týsdagur 4. apríl 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at
verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn
fríggjadagin tann 28. apríl 2017 kl. 10.00 (føroysk tíð)
við hesi fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári.
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar.
3A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2016 og 2017.
A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2016.
Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir faktisku
nevndarsamsýningina fyri 2016 á íalt kr. 1.067.000
B Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri 2017.
Nevndin skjýtur upp, at støðið fyri nevndarsamsýning fyri
2017 verður:
• Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 200.000,00.
• Formaðurin móttekur 2,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Næstformaðurin móttekur 1,50 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Formaðurin fyri grannskoðaranevndina móttekur 0,50
fer støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu
nevndarsamsýning síni.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli
sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing. .
Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært góðkenda
roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
5. Val av nevnd.
Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri vali fyri
eitt 1 ára skeið, nevniliga: David A. MacFarlane, Jan Eiden
Müller, og Knud Hans Nørve.
Nevndin skjýtur upp at velja hesi trý valevni sum nevndarlimir
í nevndina:
Birgir Durhuus, CEO hjá Moma Advisors A/S;
Charles Hendry, fyrrverandi bretskur ráðharri í orku- og
umhvørvisbroytingarmálum;
Ben Arabo, stjóri hjá Atlantic Petroleum.
Nevndu hava boðað frá at teir taka við vali.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotini, verður
víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin.
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt grannskoðanar-
virki, Óðinshædd 13, 100 Tórshavn, og skjýtur nevndin upp
at afturvelja P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki at sita sum
grannskoðari felagsins til næsta ársaðalfund.
7. Ymiskt.
––––––––––
Viðtøkumeiriluti.
Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við vanligum
atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum,
umframt atkvøðugreiðsluháttur.
Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í
sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey
partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin.
Skrásetingardagurin er fríggjadagin hin 21. apríl 2017.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava
rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi
mánadagin hin 24. apríl 2017 hava fráboðað felagnum hetta.
Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu
felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við
Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, FO-110 Tórshavn ella á tlf
nr. + 298 550 100 og/ella á teldupostinum ben.arabo@
petroleum.fo.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum,
hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta
sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á
skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 100
Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor
Portal umvegis heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu
umvegis henda portal.
Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á
sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi
hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum,
møtir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki
og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.
Brævatkvøður
Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða
skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við
brævatkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða
brævatkvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu
felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, FO-110
Tórshavn ella á teldupostinum ben.arabo@petroleum.fo í
seinasta lagi hósdagin hin 27. apríl 2017.
Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu
felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at
meta um ársfrásøgnina 2016 og støðuna hjá felagnum annars
ella um spurningar, sum avgerðir skulu takast um á
aðalfundinum. Ynskir partaeigari at nýta henda rætt sín til at
spyrja, kann hann senda spurning við brævi til P/F Atlantic
Petroleum, Yviri við Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, F0- 110
Tórshavn ella við teldubrævi á ben.arabo@petroleum.fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum
munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, herundir ársroknskapurin 2016
og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1) ársroknskapurin
2016 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dagsskrá,
(3) fullfíggjað uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða
talið av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað
verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til
brævatkvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri
við Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, F0- 110 Tórshavn (tlf nr.
+ 298 550 100) í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, og
kann fáast eintak av hesum við at venda sær til felagið, umframt
at alt hetta tilfar eisini er tøkt á heimasíðu felagsins www.
petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í partabrøv
á kr. 1,- og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1
atkvøðu fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi.
Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum: 3.697.860.
Felagið hevur kosið sær P/F Eik Banki til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á
heimasíðuni www.eik.fo ella á telefon nummar + 298 348 000
fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Tórshavn, hin 4. apríl 2017
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
ÁRSAÐALFUNDUR Í P/F ATLANTIC PETROLEUM
www.petroleum.fo