Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BANKAR Eirikur Lindenskov – Vinningsbýtið er fult í tráð við gongdina í bankanum. Tað sigur størsti privati íleggjarin í BankNordik, Hen­rik Lind, sum er stjóri í Lind Invest. Lind Invest eigur 10 pro­ sent av partapeninginum í BankNordik, og tað merkir, at hann hevur somu ávirkan, sum Fíggingargrunnurin frá 1993, sum eigur 34 prosent av partapeninginum. Við­tøk­ ur­nar fyri BankNordik siga, at eingin partaeigari kann at­kvøða við fleiri enn 10 pro­ sentum av atkvøðunum – og tí eru teir báðir størstu eig­ ararnir – sum eru teir ein­ astu, ið eiga yvir 5 prosent av bankanum, javnt stórir, tá atkøvðast skal. – Bankin hevur skert fleiri aktivitetir, sum ger, at nú er ikki neyðugt at hava so nógvan kapital. Trygg­ ing­ar​­parturin í Íslandi er seld­ur frá, og vinnuparturin í Danmark er skerdur. Alt hetta ger, at tað er ikki neyð­ ugt at varðveita so nógvan kapital í bankanum, sigur Hen­rik Lind. Tá Kristina Háfoss, fíggj­ ar­málaráðfrúa, svaraði fyri­ spurningi frá Jensi av Rana um at selja landsins part í bankanum, segði hon, at hon var ikki so fegin um, at bankin rindaði út vinn­ings­ býti. Hon helt, at bankin held­ur átti at nýtt peningin til kon­solidering. – Men bankin er væl kon­ soli­deraður, sigur Henrik Lind og vísir á frágreiðingina, sum hósdagin kom frá »Det systemiske risikoråd«, ella »danska váðaráðnum«, sum tað verður nevnt á føroysk­ um. Váðaráðið hevur til upp­ gávu at hava eftirlit við føroysku bankunum og »overvåge systemiske finan­ sielle risici« í Føroyum. Ráðið mælir danska vinnu­mála­ ráðharranum at herða krøvini til føroysku pen­ inga­stovnarnar, so teir verða betri bjálvaðir at standa ímóti sveiggjum í bú­skap­ in­um. Í hesum føri mælir váða­ ráð­ið til, at settur verður í gildi ein »systemiskur buff­ari«, sum skal vera 1 prosent av øllum útlánum. Tað merkir, at hetta kapital­ kravið kemur oman á tey sum eru frammanundan: Sifi­kravið, sum er 2 prosent og kapitalvarðveitingar­buff­ aran, sum er 2,5 prosent, og so vanliga solvenskravið, sum bankarnir hava. Tað merk­ir so aftur, at bankin ikki brúkar hesar pengarnar, men at teir skulu standa tøkir, um tað fer at standa á. Henrik Lind sigur, at út­ rokningarnar hjá váðaráð­ num vísa, at BankNordik og hinir føroysku bankarnir, eru væl bjálvaðir. – BankNordik hevur ein góðan og fult út nøktandi kapitalyvir­dekn­ing, eisini tá herdu krøvini fáa fullan virknað – og tá vinn­ingsbýtið upp á 300 milli­ónir krónur er goldið, sigur Henrik Lind, sum er fegin um, at váða­ráð­ ið kemur til ta niður­støðu. – Tað er gott, at tað ikki bara eru vit, sum halda tað, men at eisini váðaráðið hev­ ur roknað seg fram til tað sama, sigur hann. Hóast bankin nú hevur goldið 300 milliónir krónur í vinningsbýti, so skulu parta­ eigararnir ikki vænta sær so stórt vinningsbýti framyvir. – Hetta var eitt ekstra­ ordi­nert vinningsbýti, og soleiðis fer tað ikki at vera framyvir. Vit vóna sjálvandi, at bankin eisini í fram­tíð­ini fer at gjalda út vinn­ings­ býti, bankin má eisini seta pengar til síðis. Men um tað sendur væl til við peng­um, og útlit eru fyri, at bank­ in kann vaksa meira, so er tað sjálvandi betri, at peng­ ar­nir verða brúktir til at endur­fíggja tann vøskturin. Soleiðis skal vinningsbýtið verða dynamiskt. Bankin skal sjálvandi ikki gjalda út vinningsbýti, um tað ikki gev­ur meining. Hinvegin, um tað er størri meining í at gjalda út vinningsbýti enn at brúka pengarnar í bank­ an­um, so skulu pengarnir sjálv­andi gjaldast út til eig­ ar­arnar, sigur Henrik Lind. Á tann hátt heldur hann, at bankin eisini kann vísa markn­aðinum, at atlit veru­ liga verða tikin til eigararnar. – Og tað hevur týdning tann dagin, tá bankin hevur brúk fyri kaptiali. Tí tá minn­ast partaeigararnir, at hetta er ein banki, sum upp­ førir seg skilagott á mark­ naðinum og sum fólk tí hava álit á. Tá hevði tað verið bílig­ari at fingið kapital til vega. Tí haldi eg, at hetta er ein skilagóður máti at reka bankavirksemi, heldur hann. Lind Invest hevur verið partaeigari í BankNordik seinastu fimm árini. Henrik Lind sigur, at hjá teimum er talan um eina langtíðaríløgu, sum hann er væl nøgdur við. Hann vísir á, at tá øktu krøvini eru komin í gildi 2019, hevur bankin framvegis ein yvirdekning upp á næstan 5 prosent. – Vit halda, at her er ov­ mikið av plássi, og váða­ ráðið, sum hevur serfrøð­ ing­arnir á økinum, heldur tað sama. Betri Banki hev­ ur hægri yvirdekning, enn BankNordik, og tað merk­ir, at tað eru nógvir peng­ar í Før­oy­um at reka banka­virk­ semi við, sigur Henrik Lind. NÓGVIR PENGAR Í FØROYUM AT REKA BANKAVIRKSEMI – BankNordik hevur ein góðan og fult út nøktandi kapitalyvirdekning, eisini tá herdu krøvini fáa fullan virknað – og tá vinningsbýtið upp á 300 milliónir krónur er goldið, sigur Henrik Lind, hvøvuðspartaeigari í BankNordik, sum er fegin um, at váðaráðið kemur til somu niðurstøðu Henrik Lind, høvuðspartaeigari í BankNordik Eiðis kommuna søkir við hesum eftir leiðara til Korndalsgarð, at byrja 01. mai 2017, ella skjótast gjørligt eftir tað. Korndalsgarður: Á stovninum ganga 80 børn, 54 børn eru frá 0-6 ár og ganga í barnagarð, 26 børn eru í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin er í Eiðis skúla. Stovnurin er opin frá kl 07:00 til kl 17:00 Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virsemið, starvsfólk og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini. Vit bjóða: • Eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin • Eitt avbjóðandi starv har tú sleppur at mynda frítíðarskúlan, tá hann seinni í ár verður fluttur í nýggj hølir. • Ein góðan starvsfólkahóp. Vit vænta, at tú: • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrinum og starvsfólkinum. • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • Dugir væl at samstarva, lurta og reflektera. • Hevur eitt vet av teldukunnleika. • Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum. Tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir ella viðkomandi útbúgving. Setanarviðurskifti Tann, ið settur verður skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarstig 24-30. Meira fæst at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan í Skorini, borgarstjóra, telefon 740400. Umsókn Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera send til Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði ella til teldupost eidi@eidi.fo, í seinasta lagi tann 26.04.2017 kl.12:00 Dagstovnurin Korndalsgarður Foravegur 11, 470 Eiði, tlf. 200410 og 740410 , korndalsgardur@eidi.fo Leiðari til Korndalsgarð