, sum hugsa, at tað er
ógvuliga dálkandi fyri umhvørvið. Tað hevur tað
eisini verið, men hjá Vestpack eru tey ógvuliga
tilvitað um hendan partin, og tey optimera alla
sína framleiðslu í mun til umhvørvið.
– Soleiðis sum lógir og reglugerðir eru í dag,
so er okkara framleiðsla so umhvørvisvinarliga,
sum hon yvirhøvur kann vera. Vit arbeiða eisini
í løtuni við at fáa eina umhvørvisgóðkenning,
sigur stjórin á Vestpack.
Hann heldur samstundis, at spurningurin um
dálking og umhvørvi fyrst og fremst er ein hug
burðsspurningur.
– Umhvørvisspurningurin er fyrst og fremst
ein spurningur um hugburð hjá fólk, og eg
haldi sjálvur, at tað gongur rætta vegin. Tú sær
heldur ikki í dag, at plastposar liggja og flóta
úti í náttúruni. Teir verða brúktir til ruskposkar
undir køksvaskinum, og síðani verður teir brendir
við húsarhaldsburturkastinum, og tað er í løtuni,
sæð við umhvørvisbrillum, tann besta loysnin,
sigur Thomas B. Thomsen.
Trúføst starvsfólk
Í dag starvast eini 22 til 23 fólk hjá Vestpack
í Vestmanna, og talan er um rættiliga trúføst
starvsfólk sambært stjóranum.
– Her eru nógv fólk, sum hava verið rættiliga
leingi. Meirilutin av teimum eru vestmenningar,
men nøkur eru eisini aðrastaðnis frá sum til
dømis eg sjálvur, sigur Thomas B. Thomsen.
Tað er eingin loyna, at Vestpack í nógv ár
hevur verið eitt tað mest støðuga arbeiðsplássið
í Vestmanna, og tí hevur fyritøkan eisini stóran
týdning fyri bygdina.
– Framleiðslan hjá okkum koyrir vanliga frá
8 til 16, og av starvsfólkahópinum hjá okkum
eru tað okkurt um helvtin, ið arbeiða í sjálvari
framleiðsluni, sigur Thomas B. Thomsen, stjóri.
Hjá plastframleiðaranum Vestpack í Vestmanna eru tey ógvuliga tilvitað um umhvørvið, og tí royna
tey altíð at optimera framleiðsluna í mun til umhvørvi sambært nýggja stjóranum í felagnum