mánadagur 3. apríl 2017síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
T
að var í 2005, at Petur Frank í Innistovu
spakuliga fór undir bókhaldsvirksemi. Í
dag heldur bókhaldsvirkið, sum umframt
eigaran sjálvan telur telur tvey starvsfólk, til í
gamla bygninginum hjá BankNordik beint oman
fyri havnarlagið í Vestmanna.
Bygningin keypti Petur Frank í Innistovu sam
an við øðrum sjálvur fyri nøkrum árum síðani, og
umframt Bóka, sum heldur til í ovaru hæddini,
so er matstovan Disvoy í veghæddini.
Sá tørvin í heimbygdini
Sjálvur tók eigarin skrivstovuútbúgving við ser
grein innan roknskap hjá grannskoðaravirkinum
Rasmussen & Weihe, sum í dag eitur Januar, og
seinni hevur hann eisini tikið partar av HD innan
bókhaldsøki.
– Tá eg bleiv liðugur við mína útbúgving, sá
eg, at at tað var ein tørvur á einum slíkum virki
í Vestmanna, og tí fór eg undir hesa fyritøkuna,
sum nú hevur 12 ár á baki, sigur Petur Frank í
Innistovu.
Tað hevur verið rættiliga støðugt arbeiði hjá
Bóka øll árini, og viðskiftafólkini finnast ikki bara
í Vestmanna.
– Vit hava fleiri viðskiftafólk aðrastaðnis í
landinum, og í hesum KT-tíðum er tað eingin
trupulleiki. Alt er nógv lættari nú, enn tað var
fyrr. Í dag er alt digitalt, so tað er ikki neyðugt at
sita við so nógvum pappírum, sum man gjørdi, tá
ið eg byrjaði í hesi vinnuni, sigur hann.
Stjórin og eigarin í Bóka sigur, at arbeiðs
uppgávurnar eru fjølbroyttar, hóast økið kanska
ljóðar eitt sindur einstáttað.
– Vit hava sjálvsagt vanligar roknskapar
uppgávur, bókhald og skrivstovuarbeiði, men
Bóka tekur sær eisini av eitt nú lønarkoyringum,
innkrevjing og gjaldan fyri tey viðskiftafólk, sum
hava ynski um hetta.
Petur Frank í Innistovu hevur eitt starv aft
urat sínum egna bókhaldsvirki, og tað er, at hann
er fíggjarleiðari í grannakommununi í Kvívík.
Bóka hevur eisini havt uppgávur fyri yms
ar kommunu. Eitt nú hevur fyritøkan hjálpt
til roknskaparliga í sambandi við kommunu
samanleggingar og eisini veitt bókhald og rokn
skaparhjálp til kommunalt samstarv, og slíkar
uppgávur eru heilt øðrvísi enn vanligar bók
haldsuppgávur og krevja nakað heilt annað av
fyritøkuni.
√
Skatt og sjálvuppgávur (feløg, virkir og einstakligar)
√
Rakstrarætlanir
√
Ognarastýring (avgreiða gjaldingar um áhugi er fyri tí)
√
Skuldarastýring (innheinta skuld)
√
Ráðgeving
√
Bókhald
√
MVG
√
Fakturering
√
Lønarkoyringar
√
Roknskap
Ger tað, ið tú dugir best
...og lat Bóka taka sær av hinum partinum
Bóka sp/f · Bakkavegur 6 · FO-350 Vestmanna
Tel. 424707 · Far. 222707 · boka@boka.fo
Bóka kann hjálpa tær innan m.a. hesi øki
Bókhaldsfyritøkan Bóka
í Vestmanna hevur
havt støðugt virksemi
seinnu árini, og fyritøkan
hevur viðskiftafólk
kring alt landið
Gera bókhald
kring alt landið
Petur Frank í Innistovu hevur í 12 ár
havt bókhaldsvirki Bóka í Vestmanna
VIKA 14 • 3. APRÍL 2017
TEMA: VESTMANNA
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ