Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDSSTEVNA Áki Bertholdsen Tað kann henda, at pen­sjóns­ aldurin í Føroyum verður hækkaður hesi næstu árini. Tað fortaldi Tað Aks­el V. Johannesen, løg­mað­ur, og formaður í Javnaðar­flokk­ in­um, á fundi hjá Javn­aðar­ flokkinum um viku­skiftið. Í fleiri ár hevur verið ar­ beitt við at seta eina nýggja pensjónsskipan í verk. Und­ anfarna samgongan kom ikki á mál, og tá ið hendan samgongan sostatt arvaði málið, helt hon fram við ar­ beiðnum. – Undanfarna samgonga tordi ikki at nerta stórmálini, og tí er ein pensjónskipan eitt av málunum, sum liggur á láni hjá hesari samgonguni at bera á mál, sigur Aksel V. Johannesen. Ætlanin er at fáa semju ímillum samgongu og and­ støðu um málið, men tað hev­ur verið ein tungur burð­ ur, og samráðingarnar ímill­ um flokkarnar, ikki lidnar enn. Eyðgunn Samuelsen, lands­stýriskvinna í al­ manna­málum, vónar, at eitt upp­skot um eina nýggja pen­sjóns­skipan, verður klár at leggja fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku, ella í hvussu so er einaferð í ár. – Vit mugu ásanna, at vit eru ikki serliga búgvin tá ið tað kemur til at gera semjur, heldur Aksel V. Johannesen. Óvist Av tí, at arbeiðið ikki er lið­ ugt, vildu hvørki Eyð­gunn Samuelsen, landsstýris­ kvinna í almannamálum, ella Aksel V. Johannesen, siga nakað ítøkiligt um, hvørj­ar broytingar verða gjørd­ar. Men formaðurin í Javn­aðarflokkinum váttaði kortini, at spurningurin um at hækka pensjónsaldurin, er eisini eitt mál, sum verður umrøtt í hesum sambandi. Hann staðfesti, at tað eru nógv ynski í fleiri flokkum um, at hann skal hækkast. Hann sigur kortini, at tað er óvist, hvørja lagnu tann spurn­ingurn fær. Tí dugir hann ikki enn at siga, um pensjónsaldurin verður hækkaður. Men hann vissar samstundis um, at verður pensjónsaldurin hækkaður, verður tað gjørt ógvuliga lagaliga og líðandi. Hann sigur, at tað tað ligg­ ur eisini fast, at ein broyting, sum verður gjørd, verður tann, at ein pensjónistur, sum arbeiðir, og forvinnur yvir 60.000 krónur, skal ikki longur revsast við at missa 60 prosent av pensjónini, um­framt at skatturin skal rind­ast. – Tað verður broytt, stað­ festir Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at tað er held­ ur ongin ivi um, at teir pen­ sjónistar, sum bara hava pensjón og samhaldsfasta at liva av, skulu fáa eina hægri pensjón, tí tað er ikki til at liva við, at vit hava pensjónistar, sum eru so fátækir, sum hesir pen­sjón­ istar eru í Føroyum. Trý høvuðsmál Hans Pauli Strøm fyrrverandi landsstýrismaður, heldur, at í roynd og veru er málið rættiliga einfalt. – Hetta snýr seg í fyrsta lagi um, at tey, sum ikki hava heilsuna til at arbeiða til tey røkka vanligum pen­ sjónsaldri, skulu fáa høvi til at pakka saman áðrenn. Í øðrum lagi snýr tað seg eisini um, at tey, sum hava tilboð til at arbeiða eftir at tey hava rokkið vanligum pen­sjóns­ aldur, skulu somuleiðis fáa høvi til tað. – Og í triðja lagi snýr tað seg eisini um at geva teim­ um mongu eina virðiliga pen­sjón, sum annars bara hava vanliga fólkapensjón, og Samhaldsfasta at liva av. – Hvat ið so verður gjørt við tey, sum hava góðar pensjónir, kann so takast upp aftur seinni. Hinvegin kallar hann kjakið um pen­sjóns­ald­urin fyri tað bera svass, sum hann STERK YNSKI UM AT HÆKKA PENSJÓNS­ALDUR Politikarar í fleiri flokkum vilja hava, at pensjónsaldurin í Føroyum skal hækka, sigur løgmaður Undan­farna samgonga tordi ikki at nerta stórmálini SVASS – Alt hetta kjakið um, hvussu høgur pensjónsaldurin skal vera, er tað besa svass, sum eg einki skilji av, sigur Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður