Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 3. APRÍL 2017 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Handilin umbygdur og dagførdur S einasta hósdag læt handilin hjá Ide Møbl­ um á Hálsi upp aftur eftir at hava verið stongdur nakrar dagar vegna umbygging. Ide Møblar flutti í hendan handilin fyri 17 árum síðan, og nú er handilin umbygdur og dag­ førdur. Veggirnar hava skift lit, og tað er meira stýlur yvir sjálvari framsýningini. Handilin er nevniliga nakað heilt serligt. Bara tað at koma inn í handilin er ein uppliving. Tað er eins og alt virkar so perfekt og avslappað samstundis. Hóast nógv fólk eru inni í handli­ num, merkist tað ikki, sum tað á nakran hátt er trong­ligt. Idé Møblar á Hálsi er ikki einans ein møbla­ handil, men eisini eitt megastórt gávuhús við hópin av gávulutum og góðum tilboðum til sínar kundar. Har eru lampur og ljós av alskyns sløgum, kommodur, reolir, rammur til myndir og plakatir, goymslukassar, pútur, skálir, stakar, gløs og stell. Eisini er stóra Koppur & Kanna deildin inni í handlinum. Handilin hevur verið ein succes frá byrjan, og varð fleiri ár á rað valdur til »Ársins Handil« av lesarunum hjá Vikublaðnum. – Vit hildu, at tíðin var komin hartil, at hand­ ilin skuldi nútímansgerast. Talan er um ein pro­ fessionellan handil, við denti á at kundin kennir seg væl og fær góða tænastu, siga Elsebeth og Birgir Andreasen frá í Idé Møblum. Birgir og Elsebeth Andreasen ynsktu øllum vælkomin