mánadagur 3. apríl 2017síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 3. APRÍL 2017
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
T
ýsmorgun 28. mars fekk Skopunar komm
una handað nýtt neyðsendarakfar frá
Nordcar. Talan er um ein Fiat Talento, ið er
eitt nýtt modell, sum Fiat hevur sera høgar vónir
um. Fiat Talento er ein rúmligur vøruvognur, sum
hóskar væl til flutning og tíikt í bygdum økjum.
Eisini hevur bilurin sera nógvar møguleikar, tá
hugsað verður um innrætting o.a.
Bilurin, sum varð handaður Skopunar komm
unu, var gjørdur júst til teirra tørv. M.a. hevur
NN Service monterað neyðsendarljós, sirenur og
eina serliga skuffuskipan.
At taka ímóti bilinum vóru møttir Gerhard
Lognberg, borgarstjóri og Jákup Eli Jensen, til
búgvingarleiðari. Teir fegnaðust um nýggja
neyðsendarakfarið, og Valbjørn Mittelstein frá
Nordcar ynskti nýggju eigarunum hjartaliga til
lukku og góða eydnu við bilinum.
Jákup Eli Jensen, tilbúgvingarleiðari,
Gerhard Lognberg, borgarstjóri, og
Valbjørn Mittelstein frá Nordcar
Skopunar kommuna fingið
nýtt neyðsendarakfar
Ókeypis tiltak um pínulinnan
– Tá tú klænkar teg – ella, tú sleppur av við nívandi pínu – so fært tú sjálvsagt meira orku, og tú
verður glaðari og lættari í sinni, sigur Jónleyg Hansen, sum veitir elektroterapi í Kollafirði
Vilmund Jacobsen
T
RIMFORM í Kollafirði er viðgerðarstova,
sum verður nógv vitjað av fólki - bæði
ungum, tilkomnum og eldri, kvinnum og
monnum - sum vilja tapa seg ella sum líða av
pínu.
Tað er Jónleyg Hansen, sum eigur og rekur
viðgerðarstovuna, sum húsast í gamla Føroya
Banka í Kollafirði, Botnavegur 1.
Her hevur hon tvær TRIMFORM-elektro
maskinur, ið hvør hevur 32 elektrodur, sum
kunnu setast á kroppin. Við tveimum slíkum
maskinum, kann hon hava tvey fólk í viðgerð í
senn.
– Ert tú móð/-ur av tínum dellum og leysari
húð – ella hevur tú pínu, sum tú ikki fært hjálp
fyri aðrastaðni, kann viðgerðin við elektroterapi
hjálpa tær. Við viðgerðini minkar tú í vekt og
sentimetrum, eins og vøddar og húð verða
strammað upp, og møgulig appelsinhúð minkar.
Tað sigur Jónleyg Hansen, sum eisini veitir
andlitsviðgerð.
Serligt tiltak
Í døgunum, 3.-6. apríl í ár, kemur danskur ser
frøðingur, sum umboðar TRIMFORM, til Føroya
at vitja, og í hesum sambandi skipar TRIMFORM
í Kollafirði fyri serligum - og ókeypis - tiltaki 5.
apríl klokkan 19.
– Danin fer at halda fyrilestur um pínulinn
andi viðgerðir við elektroterapi og Andrea
Adriansdóttir, sum hevur fingið viðgerðir fyri
pínu í Kollafirði, fer at siga frá sínum royndum. Á
tiltakinum fara vit eisini at selja góð viðgerðar
tilboð.
Jónleyg Hansen vísir á, at tá Andrea Adrians
dóttir kom til viðgerðar í Kollafirði, hevði hon
ógvuliga nógva pínu í lendunum og niður í
beinið. Hon hevði tá verið á sjúkrahúsi, bæði í
Føroyum og Danmark, og hon hevði gingið til
fysioterapi.
– Tá Andrea fyrstu ferð kom til viðgerðar
í Kollafirði, orkaði hon ikki pínuna meira og
vildi royna okkurt annað. Eftir nakrar viðgerðir
við elektroterapi, hvarv pínan. Andrea tekur
framvegis viðgerðir av og á, og í dag er hon ein
glað og pínuleys kvinna.
Jónleyg Hansen sigur, at á tiltakinum 5. apríl
verður eisini høvi hjá fólki at seta spurningar um
elektroviðgerðina hjá TRIMFORM.
– TRIMFORM arbeiðir serliga við at loysa upp
knýttar vøddar og beinir burtur affaldsevni úr
kroppinum.
Hon sigur, at nógv hava leitað sær hjálp í
Kollafirði, bæði í samband við vekt og pínu, og
fleiri dømir eru um, at viðgerðirnar hava hjálpt
fólki, sum ikki fingu hjálp aðrastaðni.
– Tá tú klænkar teg – ella, tú sleppur av við
nívandi pínu – so fært tú sjálvsagt meira orku,
og tú verður glaðari og lættari í sinni.
Tú slappar bara av
Jónleyg Hansen sigur, at viðgerðirnar við
elektroterapi eru ógvuliga mildar, men tær eru
sera effektivar.
– Viðskiftafólk liggja bara og slappa av,
meðan viðgerðin fer fram, og tað eru eisini tey,
sum sovna undir viðgerðini. Tað eru so mong,
sum stríðast við nívandi pínu, og tað eru so
mong, sum stríðast við vekt. Øll hesi, bæði
kvinnur og menn, ung sum eldri, eru hjartaliga
vælkomin at venda sær til mín á tlf. 220024,
eins og fólk eru vælkomin at vitja okkara Face
book-síðu, TRIMFORM Kollafjørður, sigur Jón
leyg Hansen.