mánadagur 3. apríl 2017síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 3. APRÍL 2017
19
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Á
páskum annað hvørt ár bjóða brøðra
samkomurnar á Skálafjørðinum til sam
felagsstevnu. Í ár verður stevnan frá
langa fríggjadegi og fram til páskakvøld. Hon
verður í Bylgjuni í Runavík, har tað eisini verður
skipað fyri serligum tiltøkum fyri børn og ung.
Heitið á stevnuni hesa ferð er Páskirnar –
Góðska Guds.
Lagt verður fyri langafríggjakvøld klokkan
19, og tað verður hildið fram til páskakvøld
umleið klokkan 20.30. Bæði páskaaftan og aftur
páskadag verður bjóðað til nátturða í høllini. Tað
verður millum møtini, sum eru klokkan 16 og
19.
Tað plagar at vera stórur áhugi fyri at luttaka
á samfelagsstevnuni – millum tey lokalu á
Skálafjørðinum, aðra staðni frá í oynni og eisini
aðra staðni frá kring landið.
Aðra staðni í blaðnum sæst í lýsing, hvørji
fara at taka lut í talu og sangi.
Brøðrasamkomurnar kring Skálafjørðin eru
Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Sal
tangará og Nebo á Toftum.
Góðska Guds
í Bylgjuni
Brøðrasamkomurnar kring Skálafjørðin skipa fyri samfelagsstevnu í Runavík
HA HA!
Góðan dag, góðan dag, frú Dam,
segði læknin, – langt síðani tú var her
seinast!
– Ja, orsaka harra lækni. Eg havi verið
sjúk....
✿ ✿ ✿
Um mín vermóðir tosar nógv? Tað skal
eg siga tær!
Tá hon leggur handilstenninar hjá sær
í eitt glas við vatni fyri náttina, tekur
tað minst ein hálvan tíma, áðrenn tær
fella til ró.
✿ ✿ ✿
Hann vaknaði av at ein tjóvur knústi
rútin í stovuni, og fór niður undir og
segði: – Hvat gert tú?
– Eg leiti eftir peningi, svaraði tjóvurin
ærliga.
– Gott, segði verturin
– finnur tú nakrar, so sig mær frá!
✿ ✿ ✿
Stjórin segði við eitt starvsfólk hjá
sær:
– Tillukku Jensen, eg hoyri at tú hevur
fingið ein arvingur.
– Takk, stjóri, men við mínari løn fær
mann ikki
✿ ✿ ✿
Hon til eina vinkona:
– Tú skuldi sæð so umsvermað eg var
í feriuni!
– Ná, vóru so nógvir mýggjabitar har?
✿ ✿ ✿
Jón ringdi til hans og segði:
- Tú, eg haldi ikki eg tími til
fótbóltsdyst. Tað er so ringt at fá
nakað parkeringspláss og eg rokni
eisini við, at tað verður øgiliga kalt.
– Alt í lagi Jón, segði Hans. – Kona mín
vil heldur ikki at eg skal fara
✿ ✿ ✿
Hann var í øðini og segi:
– Alt, sum tú selur í handlinum er
nakað bras, og tú kallar teg fyri
listaseljara.
- Ja, tað er sanniliga list at klára at
selja tað
Nú skal ferðslutøppurin loysast
Tórshavnar býráð
samtykti á fundi
hóskvøldið at seta upp
ferðsluljós á vegamótinum
Hvítanesvegur,
Eystari Ringvegur
T
alan er um gamalt mál sum gevur verið
á breddanum hjá Tórshavnar kommunu í
mong harrans ár. Hetta málið, sum varð
avgreitt hóskvøldið, er stovnað í 2012.
Ferðslan gongur sera trek eftir Hvítanesveg
num í meldurtíðini á morgni og á seinnapartin,
og tí hevur stórt ynski verið um, at trupulleikin
verður loystur. Øll ferðslan til og úr Havnin
gongur um Hvítanesvegin, sum er mest trafik
keraði vegur í landinum.
Býráðið hevur eisini kannað møguleikan at
gera eina rundkoyring á vegamótinum, men
hildið var ikki, at ein rundkoyring var besta
loysnin. Bæði tí at hon er dýrari at gera, og tí
at mett verður, at ov tætt verður millum rund
koyringarnar, og tað skapar ferðslutøppir. Á bý
ráðsfundinum hóskvøldið varð víst til kanningar
frá serkønum í ferðslu, sum mæla frá at gera
rundkoyring, tí ov tætt verður millum rundkoyr
ingarnar á ringvegnum, sum longu eru ov tættar.
Ein rundkoyring kostar sambært býráðsmeiri
lutanum 14 milliónir krónur, meðan býráð sam
tykti at brúka 400.000 krónur upp á ferðsluljós.
Tala verður um sonevnd »intelligent ferðslu
ljós«, sum merkir, at tey bara verða brúkt, tá
nógv ferðsla er.
Sjey býráðslimir atkvøddu fyri uppskotinu,
og seks ímóti. Málið skal fyri býráðið einaferð
aftuart, tá endaliga kostnaðarmeting fyriliggur.
Ferðslukøn meta, at ov tætt verður millum rundkoyringarnar. Tí verða
ferðsluljós sett upp á vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur