Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 3. APRÍL 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VESTMANNA Arbeiða bæði í Føroyum og uttanlands H óast S. J. H. Commercial Divers er blivin ein rættiliga stór fyritøka, so merkir tað tó ikki, at stjórin og eigarin, Símun Jákup Højsted, situr í skjúrtu og slips á skrivstovuni hjá fyritøkuni á gomlu brandstøðini í Vestmanna á havnalagnum í bygdini. Nei, honum dámar best at vera m itt í rokinum sjálvur, og allarbest hevur hann tað undir vatnskorpuni. – Men við hetta lag noyðist eg kanska at fara at keypa mær ein klædning og skjúrtu og slip, sigur Símun Jákup Højsted skemtandi. Nógvir útlendingar arbeiða fyri felagið – Vit hava arbeiði bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni arbeiða vit eitt nú við kaving í Svøríki, har tríggir mans eru til arbeiðis í løtuni, og um heilt stutta tíð skulu fyrst 12 mans afturat til arbeiðis har, og nakað seinni skulu so upp aftur 16 mans hjá okkum til arbeiðis í Svøríki, greiðir Símun Jákup Højsted frá. Spurdur um tað ikki er trupult at fáa so nógv­ar kavarar í Føroyum, sigur stjórin í S. J. H. Commer­cial Divers, at tað ber als ikki til. – Tað eru nakrir føroyingar millum hesar kav­ arar­nar, men teir flestu eru menn, sum eg kenni frá oljuvinnuni í Norðsjónum, har eg havi kavað nógv. Teir flestu eru bretar, sigur hann. Tá ið vit tosaðu við Símun Jákup Højsted, var hann sjálvur fjórði staddur í Suðuroy fyri felagið. – Ja, vit eru fýra mans, sum arbeiða í Víka­ byrgi í løtuni. Vit eru tveir føroyingar og tveir út­lendingar, og vit arbeiða fyri FT-Net við Shefa-kaðalinum. Harafturat eru tríggir mans hjá okkum til arbeiðis á Strondum, so vit eru úti um okkum, sigur hann. Umframt kavingina, sum er primera ar­beiðs­ øki hjá S. J. H. Commercial Divers, so hevur felagið eisini verkstað í bygninginum hjá sær, og man hevur eisini ein kranabil, sum kann loysa al­skyns uppgávur. Ein av størru fyritøkunum við heimstaði í Vestmanna er S. J H. Commercial Divers hjá Símun Jákup Højsted. Fyritøkan hevur, tá ið alt kemur til alt, oman fyri 30 fólk í starvi, og hesi arbeiða bæði í Føroyum og uttanlands EL-Net veitir nógvar tænastur Ein av stóru EL-installatíons fyritøkunum í landinum er EL-Net. Høvuðsskrivstovan er í Havn, men felagið hevur eisini eina deild í Vestmanna E in av eigarunum í EL-Net er vestmenningurin Poul Erik Johannesen, og hann greiðir frá, at í dag hevur felagið millum 30 og 32 starvs­fólk. – Nakrir eru altíð til arbeiðis á deildini hjá okkum í Vestmanna. Onkuntíð eru tað bara nakrir heilt fáir, meðan tað aðrar tíðir eru nógvir mans til arbeiðis á tí deildini. Men í miðal vil eg siga, at eini fýra mans hjá okkum eru á deildini í Vestmanna, sigur hann. Í kjallaranum í bygninginum hjá EL-Net í Vest­manna er ein dráttur og ein lyfta, so at bátar kunnu koma inn og blíva lyftir upp, og tað eru nógvir vestmenningar og onnur, sum gera sær dælt av hesum møguleika. – Men tað er ein ógvuliga lítil partur av okk­ ara virksemi. Vit hava øll gøtuljósini fyri Vest­ manna Kommunu, og vit hava eisini gjørt nógv fyri Kvívíkar Kommunu, sigur Poul Erik Johanne­ sen. Men EL-Net hevur sanniliga eisini gjørt nógv­ ar stórar EL-uppgávur. Eitt nú stóð felagið fyri øllum El-arbeiðinum, tá ið Grønanesheimið í Vest­manna bleiv bygt, og felagið hevur eisini staðið fyri EL-arbeiðinum í sambandi við út- og um­byggingina av Tórsvølli og nýggja FSF-hús­ in­um. Eitt øki, sum EL-Net hevur gjørt seg til ser­ frøðingar innan í Føroyum, er innan tann­lækna­ útgerð. – Ja, vit plaga at gera umvælingar og installatiónir av tannlæknaútgerð og tann­ lækna­stólum kring alt landið, sigur Poul Erik Jo­hanne­sen.w S. J. H. Commercial Divers eigur gomlu brandstøðina á havnalagnum í Vestmanna, og tað er basan hjá fyritøkuni, og har teir eisini hava sítt egna verkstað. Fyritøkan eigur sín egna bát, Kavarin, sum verður brúkt í sambandi við mangar arbeiðsuppgávur Í kjallaranum í bygninginum hjá EL-Net í Vestmanna er ein dráttur og ein lyfta, har bátaeigarar kunnu leiga seg inn og taka bátin upp og gera umvælingar og viðlíkahald uppá bátarnar